u-londum. Nevnast kann, at í Iran finnast 2,3 mill. flóttarfólk, í Congo (fyrrverandi Zaire) yvir 1 mill. í Pakistan 1 mill. í Tanzania 883.000, í Uganda 287.000 og í Kenya 252.000. Umframt USA kann bert Týskland [...] átrúnaðarligum ella líknandi grundum kenna seg hótt ella fólki, sum rýma, tí tey hungra. Hesi, sigur man, kunnu best verða hjálpt á staðnum. Hetta er tað, ið tjakast verður um. Ein trupulleikin er, at ógvuliga
sjógvur og fiskiskapur alla tíðina hansara stóra áhuga. Theodor var lærari við Fuglafjarðar skúla frá 1. august í ?64 til nú á heysti í ?97, tá herviliga sjúkan noyddi hann frá ? tó starvaðist hann í fimm [...] og børnum og teirra, men eisini vinfólk, starvsfelagar og skúlanæmingar kenna tómleikan eftir henda mann, hvørs stóra styrki var at duga at siga frá soleiðis, at bæði stór og smá lýddu á. Theodor, sum hevði
Einaferð - tað eru ár síðan nú - skuldi ein (1) ólukku tíðindafundur haldast um vikuna, men hesir fundir hvurvu, sum døgg fyri sól! - Okkurt ljóði úr Tinganesi tykist meira at hava stavað frá hurðum, ið [...] Sent út), sum politikkurin hjá Sambandsflokkinum! - Tað verður bara sent út har úti frá og so fær man at vita (eftirfylgjandi), at Sambandsflokkurin hevur gjørt hitt og hevur gjørt hatta?! - ?Vit høvdu
sær tvinnandu mál: At koma uppaftur í 1. deild beinanvegin og at fáa tamarhald á fíggjarligu viðurskiftunum aftur. Báðir málsetningarnir eydnaðist. TB kom upp aftur í 1. deild og fíggjarliga komu teir uppundan [...] venjingar. Og teir hava vant hart, seks ferðir um vikuna Alt í alt hava vit einar 20 mans í ár, sum kunnu koma upp á tal til 1. deild, og tað er bara heilt gott. Tað ger, at tað er hørð kapping um plássini [...] fjør uppá at endurreisa felagið fíggjarliga, og tað hevur nú eydnast. Og nú vit eru komin uppaftur í 1. deild, gevur hetta okkum yvirskot til at líta frameftir aftur og til at hugsa meiri um tað ítróttarliga
gera seg galdandi í 1. deild, ið er at meta sum ein annar heimur enn 2. deild. Her eru liðini betri, krøvini størri og so er sjálvandi eisini møguleikin fyri altjóða luttøku nógv betri í 1. deild enn í 2. [...] síðani seinast, og síðani tá hevur TB verið í 2. deild tvær ferðir ? í 1989 og í 1997. Men nú verður 1. deildarfótbóltur aftur gerandiskostur á Sevmýri, og einki annað er heldur náttúrligt á einum so stórum [...] liðskipara seinastu árini fyriuttan í øllum førum ein stóran part av kappingini. Men maður kemur í mans stað, og á Tvøroyri fegnast tey um, at Óli Johannesen er komin heim aftur til barndómsfelagið eftir
sigur Tórður, ið sum vera man er sera harmur um, at hann ikki kann venja og spæla. ? Tað er ótrúliga keðiligt, tí hugurin er so avgjørt til staðar, ikki minst nú tá liðið er aftur í 1. deild. Tórður Holm hevur [...] Eisini hesa ferð varð steðgurin í næstbestu deildini stuttur, og í ár verður TB aftur at síggja í 1. deild. ? Eg dugi ikki at siga, hvat hendi í 1988, men síðani hava vit mist nógv fólk, og tað hevur [...] nøkulunda sama fólk í trý-fýra ár, men málið í ár verður ivaleyst fyrst og fremst at halda sær uppi í 1. deild, sigur Tórður Holm, sum noyðist at fylgja við í øllum førum teimum fyrstu dystunum frá síðulinjuni
upp á árini, hevur navnframa Lina Larsen verið einar 10 ferðir í Vági og lagt teimum lag á. Og tað mann vera langt síðani, at so nógv hevur verið gjørt burturúr leiktjøldunum og klæðum í sjónleiki í Vági [...] sýningar skuldu vera í framtíðini. Tað hevði givið Framtíðini 3.500-4.200 krónur í inntøku, umframt 1.400 krónur um vikuna í leigu, um hon varð verandi 200 krónur hvørja ferð. Tað halda tey hevði betalt
fyri einstaklingar, og í ár er lagt upp til eina sera spennandi kapping í landsliðsbólkinum, ið væl man vera tann bólkurin, ið hevur størstan áhuga millum fólk. Landsliðsbólkurin er í ár sterkari enn hann [...] triðseinasta umfari eru tað John Arni Nilssen og Heini Olsen, sum skulu dystast. Stórur almennur bólkur Í 1. bólki er eisini lagt upp til eina spennandi kapping. Vanliga riggar blandið millum gamlar og nýggjar
vit hava bara arbeitt, ella vit gera bara okkara besta. Men uttan at taka nakað serstakt burturúr, man størsta gávan hjá nevndini verða, at tey eru góð við børnini, sum um tær eiga tey sjálvi, tí ikki er [...] kann gerast í besta forstáilsi. Sambært tilmeldingarlistanum luttóku hesir svimjarar hjá ÆGIR: Bólkur 1 - f. 89 og yngri. Gentur: Alexandra Jacobsen, Rúna Joensen, Nathalia Reinhardt, Edith Hansen og Tórhild
spældir. Eins og hjá monnunum bíða 1. deildarliðini til seinni í kappingini, sum er býtt upp í tveir bólkar. Í morgin verða tveir dystir í 1. umfari og ein í 2. umfari. Í 1. umfari eru dystirnir TB-ÍF og FS [...] tí allir bólkarnir eru rættiliga javnir. Bólkur 1 FS Vágar, HB, KÍ og NSÍ Av teimum tólv liðunum, sum eru eftir í steypakappingini, eru tey tíggju úr 1. deild og hini bæði úr 2. deild. Annað av 2. dei [...] Eingin ivi er um, at landskappingin hevur 1. prioritet í HB, men steypakappingin hevur eisini týdning, og tað er altíð gott at byrja við einum sigri. So tað man vera lítið at ivast í, at HB-liðið fer at