sum hetta landslagið ríndi við sál mína. dri havi eg fyrr ella seinri upplivað sovorðið, men bágið verður at siga tað so, at onnur duga á at skyna. Eg havi staðið, har sum norðursjógvurin grammur brýtur [...] fjøllum. Eg havi staðið við tey stóru vøtn í Svøríki, har bjørkaviðurin speglar seg niður í vatnið vakrar sólskinsdagar ella í Týsklandi og Belgiu hugt út yvir ovurstórar nálaskógir, eg havi sæð snjófjøllini [...] ikki skuldi tosast um fólk og helst ikki um føroysk viðurskifti - einki slatur skuldi koma burturúr. Teir tosaðu um heimland sítt, um mentunarlívið, yrking, sjónleikir og ymist sovorðið, sum eg ikki dugdi
orsøkir, sum vóru atvoldin. »Nú siga teir aftur, at vit mugu ansa eftir at vit ikki yvirfiska,« sigur John Petersen. »So skulu vit seta politiskar friðingar í verk, og teir ganga fríir, um okkurt annað er galið [...] heldur, at fiskifrøðingarnir eiga ikki bara at sleppa við at koma við tilmælum og so einki meira. Teir eiga eisini at hugsa um at fáa samfelagið at koyra víðari. John Petersen sigur, at hann ivast ikki [...] frætta um.« Tað er ikki nóg seriøst, heldur John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. »Eg havi fulla virðing fyri fiskifrøðingunum, men hetta irriterar meg.« Vinnan ósamd John Petersen sigur, at
finna norðmenn tú út av, og teir kunnu nú vísa til enn eina avtalu, sum kann halda Stakfell uttanfyri norsk øki: FAO-avtalan um altjóða verndar- og umsitingartiltøk á opnum havi - sokallaða flaggavtalan. [...] á opnum havi, men norsku løgfrøðingarnir ivast ikki í, at hetta eisini kann sigast at fáa gildi á t.d. norskum øki. Broyta navn Tann 24. oktober roynir Fiskivinnudeildin seg aftur. Nú taka teir aftur ynskið [...] lisensiert å fiske på færøyske rettigheter ved Svalbard...« Fyrst siga teir, at skipið ikki skal fiska við Svalbard, men samstundis søkja teir um, at sama skip, við øðrum navni, skal fáa eitt fiskiloyvi. Fis
hvønn leiklut FSF skal hava. ? Eg havi áður sagt, at tað eru fleiri møguleikar, hvussu ognarviðurskiftini og harvið stýringin av Tórsvølli kann skrúvast saman, og eg havi ikki dult fyri, at mær hevði dámt [...] undir arbeiðið at gera Tórsvøll í ár. Men hetta tykist ikki hava skundað undir nevndina í FSF, at teir taka spurningin um leiklutin hjá felagsskapinum í Tórsvøll-ætlanini til viðgerðar á aðalfundinum í [...] áhugaður í at hoyra, hvat limafeløgini í FSF halda um hetta. Ongar samráðingar Formaðurin í FSF sigur, at teir sjálvandi kenna sína ábyrgd fyri Tórsvølli við teimum 2,5 milliónunum, sum longu eru játtaðar, og
hoyrir. ? Tað tekur nógva tíð, um tú skalt gera tað ordiligt. Til stuttleika kann eg nevna, at eg ikki havi verið í býnum í eini fýra ár. Sjálvt 1. januar var eg á súkkluni. Í miðal haldi eg, at fýra tímar [...] trupulleika, tí hann leingi var einasti suðuroyingur, sum veruliga gjørdi nakað við súkklingina. ? Nú havi eg fingið ein ungan og evnaríkan súkklara, Kára Brattaberg, at venja saman við, og tað ger tað eitt [...] eru tað sum í so nógvum øðrum føroyskum ítróttargreinum tey somu nøvnini, ið sum oftast ganga aftur. Teir meira etableraðu súkklararnir í Føroyum eru eisini so smátt komnir upp í árini, og Rógvi heldur ikki
knyklar í brýr. Havi hvørki bitið negl ella start út í tóman heim ? Eg havi hvørki bitið negl ella sitið og start út í tóman heim ta seinastu tíðina, sigur Johan í Kollafirði. ? Ókey ókey! Eg havi kanska bitið [...] bitið onkra negl, men tað, sum eg meini er, at eg havi ikki ligið á tí lætu síðuni. Og hetta meinar hann í álvara. Grundgevingarnar eru hesar: 1.? Eg havi týtt eina stutt(liga) søgu eftir Finn Søeborg úr [...] greiðir Johan í Kollafirði frá í samband við at hann hevur útnevnt seg sjálvan sum undangongumann fyri teir 45.000 milliónerarnar, sum hann sigur skjótt fara at búgva í Føroyum. ? Eg skal vera tann fyrsti at
soleiðis, sum av fyrstan tíð ætlað. Teir sum umboða skynsemi eru, tá ið søgan er av, ikki líka lýtaleysir sum frammanundan. Teir hava laðað sær ein kyniskan verjugarð, so at teir ikki verða fløktur upp í tað [...] Eg havi lisið bæði Goethe, Moliére, Voltaire, Corneille og Anatole France, og heldur tú, at tað er komið inn í annað oyrað og út aftur úr hinum (og tað manst tú halda?), so fert tú skeivur. Eg havi ongantíð [...] kapitlið um ferðina um Vágafjørð. Tú bilsnast um, at eg havi dugað at skrivað hetta. Men tú má minnast til, at eg eri av góðum útróðrarblóði! Havi eg kanska ikki sjálvur verið í stórum vanda, so hava fedrarnir
fyri av dønum, tí føringarnir halda, at danir meina tað teir siga. Vit gloyma, at áðrenn teir siga tað teir meina, siga teir eina rúgvu, sum teir ikki meina. Og her ræður um »timing«. Hinvegin halda danir [...] vit eru føringar og ikki danir ger, at teir hava ilt við at taka okkum í álvara. Teir hugsa um okkum á sama hátt sum teir hugsa um bornholmarar. Men hvussu kunnu teir skilja, at neyðars 45.000 sálir kunnu [...] fáir glottar at hóma millum føroyskar politikarar. Teir flestu eru so bundnir av at hugsa politikk soleiðis sum teir hugsaðu í 70?unum og 80?unum, at teir ikki longur duga at hugsa konstruktivan og mennandi
við í teimum øllum. ? Tað hevur gingið ótrúliga væl, haldi eg sjálvur. Eg havi verið við í øllum dystunum, har eg sum oftast havi spælt defensivur miðvallarleikari, sigur Julian Johnsson. Í Føroyum er Julian [...] stunum ? teir flestu allar 90 minuttirnar ? so er hørð kapping um plássini. ? Kongsvinger spælir eftir 4-5-1 skipanini við eini væl mannaðari miðju, har av tveir eru offensivir. Higartil havi eg so klárað [...] tað er nakar fyrimunur fyri Føroyar at hava spælt móti hesum londunum fyrr. ? Teir hava jú eisini spælt móti okkum fyrr. Teir eru somikið professionellir, at tað kann gera tað sama, sigur hann. ? Hinvegin
tað skal ikki gerast torførari enn tað veruliga er. Kundarnir skulu hava eina polisu i hondini, tá teir fara út aftur frá okkum. Í alt teknaði P/F Trygd 50 nýggjar tryggingar tann fyrsta dagin. Teknað [...] rnir hjá okkum Tryggingarsambandið Føroyar eisini komu á vitjan. Tað var gott at fáa heilsa upp á teir. Fyrstu trygging- arnar í 55 ár Tað var í 1943, at einkarrætturin hjá Tryggingarsambandinum varð settur [...] og hjá henni var tað eisini ein stuttligur dagur. ? Tað er fyrstu ferð síðani eg kom í starv, at eg havi teknað nýggjar tryggingar segði hon. Tað eru 4 fólk í starvi hjá P/F Trygd.