- Eg havi fult álit á bankakanningini

- Eg havi verið við í fleiri avhoyringum saman við mínum viðskiftafólkum. Á tann hátt fundirnir hava verið, kann eg bert siga, at teir hava verið góðir og álitisvekjandi, sigur advokaturin

Jógvan Páll Lassen er ósamdur við teimum sum halda, at Michael Rekling var inhabilur og tí noyddist at siga seg frá sum krivari í kanningarnevndin, sum kannar bankamáliði.

Hann heldur fyri tann skyld eisini kanningarleiðarin Bjørn Grønborg er habilur í hesum máli.

- Tað átti ikki at verið nakar trupulleiki at gjørt hesa kanning, tí hon er í veruleikanum bert eitt lítið mál, sigur advokaturin.


Advokatvirksemi

Advokatskrivstovur í Danmark hava størri samskifti við so nógvar aðrar stovnar enn statsministerrið. Skal eitt advokatvirki sum tað hjá ?Plesner og Grønborg³ sigast at vera inhabilt í bankakanningini í mun til aðara uppgávur, so steðgar alt upp.

- Vit kunnu taka dømi úr úr løgfrøðiliga heiminum og samanbera við hetta. Um vit generalisera, so kann ein dómari ikki hava lønarkonto í einum banka, sigur Jógvan Páll Lassen.

Hann heldur, at bankakanningin bert er áhugaverd á journalistiskum støði, men at einki veruligt hald er í hesum tíðindum.


Føroyingar skulu vera varnir í hesum máli

- Serliga vit føroyingar skulu vara okkum eitt sindur. Tað er t.d. eyðsýnt, at annar føroyski eygleiðarin fyri kanningina er dóttur Atla Dam, og at hin var eykamaður á tingi fyri Jógvan Sundstein. Báðir politikararnir hava ein týðandi leiklut í tí, sum kannað verður.

- Nú kenni eg ikki reglurnar fyri eygleiðararnar, men hetta ikki er dømi um inhabilitet, so veit eg ikki, sigur Jógvan Páll Lassen.

- Uppaftur stuttligari er tað, at føroyingar í løtuni kanna politisku viðurskiftini í áttatiárunum. Skrivarin

í 80¹ára-nevndini er samstundis løgfrøðingur hjá Atla Dam, tá hann hevur verið til avhoyringar í kanningarnevndini.


Í lagi at fáa málið lýst

- Er grundarlagið undir kanningini burtur, nú so nógv rumbul er um málið?

- Tað er ein politiskur spurningur, sum eg ikki kann svara, men eg haldi, at tað er í lagi, at vit fáa málið lýst.

- Sjálvur havi eg verið við í fleiri avhoyringum saman við viðskiftafólki mínum, og eg havi fult álit á kanningarnevndini.

- Á tann hátt, sum fundirnir hava verið, kann eg bert siga, at teir hava verið góðir og álitisvekjandi.

Jógvan Páll heldur, at tíðindini í seinastuni fyri honum bert ?stormur í einum evarsliga lítum snapsaglasi³,sum hann tekur til.

Fólkadómstólurin hevur dømt

- Tað er fólkadómstólurin, sum hevur dømt. Tað er djúpt ábyrgdarleyst soleiðis at leypa á, tí kanningin frammanundan er eitt so eymt mál, sigur Jógvan Páll Lassen.

- Hevur tað týdning fyri úrslitið av kanningini, at Machael Rakling hevur sagt seg frá sum skrivara?

- Michael Rakling hevur ongan týdning í málinum, sum nú er. Hin vandin hevði verið størri, um hann t.d., tá kanningin var liðug, fekk Den Danske Bank sum kunda. Tá kundu vit tosa um løn fyri bílagt arbeiði, sigur Jógvan Páll Lassen.