Johan Hansen: Barnaminni úr Kollafirði í 1920-unum

Tann skjótt 95 ára gamli Johan Hansen úr Kollafirði er ein frálíkur frásøgumaður, sum tað gekk sjón fyri søgn í Miðvikuni herfyri, tá ið hann greiddi frá sínum skipslívi. Vit hava nú fingið forkunnugar frásagnir frá Johan um minnir frá dreingjaárunum í Kollafirði fyri 80-90 árum síðani

1. partur
-----
Johan hevur búð meginpartin av lívinum í Danmark, har hann hevur verið trúboðari hjá heima­missiónini. Hesin partin av hansara virk­semi kemur seinast í hesi røð.
Tað er einastandandi, at ein nær­um 95 ára gamal maður við framúr vakrari handskrift kann greiða so nágreiniliga frá sínum minnum á nærum feilfríum føroyskum. Tað er eitt kvett, at hesar endurminningar kunnu koma fram og varðveitast.

Johan: Nógv hendi við Sjógv
Tað hendir mangan, at eg í tonk­un­um eri í Kollafirði, heimbygdini kæru við hábornum fjøllum um­gird, sum Ásla Geyti sigur tað í Koll­fjarðarsanginum. Nú eg skal festa á blað tey mongu minni, sum koma so livandi fram, má eg ásanna, at her er nóg mikið til fleiri bøkur.
Tí má eg velja nakað burtur úr, og tað verða dreingjaminni frá eini avmarkaðari tíð, skúlatíðin frá 1924-31. Eisini av minnunum frá hesi tíð verður tað bert talan um ein lítlan part. Men hetta sigur nakað um, hvussu ólík tíðin var fyri ein drong, sum hevði sín uppvøkstur í Kollafirði, í mun til í dag.
Her hugsi eg ikki minst um tey mongu tól, sum vóru púra ókend í mínari tíð, men sum hvør drongur brúkar nú og stuttleikar sær við.
Kollafjørður sum bygd man vera tann longsta í Føroyum. Býlingarnir eru nógvir frá norðuri í Sundi til Signabø.
Hvør býlingur hevði sín sam­leika. Tá ið tosað var um til dømis íbúgvarnar á Miðgerði, so var tað “miðgerðafólkið”, sum var eitt ser­stakt fólkaslag. Soleiðis var í hvørj­um býlingi. Eitt heiti var fyri hvønn býling, men øll vóru kortini koll­firðingar.
Tann býlingur, sum eg serstakliga vil taka fram, er við Sjógv. Hann var á ein hátt miðstøðin í bygdini. Her lá kirkjan og liggur har enn. Skúlin var har eisini. Bygningurin var úr góðum tilfari, føroyskt grót. Hann stendur enn, men er nú bygd­ar­savn.
Og so var tað tey tvey bónda­hús­ini. Annað var Tinggarður við Djur­huus­ættini og teimum yrkjarum, sum har høvdu verið. Tinggarður sum bygningur er ein long lon við trim­um íbúðum. Miðjan av lonini var íbúð til bóndan, sum tá var Jens Kristian Djurhuus. Til dagliga komu ikki nógv fólk har. Men eina­ferð um árið fyltist roykstovan við monnum. Tað var, tá hildin var grannastevna, har sýslumaðurin skipaði fyri. Vit dreingir, sum høvdu hug til tess, hildu tað vera stuttligt at hoyra menninar kjakast um tey ymisku viðurskiftini. Tað hendi eisini, at teir vóru sera harðmæltir.
Einaferð minnist eg, at á skránni var tarin, sum í brimi skolaði á land. Spurningurin var, hvør ið átti hann. Tarin var góður at brúka sum tøð, og hesum høvdu allir brúk fyri.
Í Tinggarðinum høvdu tey ein­astu myllu í bygdini. Hon stóð tvørt­ur um eina lítla á innanfyri hús­ini. At fólk komu hagar at fáa malið bleiv sjáldnari og sjáldnari og doyði heilt burtur. Myllan bleiv seinni niðurtikin. Eg var eina ferð har við abba, Dánjal í Homrum, við korni, sum skuldi malast. Eg kom eisini at eta drýl av tí mjøli, sum var malið tá.
Frá Tinggarðinum fara vit so til Sjóvargarð, sum lá nærri sjónum. Ja, hann lá so nær sjónum, at ein garður var gjørdur fyri at verja bygningarnar móti brimi. Lonin var long. Í tí innasta endanum var roykstovan. Hon var stór. Nakrir rokkar vóru á vegginum. Eina ferð høvdu teir verið í brúk. Nú var tað meira sjáldan. Har afturímóti vóru beinkirnir úti við veggin nógv nýttir, tí har kom nógv fólk. Har hugn­aðu menn sær, tá veðrið var ólagaligt, eisini um kvøldini. So var kvøðið og ymisk viðurskifti vórðu tikin fram. Politiskt kjak kom eisini fyri.
Sjóvargarður hevði eisini handil. Hann var beint heimanfyri lonina. Handilshúsið hevði høgan kjallara, og har var ein nakað høg trappa upp í handilin. Hann hevði stóran disk. Uttanfyri diskin var gott pláss við beinki fram við vegginum. Hesin bonkur var nógv nýttur. Her kundu menn sita og roykja. Teir kundu stappa pípuna við tubbaki, sum stóð á diskinum. Skrá kundu teir eisini forsýna seg við. Spýtibakkarnir vóru fleiri, sum eisini vóru neyðugir hjá teimum, sum skráaðu. Her var tosað um mangt og mikið.
Bóndin við Sjógv hevði eisini postin, so posthúsið var eisini í handl­i­­num. Tað lá eisini á honum, at vøra og mjólk kom umborð á mjólkar­bátin, og at vøra eisini kom í land. Her komu og fóru eisini tey fólk, sum ferð­að­ust við mjólk­ar­bátin­um, serliga til og úr Havn. Tað kostaði 25 oyru fyri hvønn persón. Sjóvar­bóndin tá var Johan Dam.
Komu yrkjararnir Djurhuus úr Ting­garðinum, so høvdu politik­arar­nir Dam teirra røtur i Sjóvar­garði.

Fyrsti skúladagur
Eg fari eisini at greiða frá mínum fyrsta skúladegi. Hann var ein merk­isdagur fyri meg sum hjá øllum øðrum.
Eg hugsi um skúlataskuna, og hvat ið var í henni.Mamma hevði seymað mína tasku. Hon hevði honk og skuldi berast í hondunum. Hvat var so í henni? Tað var ABC bókin, ein lítil roknibók, ein talva og penalhús. Í tí var ein griffil og ein blýantur. Ein lítil njarðarvøttur var til at turka talvuna við. Eg hevði funnið hann í fjøruni og hevði so goymt hann til henda hátíðarliga dag. Lærarin og eg kendust sera væl, og eg gleddi meg til at vísa hon­um, hvat eg kundi. Eg hevði fleiri systkin, sum gingu í skúla. Tey høvdu roynt at fyrireika meg so væl sum gjørligt til henda stóra dag. Eg dugdi eisini nakað, kendi bókstavirnar, og kundi eisini skriva flestu teirra. Eisini kendi eg tølini og dugdi at leggja eitt sindur saman.
Men so var tað so snópisligt, at eg púra einki bleiv spurdur um hendan dagin, so eg kundi vísa, hvat eg kundi. Vit fingu heldur einki lært henda dagin. Vit blivu bara skrivað í eina bók hjá læraranum, fingu at vita, hvar vit skuldu sita, og hvørjum vit skuldu sita saman við. Vit skuldu eisini vísa, at vit høvdu ta neyðugu útgerðina í taskuni. Tað var ikki leingi, so vórðu vit send heim aftur. Men tað komu aðrir dagar.

Spøl
Til minnini er eisini, hvat vit dreingir spældu við. Tað máttu vit fyri tað mesta sjálvir finna uppá. At renna dyst varð gjørt alla staðni. At reka grind, tað var nakað annað. Her vóru nakrir dreingir útvaldir til at vera hvalir. Teir høvdu fastar reglur at ganga eftir, hvussu manna­gongdin skuldi vera, tá teir vóru riknir, særdir av skutli ella hval­vákn­um og sjálvandi, tá teir vóru dripnir. Grinda­dráps­menn­inir høvdu eisini teirra reglur fyri, nær váknið skuldi brúkast, stingast skuldi og hvar.
Skutil og hvalvákn, sum var tað sama, vóru nýggir hømuliðustokkar og leggir. Teir vóru so bleytir, at sjálvt um hvalurin varð raktur og doyði av stinginum, so særdi hann veruliga ikki. Tað rann einki blóð. Av tí at hømuliðuleggurin var einasta forsvarliga vápn, so var tað bert ein stutt tíð á árinum, vit kundu spæla grindadráp.
Vit spældu eisini, at vit vóru til skips við slupp. Vit høvdu einar tvær av teimum. Tær høvdu last. Vit tóku salt til hvønn túrin, og tá var farið í fjøruna at fiska murtar. Teir vórðu flaktir og síðan saltaðir niður í lastina. Meiningin var at turka hann til klippfisk, men so langt kom vist eingin.

Egna kommunu
Vit dreingir, ið búðu uppi við bø­garðin i bygdini, skipaði okkum í eini kommunu, høvdu sóknarstýri og skuldu gjalda skatt. Ein av upp­gávunum, sum kommunan hevði, var at gera ein veg omanfyri bø­garðin. Hann skuldi vera so breiður og góður, at tað kundu súkklast á honum.
Eina smiðju høvdu vit eisini og samanbygd við henni var eitt høli til møti og hugna. Tey vóru ikki fá, ið vitjaðu okkum.
Eitt arbeiði fingu vit frá Kolla­fjarðar Kommunu. Tað var at gera blikklok yvir blekkhúsarnar í skúla­borðunum. Tað vóru vit nakað erpnir av. Táverandi sjóvarbóndi Johannes Dam rindaði kostnaðin.
Var tað so frægt av kava, varð skíðifjølin tikin í brúk. Skíðifjølin var tveir eins tunnustavir, ið ikki máttu vera ov boygdar, ei heldur vera ov stuttir.
Teir tveir tunnustavirnir vóru negldir saman við einum oka framm­an og einum aftan. Eitt sterkt men ikki tjúkt band var fest fyri framman. Tað bandið var bæði til at draga skíðfjølina við og at halda í við vinstru hond, tá vit fóru fúkandi oman brattlendinum. Í høgru hond høvdu vit ein stav at stýra við. Av hesum kann skiljast, at vit komu eftir liðini, og ikki sum við vanligari skíð, har tvær skíðir eru leysar av hvørji aðrari. Vit høvdu tær tvær fjalirnar negldar saman.
Var kavin so nógvur, at vit mettu líkindi vera at fara heilt til fjals, so tók tað so langa tíð at koma til fjals, at vit bert kundu gera tveir túrir á alljósum degi. Ferðin frá fjals til fjøru vardi bara 7-8 minuttir. Tað skuldi dugnaskapur til fyri at klára henda túrin. Men spennandi var tað.
Men tað var ikki bara at aka skíð, tá ið kavi var. Vit bygdu eisini sera góð kavahús, har vit hugnaðu okkum, tá ið tað var blivið myrkt. So vóru stearinljós tendrað, og borðreitt varð við turrum fiski og spiki. Eisini sungu og kvóðu vit eitt sindur. Genturnar vildu eisini hava kavahús, so tað máttu vit dreingir ofta taka okkum av.

Kríggj í Kollafirði
Vit dreingir frá teimum ymisku býlingunum samdust væl. Men so var viðhvørt kavakríggj okkara mill­um. Tað vil siga millum teir uttan fyri Miðgerð – Kjalnes og norðuri í Sundi og okkum heimanfyri ánna. Tað var sent krígsboð um tíðina, tá ið kríggið skuldi byrja. Annaðhvørt ár byrjaði kríggið, tí dreingirnir norðan frá høvdu sníkt seg yvir um mark, ánna, og nú skuldi fíggindin rekast norður um ánna aftur. Og annaðhvørt ár var tað so dreingir, ið vóru farnir norður um mark, og so fingu vit boð um at fara í kríggj. Einasta vápn, ið nýtast mátti, var kavablak. Men tey vóru heldur ikki spard.
Vit spældu eisini, at vit vóru bøndur. Vit høvdu seyð, og tað var horn. Fjall var eisini gingið. Hornini vóru so fylt í ein posa, og so var gingið heilt niðan undir hamaran. Har var stoytt úr sekkinum, og hornini vóru so bóltað oman eftir í rættina, sum lá niðri við bøgarðin.
Vit høvdu eisini neyt. Tað var kjálkabein av seyðarhøvdum. Neyt­ini stóðu fyri tað mesta í básinum alla tíðina. Tað var mest meðan vit vóru smáir, at vit spældu bóndi.
Vit skuldu eisini gera nakað til nyttu. Her hugsi eg serliga um, tá ið torv skuldi skerast og turkast. Vit kundu bera burtur. Tað var at bera tað nýskorna torvið út á vøllin, har tað skuldu turkast. Tað var eitt skitligt arbeiði. Síðan skuldi torvið, tá tað var eitt sindur tornað setast upp – reisast. Tá tað so var turt, skuldi tað berast í krógv. Tað kundi vera hugnaligt at vera í torvi. Her minnist eg serliga, tá tendraður varð eldur. Ketilin varð settur útá at kóka vatn til te ella kaffi. Døgurðin var eisini kókaður har. Sum tann døgurðin smakkaði væl, har hann var settur á ein stein og vit ótu, meðan vit sótu í grasinum!
Eisini skuldu vit hjálpa til, tá ið eplini skuldu setast niður. Líka­leiðis skuldu vit hjálpa til við hoygg­ingini.

Hugvekjandi Kingosálmar
Eitt minni, sum aftur og aftur kemur fram fyri meg, er tá eitt gamalt fólk fór til gravar, og hevði ynskt, at tað skuldu syngjast Kingosálmar. Hetta var so sjáldsamt fyri okkum at hoyra hvussu orðini í sálmunum vóru toygd, so tað tók eina góða løtu at syngja hvørt ørindi. Tað vóru seks sangarar, sum gingu framman fyri kistuna. Teir vóru allir nakað gamlir menn í føroyskum klæðum, eisini tað morreyða kotið. Allir høvdu teir stórt skegg, sum røkk langt niður á bringuna. Vit dreingir spurdu hvønn annan, um teir mundu kappast um at hava tað størsta skeggið. Sjálvir vóru vit ikki í iva um, at tað var Miðgerðabóndin, Janus, sum var vinnari.
----


Komandi partur:
Í komandi parti greiðir Johan millum annað frá eini sjáldsamari sangkapping í Kollafjarðar kirkju