hevur reitt bólini, og í dag liggja vit í broddi fylkingar, í hvussu er táið tað snýr seg um eitt mál sum okkara, magnfult, men lítið í stóra heimsvavinum av málum í brúki. Í Løkshøll í dag standa vit við [...] europearar fara at leggja land undir seg í hinum nýggja heiminum. Serliga í Afriku og í Latínameriku. Mál og mentan fylgja monnum í útrás, og skjótt dvína upprunamálini í tiknu londunum fyri europeisku tungumegini [...] er annars meginmál á Cape Verde oyggjum, í Guinea Bissau, Mosambik, Sao Tome & Principe, Eysturtimor, Macau og í Goa. Í fleiri øðrum londum verður málið tosað í smærri og størri høpum. Fleiri hundrað milliónir
fólk ikki rættiliga, og tí blómar slaturin og fer sum ein eldur út í Sandagerð, har presturin Thomas Pedersen situr í sínum »studerikamari« og í eina nýggja lestrarbók skrivar: »Havnar Kirkja 1901«. So er [...] bæði søgugongd og forvitni hjá lesaranum. Hví og hvussu er Dánjal í Køk deyður? Og hví stendur kistan í Sproytuhúsinum og ikki í kirkjuni? »Í morgin er aftur ein dagur« er triðja skaldsøgan hjá Oddvør Johansen [...] Dánjali í Køk stendur í Sproytuhúsinum er, at tann sjálvrættvísi danski presturin heldur, at Dánjal hevur gjørt sjálvmorð og tískil vil hann ikki lova honum í kirkjuna. Lesarin fær kortini tíðliga í søguni
á altjóða arbeiðaradegnum í ár. Í fyrsta umfari helt eg, at betur hevði verið, um arbeiðarin var sín egni talsmaður, tí politisku talsmenn arbeiðaranna hava einki ? og hava í longri tíð einki trúvirði [...] eisini skal verða hildin her hjá okkum í Fuglafirði í ár. Rithøvundurin, arbeiðarayrkjarin Carl Scharnberg sigur um áðurnevndu politisku og svikafullu talsmenn í yrkingini: Trúgv teimum ikki: Teir siga [...] tógvi stríð og strev, tí tey á »niðastu« rók í samfelagspyramiduni fingu ongantíð nakað givið úr erva. Á stovnandi aðalfundinum hjá 2. Internationala í París í 1889 avgjørdu luttakararnir, at 1. mai framyvir
Íslands. Sunnumorgun og spælast skuldi í Akureyrar kirkju. Høvdu góðar stundir og fleiri okkara fóru í svimjihøllina, sum var stutt haðani, vit búðu. Vit komu í prát við eldri mann, hann var ættaður úr [...] veggi, men ymiskt var við dirvinum. Hava í morgun verið og sæð nýtt, nýmótans virki her í býnum. Hetta er silda, loðnu og feskfiskahús, sum Sildavinnslan eigur. Alt er í arbeiðshædd og nýggja tøknin lættir [...] Heimferðadagurin Í morgun er frískur, kaldligur vindur og komin upp í hæddir, sóu vit nýlagstan kava. Onkusstaðni var eisini krapi á vegnum. Illa regnaði í Seyðisfirði, men vit vóru undir taki og høvdu onga
Sannleikin liggur ikki bara í fakta, men eisini í kenslum, sum bert kunnu lýsast sum fiktión. Slatursins offurbonkur Allar fyrst í hálvfemsunum spældi eg eina kabarett í Vági. Hon var ræðuliga vánalig [...] knappliga kenna vit, at vit eru betri enn tey, sum í gjár vóru so flott og smørt og kend. So tá Jan-Allan varð tikin fyri at lúra í einum solarium, fór tað sum eldur gjøgnum samfelagsins slatrikanalir. Almennar [...] ella so, kunnu kenna okkum aftur í. Og tí læra okkurt av. So hvat ólukkan skulu vit gera við hesa bókina? Hendan svullin av erligheit, sum Høgni Mohr brestir í gronina í okkum? Og hvat ólukkan skulu vit
teir dagarnar. Gálgaskemt í Hornbæk Eftir at hava ligið í strekki í tríggjar mánaðir á Ríkissjúkrahúsinum fyri at grøða brotið í rygginum, varð Heini fluttur til uppvenjingarstað í Hornbæk. At byrja við [...] einar 2.300 vinir. – Í dag er internetið tað, sum bilurin var, tá eg var ungur. Bilurin tá var brúktur at vinna tær eitt netverk. Í dag fert tú á facebook í staðin. Tilboðini eru mong í mun til tá. Eg haldi [...] Heini sum í dag 43 ára gamal og sjálvlærdur miðlagrafikari, minnist, at vinmenninir og hann sum dreingir plagdu at fiska um kvøldarnar. Í frítíðini íðkaðu teir fótbólt og hondbólt, og vóru teir í haganum
Hetlandi. Við tyrlu út í Atlantshav Hjarnar Djurhuus, umboðsmaður hjá BP/Shell oljusamtakinum, Árni Joensen, stjóri í Skipafelagnum Føroyar, limur í Oljuráðleggingarnevndini og nevndarlimur í Føroya Oljuídnaður [...] ikki man vera at vera sjómaður í dag, um tú gjøgnum internetið kanst fylgja við í nærum øllum, sum fer fram í heimlandinum. 8 milliardir Foinaven-oljuøkið varð funnið í 1992, 20 ár aftaná at oljuleitingar [...] spæla í EM undankappingini miðjan oktober. Alt Føroyar var á gosi. Navnframa fótbóltslandslið okkara skuldi aftur í eldin, hesaferð móti ongum minni enn tí skotska landsliðnum, sum er fastur fúsur í øllum
flogfarið í Reykjavík, og koyrdu vit beina leið í taxabilum til Hotel Cabin í Reykjavík, har vit skuldu gista í eina nátt, áðrenn leiðin gekk víðari til Keflavík, haðani flúgvast skuldi til USA. Í Íslandi [...] Finnbogi Midjord Í samband við innandurafótboltskapping í Washington DC, í døgunum 17 ? 18 mars 2000, fekk løgreglan í Føroyum eina innbjóðing at verða við til hesa kapping. Talan er um eina afturvendandi [...] náttina álopið, og so var eldur í. Kríggj varð so ført móti bretum frá 1777 til 1783, og hetta endaði við amerikanskum sigri, og Liberty Bell ringdi í táverandi høvuðsstaðnum Philadelfia í Pennsylvania. Ein grundlóg
ólík tíðin var fyri ein drong, sum hevði sín uppvøkstur í Kollafirði, í mun til í dag. Her hugsi eg ikki minst um tey mongu tól, sum vóru púra ókend í mínari tíð, men sum hvør drongur brúkar nú og stuttleikar [...] og hvat ið var í henni.Mamma hevði seymað mína tasku. Hon hevði honk og skuldi berast í hondunum. Hvat var so í henni? Tað var ABC bókin, ein lítil roknibók, ein talva og penalhús. Í tí var ein griffil [...] Johan: Nógv hendi við Sjógv Tað hendir mangan, at eg í tonkunum eri í Kollafirði, heimbygdini kæru við hábornum fjøllum umgird, sum Ásla Geyti sigur tað í Kollfjarðarsanginum. Nú eg skal festa á blað tey
ferð var í húsinum. Men sum vanligt var tá í tíðini, var tryggingarupphæddin minkað í sama mun sum skuldin í húsinum, tí varð endurgjaldið avmarkað. Óli og Johanna fingu frá Húsagarðsbóndanum loyvi til [...] Havnar, har teir vórðu í varðhaldi. Tá var Týskland í kríggi og hevði brotið ta uttanveltaðu støðu, sum Danmark tá var í. Johan Norðfoss var ein av vaktarmonnunum og hevur hann í Miðvikuni greitt frá [...] lítið lán í sparikassanum. Henda skuld píndi tey, tað var ein skomm at skylda í egnum húsi! Afturat hesum kom at húsið mátti tryggjast, og tað kostaði eisini. Hetta kom teimum til góðar, tá ið eldur eina ferð