fleiri røddir hava tosað um, at rættast hevði verið at orðað skjalið í breiðari og meiri yvirornaðum vendingum. At tað skal berast so skjótt at nú fer ivaleyst at hava við sær, at hetta verður gongdin. Vi [...] Tað vil so vera, at onkur óvissa er, tá skipanin verður roynd fyrstu ferð. Fleiri hava givið til kennar, at valúrslitið átti at havt við sær, at løgmaður longu valkvøldið boðaði frá, at hann legði frá sær [...] fastan at fólkaflokkinum. Fyri sjálvstýrisflokkin er hetta sera snilt, tí tað so at siga ber trygd við sær um, at flokkurin kemur við í allar samráðingar. Innanhýsis rembingar Tað er eingin loyna, at í øllum
eisini roynt at tosa við teir, men uttan úrslit. ? Hesir báðir stovnar siga, at teir hava einki við hetta málið at gera og so vísa teir til Barnaverndina. Kann ikki krevja svar Men av tí at tað er mamman [...] við at henda, sigur Ólavur í Beiti. ? Tí; hevði tað ikki verði mundandi betri at latið barnið verði hjá pápanum í eini krepputíð, heldur enn at sleppa tí út í ongamannaland, har tað ongan hevur at halda [...] kann tað verða meiningin, at tú skalt eyðmýkja teg sjálvan soleiðis fyri at fáa hjálp, spyr Ólavur í Beiti. Hvussu hetta øki fer at verða umsitið í framtíðini er sjálvandi ilt at spáa um, men Ólavur setur
føðingardag umborð. Hetta er ein serligur háttur at ferðast, og eisini eitt serligt fólk. Er tað ikki tað vit øll siga, at vit eru ein serstøk tjóð, ja so serstøk at eitt prosent av henni heldur sína páskafrítíð [...] gongst at fáa eyguni saman, tá magin hevur okkurt at arbeiða við. Hvussu nógv verður skrivað aftrat her umborð, veit eg ikki, men kemur hugkveikingin og minnist eg á okkurt, sum eg havi gloymt at nevna [...] havi góðar vónir um, at tað verður tað sama í kvøld. Vit fara at kanna málið, tá klokkan er 18. Í gjár var etingin soleiðis hjá mær, at á middegi fór eg í land til indisk parið at fáa mær Fish&Chips, 3
dóttir at dustsúgva. Tað einasta sum kann síggjast á aldrinum er, at hann gongur eitt sindur framyvirboygdur, og at hoyrnin er byrjað at fara. Minnið er gott sum hjá fáum. Tað merkist týðiliga, at Martin [...] fekk eg at vita um fleiri av mínum ættarfedrum heilt aftur í 1700-talið. Martin er spentur at siga frá. Hann fer inn í kamarið og eftir lítlari løtu hevur hann funnið fram pappírini. Eg fái at hoyra søguna [...] Eg segði, at tað visti eg ikki. Vit tosaðu og bóðu saman. Tá eg fekk spurningin, hvønn doyði Jesus fyri, segði eg, at tað var fyri syndarar. Tá gekk tað knappliga upp fyri mær, at tað vil siga: Fyri meg
seinastu tvey árini, at Jóannes er farin at mála. »Eg eri fór í holt við at mála, tí eg hevði hug. Fyri meg hevur tað at mála nakað við kenslur at gera. Eg havi onga ætlan, tá eg byrji at mála. Hjá mær riggar [...] ið finst. Tað ljóðar so frelst at siga, at eg kenni tað sum eitt kall at gera tónleik. Men eg haldi, tað er tyðandi at virka í tí samtíð, tú livir í. Hóast hetta við at hava tvey arbeiðið og gera tónleik [...] og lag at ganga upp í eina hægri eind. Tað, eg royni, er eisini hetta; at fáa orð og lag at ganga upp í eina hægri eind, uttan at tað skal skiljast á tann hátt, at eg haldi meg vera líka góðan yrkjara ella
politiska pallin. Men eftir smílunum hjá tjóðveldismonnum at døma, so hevur hann megna at loysa hesa truplu uppgávu. Teir vóru fegnir um at tað var eydnast at fáa eitt samgonguskjal, har stórur dentur verður lagdur [...] áheitan - av at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin og fekk eitt satt kanónval. Høgni Hoydal fekk fleiri enn 1500 atkvøður og kom so rúkandi inn á ting og tá valið var av gjørdu hinir tinglimirnir av at velja hann [...] eitt samgonguskjal, sum staðfestir, at vit lýsa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt ríkið. ? Hetta er ein koyriætlan, sum sigur hvussu vit skulu fara fram og sum endar við at Føroyar verða lýstar sum ein suverenur
um ógreiðuna at tað á síðstu síður verður sagt at arbeitt verður fyri at vit fáa sjálvstøðugan limaskap í ST. Til tess krevst at vit eru ein statur, og so langt tykist ætlanin ikki at vera at fara. Sjálvur [...] Viðvíkjandi restina av samgonguskjalinum er tað at siga, at tað til forveksling líkist onnur samgonguskjøl. Orðingarnar eru sera rúmar, og tað ber als ikki til at siga út frá skjalinum um talan er um høgra- ella [...] Tað er eingin ivi um, at í Føroyum noyðast vit at samstarva um vit skulu kunna hóra undan. Hesin tørvur fyri samstarvi er ikki minst á tí politiska økinum. Tí fari eg at loyva mær at geva komandi andstøðu
skilja, hví toftamaðurin hoyknaði saman! ? Eg veit satt at siga ikki, hví eg fekk reyða kortið, segði Sámal Joensen og sá sannførandi út, meðan hann sat á áskoðaraplássunum og frøddi seg um avrikið hjá [...] komin til landið fyri at vera høvuðsbombari í B68 álopinum var fullkomuliga blindur ferðamaður. At toftamenn vóru vónbrotnir og gøtumenn sera fegnir eftir síðsta bríksl, er einki at siga til. [...] brotsteiginum hjá Sunnvardi Joensen. At tað harafturat eydnaðist hjá Magna Jarnskor at gera mál, tá tíggju minuttir restaðu av fyrra umfarinum, gjørdi tað minni torført at halda tørn, enn tað annars hevði
huga, at Føroya fólk er ikki áhugað í »ógvusligum broytingum« tá tað snýr seg um pensjónir. Tey halda ikki, at tað er rætt at tey sum forvinna mest, skulu hava fyrimun. Tey vilja heldur hava, at tað almenna [...] meiriluti fyri solidariskum tryggingum, so er sjálvandi torført at siga, í hvør er mest áhugað fyri privatum tryggingum, men eftir øllum at døma, so er tað yngra ættarliðið, sum er fyri privatum tryggingum [...] burtur, tá løgmaður útskrivaði løgtingsval. Fólkaflokkurin sat tá, sum nú í samgongu, og tí er mikið hugsandi, at teir aftur hesaferð fara at arbeiða við hesum málinum. Tað stendur ikki beinleiðis nevnt
heimaliðið, ÍF kom meiri við, og hóast teir so at siga ikki spældu seg til møguleikar, so megnaðu teir at javna. Bartal Eliasen smekkaði til úr 28 metrum, og bólturin sat í nettakinum aftanfyri ein í hesum førinum [...] tað er ein spurningur, um hann ikki hevði megnað at runnið bóltin upp, um hann ikki hevði verið darvaður av vøddaskaða, sum hevði við sær, at hann so at siga ikki sparkaði bóltin men bara tveitti hann. F [...] nógvar upplagdar málmøguleikar. Tað gekk illa at fáa ferðina nóg høga, og tað darvaði, at ov nógvar sendingar vóru ov lítið neyvar. Arnold Joensen royndi at seta ferð á, tá hann bjóðaði seg til í borðunum