? Vit fingu hundrað fløgur fyrradagin, og tær vórðu allar seldar eftir 20 minuttum.
Hetta sigur Finn Jensen í FC-búðini í Havn, sum í gjár fekk fyrstu hundrað eintøkini av nýggju fløguni hjá Elton John við lagnum, Englands Rose, sum hann spældi til jarðarferðina hjá Dianu prinsessu.
? Vit royndu í gjár at fáa fleiri eintøk í gjár, men vit fáa bara 30, og tey eru langt síðani útseld.
Finn Jensen sigur, at fløgan er umbiðin í 10 milliónum eintøkum í Evropa, og fløguframleiðararnir megna ikki at framleiða til eftirspurningin.
Í Danmark er fløgan longu seld í næstan 300.000 eintøkum. Har verða fløgur heiðraðar við ávikavist silvur-, gull- og platinplátu. Selur fløgan ella plátan meira enn eitt vist, so fært tú eina dupulta platinplátu.
? Men singulfløgan hjá Elton John hevur longu fingið átta ferðir dupulta platinplátu - upp á einans 2-3 dagar, sigur Finn Jensen.
Annars fæst fløgan í tveimum útgávum. Á teirri útgávuni, sum FC-búðin fekk í gjár, eru tvey løg, Something About The Way You Look Tonigt og Candle In The Wind 1997. Hendan fløgan kostar 48 krónur. Á hinari útgávuni er eitt lag afturat, og kostar hon um 60 krónur, sigur Finn Jensen.
? Men tað er bara lagið um Dianu, fólk vilja hava, leggur hann afturat.
Eftirspurningurin eftir hesi fløguni er óvanliga stórur.
? Tað er heilt ótrúligt - eg havi ongantíð upplivað slíkt, sigur Finn Jensen. ? Vit hava hoyrt um, at nógvur gravgangur onkuntíð hevur verið eftir live útgávum hjá Michel Jackson og Bruce Springsteen, men eg havi ongantíð vitað um, at so stórur gravgangur hevur verið eftir eini singulfløgu, sigur hann. ? Hendan fløgan setur met.
FC-búðin, sum einasti handilin í Føroyum, sum hevur fingið fatur á fløguni, fær fleiri fløgur í dag - men tær eru allar seldar, sigur Finn Jensen.