? Vit eiga at byggja nýtt vaktarskip

Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin skjýtur aftur upp, at pengar verða settir av til projektering av nýggjum vaktar- og bjargingarskipi. ? Vit kunnu ikki longur bíða, til samgongan verður samd, sigur hann

? Vit kunnu ikki framhaldandi bíða, til samgongan finnur eina loysn á trupulleikanum við vaktarskipinum Nólsoyar Páll. Tí verður við hesum uppskot lagt fyri tingið uppskot um at fara undir at kanna og gera skitsuprojekt tilnýtt vaktar- og bjargingarskipi.

Hetta segði Henrik Old, løgtingsmaður, tá hann týsdagin legði fyri tingið eykajáttanaruppskot upp á tilsamans 900.000 krónur.

? Sum støðan er nú, so siglir bara annað av føroysku skipunum hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni. Sum eina fyribilsloysn hevur V & B leigað línuskipið »Nim«, sum er eitt frálíkt skip, men sum av kønum monnum ikki verður hildið nóg vælegnað til bjargingarskip, so trygdin hjá sjóvinnuni við Føroyar er ikki nóg góð, segði Henrik Old.

Hann segði víðari, at Javnaðarflokkurin í seinastu tingsetu setti fram uppskot um eykajáttan til kanning av kostanði og skitsuprojekti av nýggjum vaktar- og bjargingarskipi.

? Ætlanin við uppskotinum var at geva landsstýrismanninum hesa heimild, so hann kundi leggja uppskot fyri tingið í heyst um bygging av nýggjum vaktar- og bjargingarskiði, men við 3. viðgerð fall uppskotið við 13 atkvøðum fyri og 14 ímóti. ? Tí verður uppskoti sett fram aftur nú. Um skjótt verður atborið, er møguleiki fyri, at landsstýrismaðurin kann leggja uppskot um nýtt vaktar- og bjargingarskip fram í hesi tingsetu, áðrenn framløgufreistin er úti, segði hann.

Henrik Old hugsar sær, at eitt nýtt skip skal vera nakað størri enn »Tjaldrið«, helst góðar 50 metrar.

? Somuleiðis má eitt nýtt skipa hava góða maskinorku, so tað trygt kann nýtast í teimum sera ringu umstøðunum, sum um veturin eru við Føroyar, helt hann.

? Eitt vaktar- og bjargingarskip skal kunna sigla í øllum veðri, tí eigur at havast í huga at gera umstøðurnar hjá manningini á hesum skipi betur enn higartil, har manningin er stúvað fremst í skipinum, har mest óliviligt er.

Tí mælir Henrik Old til, at í projekteringsætlanini verður dentur lagdur á, at manningarrúmini verða bygd afturi í skipinum.