vilt tú helst gloyma frá 2014? - Eg havi einki, eg vil gloyma, tí einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Hvat ynskir tú tær í 2015? - At familjan er frísk og hevur tað gott. At vit fáa lóg [...] privat og í samband við arbeiði. Hvat minnist tú best frá 2014? - Tað, sum hevur fylgt mest í árinum, er at samskipa og fyrireika heima- og eldratænastuna. Eisini hevur arbeiði at seta á stovn námsfrøðiliga [...] svigarbørnum og ommubørnum og systir míni. Rósa Samuelsen vísir á, at heimið fyri sálarsjúk loksins er tikið í brúk, og ikki minst depilin fyri børn og ung við fjølbreki hevur fingið bestu umstøður at virka
bátar regluligan útróður. Ein av hesum er Eyðin, sum er ein longdur íslendskur bátur av slagnum Gáski. Eyðin er 40 føtur langur, og eigari og einsamallur á bátinum er útróðrarmaðurin, Samson í Lambanum, sum [...] heldur hann, at hetta ikki er verri, enn man ger tað til sjálvur. - Einar tveir tímar eftir, at fyrsti línustubbin er komin niður, leggi eg á at draga, og tá øll línan er drigin, er eisini alt kruvt, sigur [...] Hvítingurin, sum bátarnir fáa norðanfyri, er vanliga størri enn fiskurin eystanfyri, men hetta er kortini lutfalsliga smáur fiskur, kanska sum hýsa 3 ella har umleið. Tí er eisini leingi at kryvja eina stóra
ikki svangur til handils. Lívið er nógv broytt Gerandisdagurin hjá Willy Stampe er blivin ein heilt annar, eftir at hann legði tey mongu pundini eftir seg í Danmark. - Alt er lættari nú. Nú síggi eg ikki [...] kost- og lívsvanarnir nógv broyttir, og Willy er minkaður so nógv, at fólk fyrstu tíðina høvdu ilt við at kenna hann aftur á gøtuni. - Avgerðin um at tapa meg, er tann besta avgerðin, sum eg havi tikið í lívinum [...] farnar í søguna. Nú skal sovast um náttina og etast regluliga og sunt um dagin. Willy Stampe úr Klaksvík er ein nýggjur maður, eftir at hann seinasta hálva árið hevur tveitt sløk 70 pund av sær. - Tá eg fór
førum eri eg serfrøðingur, í summum førum er onkur annar serfrøðingur. At tora at siga, at man ikki veit ella at man er bangin, er ein styrki. Fyrsta reaksjónin er álit - onnur síggja, at tey kunnu hjálpa [...] Hon er fyrsta kvinnan í stjórasessinum á Ferðaráðnum og sjálv heldur hon, at fólk, myndugleikar og almenningur í byrjanini høvdu trupult við at góðtaka ein stjóra sum umframt er kvinna eisini er so ung [...] varð drigið uppí politiskar samanhangir. Tað er sera óheppið, tí tá er vandin, at orðaskiftið fer frá tí sakliga yvir í tað politiska. Tá ið hetta hendir er tað av týdningi, at landsstýrið stuðlar og eg
bert er áhugaverd á journalistiskum støði, men at einki veruligt hald er í hesum tíðindum. Føroyingar skulu vera varnir í hesum máli - Serliga vit føroyingar skulu vara okkum eitt sindur. Tað er t.d. eyðsýnt [...] 80¹ára-nevndini er samstundis løgfrøðingur hjá Atla Dam, tá hann hevur verið til avhoyringar í kanningarnevndini. Í lagi at fáa málið lýst - Er grundarlagið undir kanningini burtur, nú so nógv rumbul er um málið [...] tekur til. Fólkadómstólurin hevur dømt - Tað er fólkadómstólurin, sum hevur dømt. Tað er djúpt ábyrgdarleyst soleiðis at leypa á, tí kanningin frammanundan er eitt so eymt mál, sigur Jógvan Páll Lassen.
hevur eina positiva ávirkan á kommunur og land! Haldi, at stórur vandi er í, at tað almenna veksur nógv skjótari enn tað privata, tí er eitt sterkt vinnulív ein fyritreyt fyri góðari framtíð fyri vælferð [...] “Romeo og Julia”. Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013? - Havi havt eitt gott ár, og ringt er at taka nakað ávíst fram! At lenda aftur í grafisku bransjuni eftir at hava verið fýra ár burtur frá [...] aftur í Betesda. Tað var sanniliga imponerandi! Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013? - Slíkt nyttar einki. Um man veruliga hevur gjørt okkurt býtt ella hevur upplivað okkurt keðiligt, so fer tað ikki burtur
gleðist hvønn dag um at hava míni allar bestu rundanum meg. Tað er ongin sjálvfylgja. Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014? - Havi heldur einki, sum eg ikki vil minnast frá 2014. Allar lívsroyndir, góðar og [...] løgtingskvinnu, hvussu árið 2014 hevur verið hjá henni? - Árið 2014 hevur verið samansett. Í tí heimliga er alt bæði gott og gevandi. Í politikkinum eru ting, sum eg hevði viljað vóru øðrvísi. Hvat var tín størsta [...] hon ikki alt, sum man kann ynskja sær, men hon leggur aftrat, at hon hevur alt tað, henni tørvar. Tað er nóg mikið, tí tey týdningarmestu tingini í lívinum fáast ikki fyri pengar. - Eg eri ríkiliga signað
men í dag er tíðin líkasum farin frá hesum møguleikanum. Einu tíðina lá arbeiðið sum bakari frammarlaga í huga hansara, men í dag er allur ivi sópaður av borðinum: Nú er tað teldan, sum er og verður hansara [...] at breyðføða seg. Lívsmótinum bilar í øllum førum einki: - Einaferð doymdi eg um at gerast bakari, men tann dreymurin, hann er langt síðani farin. Nú er teldan mítt eitt og alt. Og tað verður hon uttan [...] hjálp frá fólki, leggur hann aftrat. Frá dreymi til veruleika Tað er ikki hvør sum helst sjúka, ið Róar Hansen er raktur av. Vøddasvinn er ikki at spæla við, tí vísindin hevur enn ikki funnið nakra viðgerð
12 fólk í starvi. Símun Akursmørk er stóri bakarin í Klaksvík, og tað er hann vorðin eftir tvey strævin ár, har hann hevur arbeitt størsta partin av døgninum. - Tað er ómetaliga strævið, og eg havi mangan [...] r og soleiðis er eisini hjá Símun. - Fólk siga seg ofta kunna smakka mun ímillum breyð hjá teimum ymsu bakarunum, og tað er ivaleyst eisini munur. Vit koyra allir tað sama í, men tað er helst eitt sindur [...] sigur hann. - Tað er einki loyniligt við mínum uppskriftum, men eg geri til dømis breyðini á tann hátt, sum eg haldi at fólk vilja hava tey. Bara ikki lágkøkubotnar Bakaralívið er øðrvísi enn so nógv
sum oftast mat. Men omma dugir best. Tað er kanska eisini tí, at hon lovar mær at velja matskránna. Føroyskur matur er tað besta Páll um trúgv Tað týdningarmesta er, at tú fylgir moralinum í Bíbliuni. So [...] tað spurdist einki burturúr. Men eg fekk bjóðað sáttmála frá Herfølge fyri nøkrum árum síðani, men innanhýsis viðurskifti forðaðu fyri tí. Okkurt gekk galið fíggjarliga, og tí spurdist einki burturúr, sigur [...] hevur ongar ætlanir um at skifta felag aftur. - Tað er serligt at spæla við HB. Vit hava eitt vinnaraeyðkenni. Vit eru kanska eitt sindur hástórir, og tað er okkara styrki og veikleiki. Eg kann siga fyri meg