so slógv aftur verður flutt norður um Suðuroyarfjørð við Smyrli. Grundgeving hansara er, at fiskaslógvið als ongar trupulleikar voldir á biladekkinum umborð á Smyrli, um farið verður fram á rættan hátt [...] fylla slógvið í bingjurnar, ið vit hava til endamálið, og tá bingjurnar eru fullar, flyta vit tær norður um fjørð, so tær koma til Fuglafirðar. Eg eri nevniliga vísur í, at ein loysn verður funnin á málinum [...] loysn longu verið funnin. Men hann leggur dent á, at tað als ikki nyttar at keglast um sokallaða slógvtrupulleikan, tí um fólk seta seg niður við góðum sinni at loysa hann, so kann hann verða loystur beinan
sleptar uppá fjall, foreldrini eru slept uppá fjall og ikki minst børnini eru slept uppá fjall. Finna eina loysn saman - Allar kommunurnar hava verið við í arbeiðinum at skriva álitið um nýggjan kommunubygna [...] eisini vart við, at vit so máttu samráðast um tann fíggjarliga spurningin. Tað er í samgonguna semja um, at vit skulu fara undir samráðingar við kommunurnar um at finna eina loysn á tí fíggjarliga spurninginum [...] pláss, blaðf.) Tað merkir at vit kunnu bøta um nøkur viðurskifti, men ikki øll, tað eri eg greið yvir. Men tað fyriliggja ikki skrivligar játtanir til kommunurnar um at byggja ella at seta á stovn barnaansing
Noregi, útgivið eitt rúgvusmikið verk um júst hetta sama evnið. Vit líkjast nógv hinum smásamfeløgunum Apostle byrjaði fyrilesturin við tosa um fiskivinnukreppur í norður Noregi og Kanada, ið eins og í Føroyum [...] hann tosaði um hesi mentanarligu virðir. Hetta orðið merkir, at vera inngrógvin í samfelagið. Besta dømi um, hvat hetta í veruleikanum merkir hevði Ólavur Waag Høgnesen. Hann nýtti dømi um gomlu 54 støðina [...] Sjálvt um áhoyrarafjøldin ikki var tann heilt stóra, so var tað ein rættuliga áhugað áhoyrarafjøld, ið sunnukvøldið var komin saman í skúlanum í Porkeri at lurta eftir fyrilestrinum hjá Richard Apostle
at kunna um rúsevni og um vandarnar við at nýta tey. Nevnast kann, at narkotika er eitt av teimum økjum, ið Fyribyrgingarráðið hevur rað-fest sum sítt virkisøkið. Tá talan er um upplýsing um og fyribyrging [...] soleiðis at tað ber til at fáa skil á, um talan er um somu persónarnar, ið verða viðgjørdir ferð eftir ferð. Og her verður spurningurin so, um tey vilja verða skrásett, ella um hendan treytin fær tey at halda [...] fólkaheilsupolitikki. Ein ætlan skal gerast fyri at betra um heilsustøðuna hjá føroyingum. Vit skulu vísa á, hvussu tað ber til at økja um lívsdygdina og um livialdurin. Rúsdrekka er ein av vandatættunum, sum
lívsgleði um alt andlitið, greiðir Olaf Krossteig frá um seyðirnar uppi á stykkinum. ? Av tí at tað ikki longur er loyvt at flyta seyð millum oyggjarnar, kunnu vit ikki føra lomb frá Leiti norður á stykkið [...] serstakliga væl. Hann greiðir frá, at hann plagdi at leita sær ein túr niðan til teirra hvønn morgun um níggju tíðina. Hann fer niðan við bussinum, og eftir at hava gjørt hetta hvønn dag uttan sunnudag í [...] húsinum á stykkinum gjøgnum veturin, og tá heystið kemur, og tey verða dripin, plagar vektin at liggja um eini 60 pund, sigur Olaf Krossteig. Umstøðurnar eru góðar uppi á stykkinum. Umframt seyðhúsið, er eisini
mongu í Pentagon. Flogfarið rendi á norður-vestur síðuna av bygninginum. Tað rænda flogfarið megnaði at skræða niður eina heila síðu av bygninginum. Vit vóru bidnir um at syrgja fyri at fáa fólk út úr Pentagon [...] í átta tímar, og hon visti einki um, hvussu tað stóð til hjá mær. Eg og nakrir aðrar fóru síðani til eitt stað, ið liggur beint við Pentagon. Vit máttu klatrað upp um hegn. Har møttu vit løgregluni, ið [...] Ungmannafelagið Samband fatur á honum til at siga eitt sindur um 11. september. Carlos sigur seg vera vanan við at halda fyrilestrar og greiða frá um 11. september, tí fólk eru sera áhugaði allastaðni, og hann
at fáa, at skula hugleiða um mentan. Neyðugt er at avmarka seg, og eg fari tí at royna at halda meg til hvussu er vorðið við nøkrum av teimum yvirskipaðu mentanarligu kørmun-um, nevniliga innrættingina [...] býarmentanin kundi verið munandi styrkt um miðjan var styrkt. Okkum tørvar eitt samlandi stað, sum bindir miðbýin saman. Vaglið, sum flest øll helst eru samd um, er tann fysiska miðjan, virkar í dag meiri [...] mentanin verður styrkt tess meiri tilvitað vit gerast um umhvørvið í býnum. Tí vil eg biðja tykkum mentaði fólk, at taka býarumhvørvið meira við í kjakið um mentan og hjálpa Havnini til at finna seg sjálva
Ternan II bara ein túr tíðliga um morgunin og so næsta túr aftur um 14-tíðina seinnapartin. Seinasti túrur verður so sigldur longur út á seinnapartin. Áður sigldi hon tveir túrar um morgunin og síðan ikki aftur [...] kantur hevur tó ikki verið nýtiligur hjá skipum og bátum, tí hann hevur ligið so lágt í sjónum. Økið norður ímóti bryggjuni, har Fiskavirking á Toftum, er, er stórt og asfaltterað, men her er eingin atløgusíða [...] felagið, J & K. Petersen, sum hevur planerað og stoypt. Tað tók bert fáar dagar. Samlaða atløgusíðan norður úr ferjuleguni er nú einar 25 metrar til longdar. Høgligari hjá Snodd Sum skilst, er eitt av málunum
snýr seg um at vera í náttúruni, njóta hana og fáa sum mest burturúr av kunnleika um lív og trivnað hjá plantum og djórum. Tessvegna vil eg minna tykkum skótar á, at tað ræður um at fara væl um, tá tit [...] Føroyum er hart um vetrartíð stormurin spælir um tindar, skalvarnir hanga í brattari líð, so hvassir leika teir vindar. I.P.G. 1845-1901 Soleiðis kvøður skaldið Jóan Petur Gregoriussen um vetrartíðina her [...] heldur enn at drepa til onga nyttu ella til stuttleika, so eiga tit at fjálga um og royna at nøra um, har tað er gjørligt. Um vit gera hetta, so verður tilfeingið størri og meira at taka av, tá tað er neyðugt
morgin flytur showið norður í Løkshøll í Runavík. Upprunaliga var ætlanin, at bert tvær framførslur av shownum skuldi verða í Norðurlandahúsinum, hóast pláss var fyri fleiri sýningum, um eftirspurningurin [...] sum standa fyri framman. Jákup Veyhe hevur ætlanir um at framføra á Sandi, í Suðuroy og møguliga í Vestmanna. -Eg havi ikki lagt endaligar ætlanir um hvar eg fari og nær, men eg ætli mær í øllum førum