Fabrizio Romano. Søgan sigur, at 35 ára gamli heimsmeistarin nú hevur valt at skifta til felagið hjá David Beckham, Inter Miami. Søgan hevur annars sent Lionel Messi til bæði FC Barcelona til ein seinasta [...] vildi legan hjá Lionel Messi ikki bíða eftir FC Barcelona, har Lionel Messi hevur spælt øll árini fram til 2021. Hann hevur seinastu tvey árini spælt við Paris Saint Germain.
Norska løgreglan sigur í kvøld, at hóast fleiri túsund amerikanskir hermenn eru í Oslo í kvøld, hevur alt gingið uppá stás. - Vit hava ongar trupulleikar havt higartil, sum amerikanskir hermenn hava verið [...] av, sigur Line Skott, átaksleiðari hjá løgregluni í Oslo. Hon sigur við tíðindastovuna NTB, at alt hevur gingið uppá stás og sigur seg vóna, at soleiðis verður eisini gjøgnum náttina. - Løgreglan veit, at [...] hermenn eru bæði á barrum og á matstøðum í býnum. Átaksleiðarin, Line Skott, sigur, at løgreglan hevur tey fólk tøk, sum neyðugt er, um okkurt skuldi tikið seg upp. Tað var fyrrapartin í dag, at heimsins
og Hansina Iversen, listakvinna, sum hevur gingið á listaskúla í Finnlandi, er bjóðað at hava einkarsýning í Listaskálanum. Tað er Kári Svensson, listamaður, sum hevur fingið til uppgávu at seta ólavsøk [...] ólavsøkuframsýningina upp, og hann hevur fingið hjálp frá Anker Mortensen, listamanni. Kári Svensson sigur, at hann og Anker Mortensen hava verið strangari í metingunum av innsendu listaverkunum í ár, av tí at [...] at felagið Lions eisini hevur listaframsýning í Útvarpshøllini. Tí hava teir valt at skipa eina strammari uppseting, har hvørt listafólkið fær meira skipað pláss enn á ólavsøkuframsýningunum annars. Ó
upplýsingarnir, sum amerikanska fregnartænastan hevur, stava frá ymiskum fregnartænastumannagongdum. - Slíkt er krígsbrotsverk, staðfestir John Kirby. Ísrael hevur fleiri ferðir skuldsett Hamas fyri at krógva [...] USA sigur, at landið hevur fregnartænastuupplýsingar, sum prógva, at Hamas og Palestinskt Islamiskt Jihad hava brúkt sjúkrahús í Gaza til hernaðarligar atgerðir. - Sjúkrahús eru eisini brúkt til at goyma [...] sivilfólkið í Gaza. Hildið verður, at umleið 50.000 fólk hava søkt sær skjól á Shifa-sjúkrahúsinum. Hamas hevur víst aftur, at teir hava brúkt sjúkrahúsið til hernaðarlig endamál. Amerikanskir myndugleikar leggja
er smíðað eftir gomlum byggisiði. Tað vil siga tappað saman. Arni Clementsen hevur teknað neystið og Andrass Joensen hevur undirvíst næmingunum á Kvøldskúlanum, sum hava smíðað bátin. Longu í meimánaði [...] bedingina. Ikki bert hevur tað stóran týdning, at varðveita bátin og føroyskt bátasmíð, men føroyski báturin er ein hin størsta gávan og vakrasta listin, vit føroyingar eiga. Kvøldskúlin hevur seinastu árini
havnarbýur á Krim-hálvoynni, og tað er her, at russiski svartahavsflotin hevur sína støð. Video-brotið, sum russiska verjumálaráðið hevur lagt út, skal vísa Viktor Sokolov, sum luttekur á einum fundi í russiska [...] sum skal prógva, at kommandørurin fyri svartahavsflotanum, Viktor Sokolov, er á lívi. Í Ukraina hevur verið hildið uppá, at ovastin læt lív, tá ukrainskar rakettir seinasta fríggjadag raktu høvuðsstøðina [...] av óheftum keldum. Tað var annars í 2014, at Russland tók Krim-hálvoynna frá Ukraina, men Ukraina hevur sagt, at landið vil hava oynna aftur.
undan dystarloki staðfesti Abednego Tetteh sigurin. Nú tvey umfør eru eftir hevur Skála á fyrsta plássinum 64 stig. NSÍ hevur hevur á øðrum plássinum 57 stig, og kann í mesta lagi røkka 63 stigum. Sostatt [...] Tað hevur leingi verið greitt, at tað vera Skála og NSÍ sum flyta upp úr 1. deild og vera partur av Betrideildini komandi ár. Í dag bleiv greitt hvør av teimum vinnur 1. deild. Skála er nú staðfestur vinnari
vann1-0 og á útivølli ímóti HB. Tann dysturin endaði 3-3. Tórður Thomsen hevur spælt 394 dystir í fremstu røð. Í bestu landskappingini hevur hann vart málið í 346 dystum, 28 dystum í kappingini um løgmanssteypið [...] Tórður Thomsen heldur fram á Svangaskarði og í B68. Tofta Ítróttarfelag boðar frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Tórð Thomsen. 37 ára gamli málverjin flutti undan síðsta kappingarári á S [...] ypið, fýra stórsteypadystum, einum dysti í Atlantic Cup og 13 europeiskum dystum. Á landsliðnum hevur hann verið í tveimum vinardystum. Síðsta kappingarár var danski Benjamin Schubert fremsti málverjin
felagið hevur fingið tilgongd av Briani Jakobsen. Skálamaðurin hevur seinasta árið spælt við AB. Hóast argjamenn fluttu niður, so skoraði áleyparin 11 mál. Brian Jakobsen er 32 ára gamal og hevur spælt við [...] Nú verður hann at síggja í álopinum hjá B68. Fleiri sáttmálar eru komnir upp á pláss og felagið hevur longt við spælarar sum Áka Johannesen, Aron Reinert Hansen, Fríða í Túni Petersen, Hjalta Strømsten
Landsins loftverja upplýsir, at hon hevur skotið niður 24 av 28 álopsdronum. Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, skrivar á boðtænastuni Telegram, at ein drona hevur rakt ein íbúðarblokk í býarpartinum [...] Russland hevur í nátt lopið á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, við einum hópi av dronum. Tveir persónar sigast vera særdir, og bygningar hava fingið skaða. Tað er sætta slíka álopið á Kyiv í hesum mánaðin [...] í ein bygning, sum stóð í gerð við Dniproánna, sum gongur ígjøgnum Kyiv. Hernaðarleiðslan í býnum hevur lagt út myndir, sum vísa brotin vindeyðuf og illa skaddar íbúðir. /ritzau/Reuters