høvdu møguleikan fyri at varðveita føroyameistaraheitið. Málið gav sumbingum eyka trúgv upp á sakina, og løtuna eftir málið stríddust teir sum úlvar fyri at forða HB-liðnum í at koma fram til nakrar málmøguleikar [...] spurningur um tíð, áðrenn HB hevði fingið fatur á dystinum og tryggjað sær neyðugu stigini, sum skuldu til fyri at fáa meistaraheitið í hús. Og uttan at spíla seg alt ov nógv út vann HB trygt 4-1. Sumbingar hava [...] at sorl var í luftini, og liðið hjá Sumba hevði allan heiður av dystinum móti sterku yvirmaktini ? og teir kundu heldur ikki leggja meinbogar fyri HB. HB-liðið spældi uttan liðskiparan Rúna Nolsøe á miðjuni
alskyns greinum frá blóðrensli til havstreymar, frá jarðargróðri til stjórnmál, frá búskapi til gud vit hvat, alt hetta fólk fær í núlidna heiminum hjá Kundera annaðhvørt løn fyri at tekkjast, góða løn og bestu [...] tað sama kvøldið, sum Rikard Long, sáli, fekk M.A. Jacobsen virðislønina handaða fyri sítt drúgva arbeiði til frama fyri føroyskar bókmentir. Eg var sjálvur nústani farin at stetla bókmentaliga um hetta [...] ritstørv síni hevur Ebba eisini gjøgnum árini gjørt eitt stórt og virðismikið arbeiði fyri føroyskar bókmentir sum umboð fyri Føroyar í norðurlendskum nevndum, millum annað í norðurlendska bókasavns- og týð
høvundin farin til verka og hevur brúkt ár til kanningararbeiðið. Bæði á skjalasavni og rættiliga nógv privat skjøl og samrøður eisini. Tó haldi eg, at hann kundi havt stytt okkurt nakað væl. Til dømis allar [...] víkir petti fyri nútíðar røvarasøgum við bæði ólevnaði og øllum tí, ið til hoyrir. Hann rør fram undir, at kynsligi ólevnaðurin á Norðtoftum og í grannalagnum mundi einki standa aftan fyri tað, vit kenna [...] bara »fínar greiðir« soleiðis at fáa eitt sindur av kennskapi til tey, ið undan eru farin og hava skapt hendan góða úrmæling og fingið hann til tað, hann var. Tí eingin ivi er um, at hann var nakað. Men einki
virðing fyri okkum. Við einari varligari 4-5-1 løgdu teir so als ikki upp til nakað stormálop móti okkara. Todi fór Í fráveruni hjá Una Arge varð tað ikki óvæntað Kurt Mørkøre, sum varð valdur til makkara [...] sonn perla fyri ein áleypara, tá hann í røttum forward-stíli fekk sett eina langa tá á bóltin, so hesin kundi spíla meskarnar aftan fyri Besic í málinum hjá Luksemburg. At sjálvt uppspælið til málið eisini [...] takkaðu føroyska stjørnuleikaranum fyri avrikið, so var greitt, at teimum so als ikki hóvaði hendingina. Tað sama tóktist tó ikki á nakran hátt at vera galdandi fyri leikararnar hjá Luksemburg. At Føroyar
Samstundis gav nýggja yvirvaldið býnum nýtt navn til heiðurs fyri Ho Chi Minh, sum stovnaði tann vietnamesiska kommunistaflokkin, og sum frá 1946 til hann doyði í 1969, var forseti í Norður-Vietnam. Í [...] ikki minni enn fýrati fermetrar til støddar. Hesin vísir hvussu vietnamesiska fólkið hevur livað í 1.500 ár. Málningurin hongur fyri endan á hølinum, sum nýtt varð til uppihaldsrúm, áðrenn farið varð inn [...] stendur og biður um umbering fyri bugluna á kúfangaranum, er bert eitt av teimum tíggjutúsundtals fólkunum, sum koyra á motorsúkklu í býnum. Hon hevur eitt turriklæði fyri nøsina og munnin, er í handskum
liggja fyri framman. Í sínari frásøgn segði formaðurin soleiðis: - Tað er mær ein gleði og heiður at bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin til 50 ára veitsluna hjá felagsskapinum. Aftan fyri Skálafjarðar [...] stovnaður fyri hálvari øld síðan, var fólkatalið umleið 4.400. SKS fevnir um eitt rættiliga vítt øki - av Eystnesi og norður til Funnings. Formaðurin í tilbúgvingarnevndini vísti á, at í stýrinum fyri Skálafjarðar [...] ingarleiðarin til fundirnar. Í stýrinum sita nú: Hans L. Djurhuus, sum umboð fyri fútan, Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari, Pauli Poulsen, Terje Vestergaard og Tórbjørn Jacobsen fyri Runavíkar kommunu
hendan spurningin: Hvussu tað ber til, at Dimma hevur yvirlivað øll hesi árini. Til hetta svarar ábyrgdarblaðstjórin, at tað ikki er so løgið, tí øll lond hava brúk fyri eini avís. ? Eg giti, at tað í fyrstuni [...] ímynda mær at seta mark fyri lýsingum. Sum oftast ber til at tosa við viðkomandi lýsara, um okkurt ideologiskt ella annað er í lýsingunum, sigur blaðstjórin, sum tó sigur seg kenna til dømi, har tað eftir [...] Emil Bruun, S. E. Müller, Poul Niclasen og Georg og Benny Samuelsen, bert fyri at nevna nakrar. Tað er av røttum ein heiður at kunna vera blaðstjóri á Dimmalætting". Hesi orðini segði núverandi ábyrg
sum er til signing fyri alt Kristi likam. Tað grípur meg at síggja hvat hendir, tá ið miðdepulin er krossur Jesusar. Menniskju gerast brennandi fyri Jesusi og gjalda fyri at fáa evangeliið út til sínar [...] heitinum ?Frá Minus til Pluss?. Ein veking fyri evangeliinum sær út til at vera byrjað. Hetta tiltakið, sum alt var fíggjað við gávum, kostaði í 1995 30 milliónir D-markar, sum eru goldnir til síðsta oyra. Gleði [...] Grønland og Føroyar fyri tørni. Ymsar ákoyringar Reinhard Bonnke sigur, at ikki øll hava verið líka glað fyri tiltakið. Óndar tungur hava ákært hann fyri at vilja heysta æruna ella at syrgja fyri sær fíggjarliga
gerst alt sjónligari. Ikki eitt einasta málsøkið er fyrireikað til yvirtøku, og prísurin teir hava goldið fyri lovaða landi, er knæfallið fyri nýliberalismuni hjá Fólkaflokkinum. Formaðurin førir seg framhaldandi [...] búskapurin kann verða fyri hóttafalli, og at vit eiga at vera varin í okkara metingum um búskaparvøksturin, svara teir aftur við at leingja teirra búskaparligu vakstrarlinjur heilt upp til himmals. Einfalda [...] Hvør eigur yvirskotið á fíggjarlógini? Eru tað tey foreldrini, ið ikki sleppa til arbeiðis, tí tey ikki fáa nøktandi ansing til børnini? Eru tað tey sálarsjúku, ið liva undir ómennisjaligum korum? Eru tað
sunnukvøld eftir sunnukvøld alt vetrar-hálvárið, og nógv eru tey, sum eru takksom fyri tær undirhaldandi løturnar har. EJ skipaði fyri upplýsandi fundum, debattfundum, fyrilestrum og alskyns kappingum. Men hann [...] kann eg nevna, at hóast loysingarmenn í dag hava lyndi til at patentera flaggið, so vóru tað avgjørt ikki teir, sum í síni tíð gingu á odda fyri Mílaflagginum. Tvørturímóti. Emil var bestemt ikki loys [...] vóru persónligir vinmenn hjá Emil J., sum hevði analoga politisku støðu til suverænitet sum teir. Hetta kann vera ein grund til, at menn ikki vilja góðkenna EJ sum flagg-skaparan, tí seinni andstøðumenn