Síggja tey ikki eina rímuliga forrætning í at gera íløgur í Føroyum, so gera tey tað ikki. Tað er heldur ikki nakað tey royna at dylja í samskiftinum við okkum, hetta, at tey hava profittáhugamál og síggja [...] við, at tað í longdini fer at gagna Føroyum meira at fáa nógv ymisk feløg við so ymiskum hugskotum sum gjørligt inn at leita. Vandin er tá heldur ikki so stórur fyri, at landið verður so heft at kanska [...] viðgerast. Av tí at hetta er heilt nýtt fyri fyrisitingina, so kann roknast við, at hetta eisini fer at merkja arbeiðið. Tvs. at fyrstu loyvini verða neyvan latin fyrr enn seint í 98 ella tíðliga í 99. Góður
varð stýrið í oynni í tveir dagar herfyri og vitjaði í øllum bygdum at kanna umstøðurnar og, um høli eru í teimum ymsu bygdunum, sum tað ber til at hava tiltøk í. Stýrisfundurin var á Hotellinum í Øravík herfyri [...] húsið eisini høvi at hitta umboð fyri allar kommunurnar í Suðuroynni. Norðurlandahúsið varð tikið í brúk í 1983, men tað var longu í 1972 at Erlendur Patursson skeyt upp í Norðurlandaráðnum at fáa eitt slíkt [...] fundinum, at tað hevði verið tveir vælsignaðir dagar í Suðuryonni og eitt satt upplivilsi at. Hon, sum kom úr hinum endanum í Føroyum, hevði ikki verið so oftani í Suðuroy, men hon helt, at tað hevði borið
trygt kann nýtast í teimum sera ringu umstøðunum, sum um veturin eru við Føroyar, helt hann. ? Eitt vaktar- og bjargingarskip skal kunna sigla í øllum veðri, tí eigur at havast í huga at gera umstøðurnar [...] manningin er stúvað fremst í skipinum, har mest óliviligt er. Tí mælir Henrik Old til, at í projekteringsætlanini verður dentur lagdur á, at manningarrúmini verða bygd afturi í skipinum. [...] sum av kønum monnum ikki verður hildið nóg vælegnað til bjargingarskip, so trygdin hjá sjóvinnuni við Føroyar er ikki nóg góð, segði Henrik Old. Hann segði víðari, at Javnaðarflokkurin í seinastu tingsetu
og illgitingar í, sigur Tórfinn Smith Annars sigur Tórfinn Smith, at júst hetta málið hevur so ofta verið viðgjørt í býráðnum og í so nógvum nevndum. Tí heldur hann einki løgið vera í, at málið nú er komið [...] heilt róligt - og ikki loypa fram av í málinum um hotellbygging í Havn. Hetta sigur Tórfinn Smith, býráðslimur, sum eisini er limur í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, í samband við tað [...] tað, sum formaðurin í nevndini, Jan Christiansen segði við Sosialin í gjár. Eitt er tað, at hann leggur okkum politikarar undir at leka tíðindi - at slatra. Tað kunnu vit liva við. Men tað sum mær dámar
norðmaðurin at tosa við føroysk fótbóltsfólk, og helst verður eisini ein avtala gjørd við Jákup í Stórustovu í Havn um, at hann skal umboða norska felagið í Føroyum. Tá vit í gjár fingu fatur á Jákup í Stórustovu [...] kann hetta ikki føra til ósemjur í B36 ella við onnur feløg? Hetta hevur einki við B36 at gera, og norðmaðurin kemur til Føroya fyri at hyggja eftir føroyskum fotbólti sum heild. Mín framtíð í B36 veldst [...] Lagt merki til úrslitini Fyrr í vikuni skrivaðu vit , at Julian Johnsson hevði verið í Italia og roynt seg í einum 1. deildarfelagi, og seinni í ár skal hann til Noregs at royna seg. Tað eru slíkir møguleikar
aftur í, at teir vunnu FM bæði í fjør og í fyrraárið, og í at teir hava vunnið steypakappingina trý tey seinastu árini. Men tá farið varð undir landskappingina í vár høvdu teir í Runavík ikki tær stóru [...] var, at hugburðurin var ikki nóg góður tað var eyðsýnt, at ungu menninir hildu, at hetta fór at vera lættari, enn tað vísti seg at vera og hin var, at teir lossaðu ov nógvar langar bóltar fram í staðin [...] Sjúrður í Skemmuni, Jan Nónklett og Ken Nónklett eru í ferðalagnum hvørja ferð U-16 landsliðið fer av landinum. Hvussu hevur verið og ikki, so hevur hilnast væl hjá NSÍ unglingunum í ár, og eftir at teir
er harvið ikki sagt, at tær fara at spæla í 1. deild komandi ár. Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum í februar varð samtykt, at talið á liðum í bestu deildini skal lækkast. Gjørt varð av, at aftasta liðið [...] liðið í bestu deildini skal flyta beinleiðis niður í 2. deild, og at næstaftasta liðið í 1. deild skal spæla ímóti vinnaranum í 2. deild um rættin at spæla í bestu deildini komandi ár. Tað resta framvegis [...] Kvinnurnar hjá NSÍ ætla sær at spæla í 1. deild komandi kappingarár. Í 1995 fluttu tær niður, í fjør var tætt við, at tær vunnu plássið aftur, og í ár hava tær gjørt eina nýggja roynd, sum fyribils hevur
vísir, at her eru kenslur og gávur, ið búnast skjótt.« Petur Jensen helt í takkarrøðu síni, at hann var bara sloppin at gera tað, hann elskaði, og tað var ikki so lítil frammíhjárættur. Hann segði, at tá hann [...] kórsang í Føroyum, og í altjóða høpi gjørt tónleik okkara kendan og virdan uttan fyri heimligu eingjargarðarnar.« Ólavur Hátún takkaði og helt, at hóast hann nú fekk heiðursløn fyri at menna tónleikin í Føroyum [...] Føroyum, var nógv enn eftir at ynskja. Hann vísti á tann týdning, tónleikur hevur, við at siga, at royndir aðrastaðni vísa, at børn, sum spæla nógvan tónleik í skúlanum, duga betri mál. Og tað hóast tónleikurin
prinsessu. ? Vit royndu í gjár at fáa fleiri eintøk í gjár, men vit fáa bara 30, og tey eru langt síðani útseld. Finn Jensen sigur, at fløgan er umbiðin í 10 milliónum eintøkum í Evropa, og fløguframleiðararnir [...] fingu hundrað fløgur fyrradagin, og tær vórðu allar seldar eftir 20 minuttum. Hetta sigur Finn Jensen í FC-búðini í Havn, sum í gjár fekk fyrstu hundrað eintøkini av nýggju fløguni hjá Elton John við lagnum [...] iðararnir megna ikki at framleiða til eftirspurningin. Í Danmark er fløgan longu seld í næstan 300.000 eintøkum. Har verða fløgur heiðraðar við ávikavist silvur-, gull- og platinplátu. Selur fløgan ella
Tað vil siga, at tá føroyskar fyritøkur keypa eitt nú kjøt, sum hevur upphav í EU-landi, verður kostprísurin í Føroyum hendan studningin bíligari, tí vit ikki eru limir í EU. T.v.s. at hetta er studningur [...] dýrari at keypa í framtíðini? Til hetta svaraði landsstýrismaðurin avgjørt nei og undirstrikaði, at framyvir skal valda frí kapping! Tað er gott at seta mál Síðani nevndi landsstýrismaðurin, at vit kunnu [...] handað landsstýrismanninum), at øll lond veita studningar til landbúnaðin. Nevndin vísir á at stuðulin í EU og Føroyum liggur á leið á sama støði, tó at hetta er ógvuliga torført at útgreina, tí oftast eru