EB/Streymi. Hann varð skiftur inn í 81. minutti, og fýra minuttir seinni skoraði hann sigursmálið. Hann tók sær fyrst av frísparki á mótstøðuhálvuni, og so tók hann sær av hornasparki í høgru. Bólturin [...] skifti úr barndómsfelagnum í Klaksvík og til EB/Streym. Hetta var fyrsta tapið hjá 07 Vestur síðani venjaraskiftið. 07 Vestur hevur vunnið á heimavølli ímóti TB og B68, og nú gekk tað ikki meiri. 07 Vestur [...] støkk aftur til Kristian, sum dró eitt sindur inn úr høgru, áðrenn hann smekkaði til, og bólturin streyk eftir vøllinum og undir Ara í Haraldstovu Petersen í 07 Vestur málinum. Tá ið klokkan var farin tveir
tók við sum kanslari fyrst í mai. Samrøðurnar millum Trump og Merz fara at snúgva seg um viðurskiftini millum londini, og "russiska álopsstríðið móti Ukraina, støðan í Miðeystri og handilspolitikkur" verður [...] Hósdagin skulu teir báðir leiðararnir eftir ætlan hittast í Hvítu Húsunum, eta ein felags døgurða og síðani halda eitt tíðindatiltak. Vitjanin kemur samstundis sum amerikanski forsetin hevur gjørt eina [...] mótvegis londum kring heimin. Seinast boðaði hann leygarnáttina frá, at innflutningsgjøldini á stáli og aluminium hækkaðu úr 25 prosentum upp í 50 prosent. Tann 2. apríl kunngjørdi hann ein lista við ymiskum
dag vann Fípan Fagra róðurin millum dreingir 14-16 ár, og fyri løtu síðani var Fípan Fagra aftur fremst, tá ið tað vóru kvinnurnar, sum kappaðust. Og nú var tað Fípan Fagra, sum aftur var best. Nú var tað [...] kappingini, og róðurin í dag kundi bent á, at tað eisini fer at vera soleiðis í ár. Royndin Fríða legði bragdliga fyri, og skjótt sást tað, at kappingin var millum Royndina Fríðu, Drekan og Fípuna Føgru [...] Kósabrúnni stakk Fípan Fagra seg framum avbjóðararnar, og dreingirnir úr Klaksvík megnaðu at halda tørn fram ímóti málinum. Drekin tók Royndina Fríðu, og havnardreingir royndu at bjóða Fípuni av, men tað eydnaðist
Seinnu árini hava tað fyrst og fremst verið mannfólkini, sum hava vunnið gull og sigrar til Klaksvíkar Róðrarfelag. Eisini í dag hava dreingirnir vunnið við Fípuni Føgru, men nú hilnaðist tað av álvara [...] væl hjá kvinnunum. Fípan Fagra legði bragdliga fyri. Á fyrstu metrunum bjóðað tær úr Kollafirði av, og Tjaldrið var eisini væl við. Men so var tað, at Fípan Fagra av álvara gjørdi bart. Tær úr Klaksvík
løg, sum hava verið sera væl móttikin. Fyrst og fremst eru teir góðir vinmenn og búgva allir í Keypmannahavn. Longsulin heim til Føroyar hevur ført teir saman og givið teimum íblástur til at skriva á [...] o í Keypmannahavn og Fred Ruddick hevur miksað og masterað. Hetta verður ikki tað síðsta vit hoyra frá Tøgn, tí teir arbeiða støðugt við verkætlanini og hava ætlanir um at skriva og útgeva meira. Útgivið: [...] Beinir hevur luft undir veingjunum og ger um seg á danska tónleikapallinum. Bárður Petersen hevur seinastu árini arbeitt aftan fyri kulissurnar í fleiri væleydnaðum verkætlanum; millum annað við Jónasi
skemtandi. At súkkla er ikki bara at traðka. Og ein skal vita nær tað loysur seg at traðka, og ikki. Regin hevði ”lisið lektiuna”, og við góðum fysikki – og snildi – megnaði hann at vinna sær pláss á s [...] Eftir annan tein á Borðoynni og Viðoynni, skuldu súkklarar í gjárkvøldið koyra runt á Sandoynni. Startur og mál var í Húsavík. Veðrið var av tí allarfagrasta, tá leiðin fyrst gekk runt Sandsvatn, til Skálavíkar [...] hevur groft asfalt, og holur her og har. Stóra feltið syndraðist Tað var Helgi sum ”svingaði taktstokkin”. Longu fyrstu ferð leiðin gekk niðan Brekkuna Stóru, trýsti Helgi á ”speedarin”, og so misti ein súkklari
frystilínuskip eru undir Føroyum, og sjey antin eru ella eru á veg yvir á Flemish Kap. Sagt verður um línuskipini sum heild, at tey fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Streymurin verður brúkiligur [...] brúkiligur, men veðrið verður helst ivasamt fyrst í vikuni, men betri seinni í vikuni. Vænntandi verður nakað av útróðri í næstu viku. Fleiri bátar eru á Føroyabanka, og fleiri fara at selja mánadagin. - Útróðrarbátar
eg bara fult á, og kom við ferð framvið hinum og slapp skjótt leysur, segði ein troyttur, og glaður, Helgi eftir kappingina. Leiðin gekk síðan móti Depli, Norðdepli, til Hvannasund og síðan gjøgnum tunnilin [...] Helgi W. Olsen vann, og Hilmar Hansen gjørdist nummar tvey. Meðan Helgi brúkti 1 tíma og 34 minuttir og 29 sekund um teir 54 kilometrarnar, so brúkti Hilmar 1 tíma 35 minuttir og 4 sekund. ##med3## Hø [...] endaðu súkklararnir í Klaksvík, og í gjár bleiv byrjað í Klaksvík. Leiðin gekk fyrst runt í Klaksvík. Tá leiðin gekk norður móti Ánunum var sokallaði ”Masterstarturin” av, og so byrjaði kappingin av álvara
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu hóskvøldið í dysti í bundesliguni greitt 37-29 á Melsungen í Max Schmelling høllini í Berlin. Í steðginum vóru berlinararnir á odda 18-12. B [...] Berlinararnir eru nú fremst í deildini við 52 stigum, einum stigi meir enn verandi meistararnir, Magdeburg. Heimsins besti hondbóltsleikari, Mathias Gidsel stýrdi liði sínum til sigurs. Hann skoraði heili [...] setti hann bóltin í netið. HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Füchse Berlin og Melsungen: ##med2##
málari og grafikari, og arbeiðir bæði figurativt og abstrakt. Hon hevur tónlistarliga og fólkalívsfrøðiliga bakgrund. Eitt av eyðkennunum við listini hjá Astri er tað sansaliga og einfalda, og tónlistin [...] tónlistin og stórsligna føroyska náttúran er ein varandi íblástrarkelda hjá listakvinnuni. Verk eftir Astri eru at síggja í bæði almennum og privatum søvnum í Norðurlondum, Evropa og Japan, umframt at hon hevur [...] til sølu. Astri fegnast um lívið, og at hon í meira enn 50 ár hevur livað í Føroyum. Um listakvinnuna Astri Luihn er fødd í Oslo í 1949, har hon eisini er uppvaksin. Fyrst í 1970unum flutti hon saman við