búsettust í Múla. Í 1958 flyta tey til Klaksvíkar. Tey fingu átta børn, og tey eru: 1. Sunneva, f. 1933. Gift í 1953 við Frits Olsen í Klaksvík. Eigur trý børn. 2. Jana, f. 1934, gift í 1954 við Andrias [...] fyrsta Lützen í Føroyum. Hon hevur fingið niðurskrivað sína søgu, eisini sum prestakona á Viðareiði. Her er ein sera áhugaverd lýsing av lívinum í prestagarðinum. Søgan stóð í FF-blaðnum í 2003. Johannes [...] 1948 í Klaksvík, 80 ára gomul. Tey fingu níggju børn: 1. Else Malene f. 1895, gift í 1932 við Sámal Jákup Olsen f. 1893 í Skúvoy, har tey búsettust og fingu 2 børn. 2. Jóan Heine f. 1897, giftist í 1929
ung í junimánaða. Næmingar bæði í hádeild fólkaskúlans og á miðnámi eru stundum í døpurhuga, tá ið ummælisblaðið verður handað. Teir samanbera tað ársmet, teir høvdu væntað at fingið í eini [...] Undirvísingargransking í Týsklandi Týski professarin í námsfrøði, Andreas Helmke, skrivar í bókini “Unterrichtsqualität und Lehrerprofessionalität” (2017), at í eini fullkomnari skúlaverð [...] próvtal. Serliga eru tað foreldur, ið hava høga útbúgving, og/ella sum eru í leiðandi størvum, ið halda seg hava rætt til at taka upp samband við læraran. Í eini danskari kanning um próvdøming
kinesiska despotinum, Mao-Tse-Tung, í einum fittligum sprossaglugga úti á Reyninum í heimsins nalva. Tórshavn. Hetta var í sjeytiárunum. Tærið rakk ikki og mundi fara til botns í íðuni, sum var uppi, táið hin [...] funktiónir í Føroyum og í somu syftu skipa statin eftir einum degi, hetta er andsøgn, ið er sum eldur og vatn. Síðani hoyrdist lítið og onki til hetta málið aftur fyrrenn samtyktin um Føroya fólks kom í ljós [...] Verður lopið á aftur, og onkur heldur at tað er í minna lagi av granatroyki í mýrulendinum, so liggja nakrar politiskar handgranatir eftir í skápinum, her í bunkaranum á Langanesi, klárar at leypa út - skuldi
sum annars skriva í bløðini, so tað kundi gjørt tað sama. Í 2. Tim. 2, 16-18 ávarar Paulus Timoteus, og biður hann halda seg burtur frá vanheiløgum tómum tosi! Tí tey fara altíð longur í gudloysi, og orð [...] at nakað menniskja hevur uppiborið at fara í eldsjógvin. Men ta er tí, at tú sært ikki tað álvarsama í at synda (uppreistur ímóti Gud). Vit hava revsireglar í Føroyum. Hvussu hørð straffin er, veldst um [...] uppá, finnur tú í Bíbliuni. Og tað er bara ein, sum kann opna eyguni, so vit skilja tað, vit lesa, tað er Heilagi Andin. Hann tekur bústað í teimum, ið trúgva, og knýtir tey øll saman í eitt likam, Kristi
visjón. Vit møta hesi hugmynd longu tíðliga í hansara virki, borna fram í kámari strikumynd í summum av hansara yrkingum, meira neyvt lýsta eitt nú í onkrari røðu. Í fáum orðum lýst er henda hugmyndin ein [...] Hesin stóri spurningur kann býtast sundur í tveir undirspurningar. Í fyrsta lagi kann tá verða spurt, hvørjir megintræðrirnir vóru í skaldsins lívi og virki. Í øðrum lagi kann ein spyrja, hvat er eftir [...] tey óviðkomandi í dag. Nógvar av teimum metingum og forsagnum, sum virdir marxistiskir søgufrøðingar í mínum uppvøkstri førdu fram um homo sovjeticus ella Sovjetsamveldisins framtíð, eru í dag gloymdar -
samleika, kom hann at sveima í leysum lofti tjóðskaparliga. Hetta akkersloysið var bara ein táttur í einum nógv víðfevndari rótloysi. Í PRESTASKÚLA Í TIFLIS JOSEF DJUGASHVILI dugdi væl í skúlanum, serliga søgu [...] lært henda dogmatiska katekismus-stílin í prestaskúlanum í Tiflis. Í sambandi við gudfrøðiskúlan í Tiflis heftir ein seg annars við tvey eyðkennir. Skúlin umboðaði í fyrsta lagi tað russiska hjálandaveldið [...] EIN GUDUR Í ANDALEYPI VALDSHARRIN Í Kreml hevði í mong ár havt tann vana at sita uppi til langt út á morgunin. Saman við honum vóru vanliga nakrar av teimum eltibløðrum, sum í o.u. eina fjórðingsøld høvdu
eisini umrøddu sjúkrasystrina í Hverðagerði, nærindis Reykjavík, har hon búði. Vit høvdu samband í nógv ár. Hon segði, at hon mintist hendingina við okkum trimum, sum var tað í gjár. Beinleiðis til skips [...] fiskibáti og so við rutubussi til Reykjavíkar. Tá vit høvdu verið í nakrar dagar í Reykjavík og búð hjá amerikanarum, fingu vit pláss at búgva í eini barakk. Har kom fólk, sum var torpederað á rutuni frá [...] og vóru á Havnini tann 4. november, sum skipbrotið var hent 7. september. Vit komu í land niðri í Vágsbotni. Tá eg kom í land var genta mín, Herborg, har. Hon hevði frætt, at vit skuldu koma. Eg gisti á
(Hendan greinin stóð í Vikublaðnum 23. januar í 2017) Eg visti slett ikki, hvat hann meinti við, men tá var tað farið at goysa. Skiparin bað okkum koma oman í havnina og oman í bátin beinanvegin. Tá vit [...] vit hugdu út, stóðu eldsúlur longu upp úr fjallinum, sigur 79 ára gamli sumbingurin í Vestmannaoyggjunum, Varnik Niclasson Tá Vikublaðið vitjaði í Íslandi í heyst, vitjaðu vit eisini ein dag í Ves [...] vorðið var, stóðu eldsúlur longu upp úr fjallinum. – Hetta sá út sum eitt snarlás, sum mikil eldur kom upp úr. Varnik sigur, at tey slett ikki høvdu roknað við hesum, men um kvøldið hevði verið ein
fann teg í kvæðum, sum fólkins varrar lyftu úr øld í øld, eg fann teg í søgum og sagnatali, har fólksins brøgd vóru tøld, eg fann teg í mjúkum barnaljóðið, sum sungið varð vetrarkvøld. Eg fann teg í orðum [...] her munnu vera føroysk foreldur í dag, ið bert kenna seg heima í tí málinum, ið varð skrivað í 1950-60 árunum? Men eg skal viðganga, at Heri Mohr man hava púrasta rætt í, at øll “eldri fólk” ikki munnu [...] kortini neyvan at loypa kvøkk í nakran at fáa at vita, at soleiðis er støðan eisini í grannalondunum. Orsøkin er tann, at bæði málið sjálvt og mikið annað broytist í samfelagnum í einum og hvørjum landi. Har