? Vit eru í dýrastu neyð!

Landsstýrið: Barnaansing eru ein kommunal uppgáva, sum kommunurnar skulu taka ábyrgd av og fíggja sjálvar

Rigmor Dam


? Barnaansing eru ein kommunal uppgáva, sum kommunurnar skulu taka ábyrgd av og fíggja.

Hetta eru boðini úr landsstýrinum til kommunurnar, og tey lupu ikki sørt kvøkk á formannin í sosialu nevnd í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, tá tað kom honum fyri oyrað.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsamálum, sigur í svarinum til Kristian Magnussen uppá fyrispurning um barnaansingartrupulleikarnar, at hetta er ein kommunal uppgáva, tí kommunan kennir tænastutørvin og tænastustøðið í egnu kommunu. Hon vísir eisini til álitið til nýggja kommunulóg, sum kommununevndin hevur gjørt, har mælt verður til størri frælsi hjá kommununum, m.a. á barnaansingarøkinum.


Er álitið eftirfarandi?

Til hetta sigur Heðin Mortensen, formaður í sosialu nevnd í Tórshavnar kommunu, at álitið als ikki er viðtikið enn, hvørki í landsstýrinum ella úti í kommununum, so tað er slett ikki aktuelt enn.

- Vit vóna ikki, at hon meinar hetta í álvara. Vit kunnu ikki liva við hesum her. Ongin kommuna í landinum kan liva við einum sovornum úttalilsi, tí at man torir ikki at fara í gongd við nakað, tá man ikki kan stóla uppá tað, sum er játtað og lovað.

Eisini Kristian Magnussen er sera illa við av svarinum úr landsstýrinum. Hann sigur í viðmerking til svarið:

- Vit skulu minnast til, at hetta álitið hevur onga politiska viðgerð fingið enn. Ongin veit um hetta er fuglur ella fiskur, og eingin veit hvørja lagnu tað fær, hvørki úti millum kommunurnar ella í løgtinginum. So eg haldi tað er sera løgið, at landsstýrið vísir til eitt álit, sum ein bólkur hevur gjørt, og sum man ikki veit hvørja lagnu fær. Tað skínur ígjøgnum í svarinum, at landsstýrið hevur fingið fatur á hesum álitinum. Tað virkar sum um tey gera hetta fyri at sleppa av við nakrar útreiðslur. Fyri at skumpa nakrar útreiðslur yvir á kommunurnar.

- Vit hava gjørt stórar íløgur á barnaansingarøkinum, í tí trúgv at vit fóru at fáa játta stuðul frá landsstýrinum í 1999. Hetta varð lovað okkum og tí fóru vit í gongd. Bara fyrsta ársfjórðing í 1999 eru 92 nýggj pláss tøk í Tórshavnar kommunu, so vit hava tørv á minst 3,1 mill. kr. sum vanligan stuðul á 60% frá landinum beinanvegin, fyri at kunna stovnaupp nýggju plássini. Nú eru avsettar 1.5 mill. úr landskassanum til 12 umsóknir úr øllum landinum, ella nokk til 50 dagstovnapláss. Tað einasta sum hendir, er at úttreiðslurnar hjá kommununi verða uppaftur størri enn nú, sigur Heðin Mortensen.


Vantandi vilji

- Ein nýggjur bygningur er klárur 1. januar 1999 og tvær útbyggingar 1. mars. Um vit ikki fáa rakstrarstuðul til teir frá landinum, so skal kommunan gjalda alt, saman við foreldrunum. Alternativið til tað er at bygningarnir fara at standa tómir. Býráðið hevur ikki avsett so nógvar pengar. Vit hava hækkað játtanina til barnaansing í ár, úr 23 mill. upp í 35 mill. So vit hava víst ein vilja til at loysa trupulleikarnar á barnaansingarøkinum. Nú verða foreldrini við sviðu soð, tí tað er eingin vilji til at loysa trupulleikarnar úr landsstýrinum. Tað sum hendir her er at kommunurnar eru sleptar uppá fjall, foreldrini eru slept uppá fjall og ikki minst børnini eru slept uppá fjall.


Finna eina

loysn saman

- Allar kommunurnar hava verið við í arbeiðinum at skriva álitið um nýggjan kommunubygna, sigur Helena Dam á Neystabø við Sosialin, og landsstýrið hevur havt fundir við Tórshavnar Býráð, sum fegin vildi taka ábygdina av barnaansingini burturav. Býráðið gjørdi tá sjálvandi eisini vart við, at vit so máttu samráðast um tann fíggjarliga spurningin. Tað er í samgonguna semja um, at vit skulu fara undir samráðingar við kommunurnar um at finna eina loysn á tí fíggjarliga spurninginum, soleiðis at greiða fæst á býtinum millum land og kommunu. So tí vænti eg, at Tórshavnar kommuna kan halda áfram útfrá teimum dispositióninum hon hevur gjørt. Okkurt verður møguliga nakað seinka, tí eg veit ikki nær vit fáa avtaluna uppá pláss. Eg ætli at vit skulu fáa eina semju í lag í 1999.

Hevði tað so ikki verið rættari at gjørt hetta avtalubýtið millum land og kommunur, áðrenn tøl vórðu sett á fíggjarlógina fyri 1999, so kommunurnar ikki komu í hesa støðu?

- Landsins fíggjarlóg er í dag gjørd út frá verandi lógum, og út frá tí havi eg fingið loyvi til at hækkað játtanina til barnaansing við 5 mill. (harav 1,5 mill til nýggj pláss, blaðf.) Tað merkir at vit kunnu bøta um nøkur viðurskifti, men ikki øll, tað eri eg greið yvir. Men tað fyriliggja ikki skrivligar játtanir til kommunurnar um at byggja ella at seta á stovn barnaansing. Tað vil altíð vera landsins fíggjarlóg, sum er avgerandi fyri, hvat ið ber til, og tað eru kommunurnar sjálvandi eisini noyddar til at respektera. Júst tí er tað neyðugt at kommunurnar fáa fíggjarligt frælsi. Men vit mugu samráðast við kommunurnar um at gera tær førar fyri at nøkta tørvin, og tað merkir at tær mugu fáa ein tilsvarandi størri part av skattainntøkunum til at fíggja hesa uppgávuna. Fáa vit ikki hesa semjuna, so er tað fíggjarlógin sum er avgerðandi fyri, hvussu nógv vit kunnu byggja út í ár, umframt møguligum eykajáttanum, so hvørt sum tørvurin verður meira akuttur. Um eg ikki komi ígjøgnum við eini loysn, sum gevur størri ábygd og pengar til kommunurnar, so verður tað neyðugt at fara aftur til tað gomlu skipanina, har land og kommuna deila útreiðslurnar, og so fari eg at berjast í samgonguni og í løgtinginum fyri at fáa neyðugu játtarnirnar.