ikki útflýggjað fyrr enn sjálvur tíðindafundurin byrjaði. Sambært Christiani Andreasen, advokati, eru hetta tey skjøl, sum eru atkomulig í dag og sum fortelja samanhangin í málinum um vørurnar hjá N. Niclasen [...] hjá N. Niclasen, uttan at tollurin er avgreiddur áðrenn. Men høvuðspersónurin sjálvur, Jørgen Niclasen, tvíheldur um, at hann kann ikki ábyrgdast fyri hetta. - Ja, vørur vóru tiknar út og seldar, áðrenn [...] í 1989. Skuldin var stór, eisini tollskuldin. Vørur fóru út, uttan at tollurin var rindaður. Men hetta er tann einoygda myndin, legði Jørgen Niclasen afturat í síni roynd at greiða frá heildini. Kreditt
men í dag er allur ivi sópaður av borðinum: Nú er tað teldan, sum er og verður hansara snúningspunkt, bæði í arbeiði og frítíð. Ætlanin er nevniliga at læra til KT-tøkning. - Tá hugsi eg um at arbeiða [...] tá eg so biði um hjálp, ja, so fái eg beinanvegin hjálp frá fólki, leggur hann aftrat. Frá dreymi til veruleika Tað er ikki hvør sum helst sjúka, ið Róar Hansen er raktur av. Vøddasvinn er ikki at spæla [...] væl at sita frammanfyri telduna, og er spælið “World of Warcraft” ofta á skíggjanum. Hann er eisini á Facebook og dámar væl at hyggja eftir filmi. Um vikuskiftið er hann onkutíð í Nólsoy, men fer eisini
nýggjar vinir, men tó havi eg ongantíð angra mína avgerð um at fara til Wisconsin, sigur hon. ”Hetta hevur lært meg nógv, bæði um heimin og ikki minst um meg sjálva. Vit vita slett ikki hvussu gott vit hava [...] ongantíð havi verið burtur heimanífrá í øðrum londum einsamøll, greiðir Marin frá. Aftaná at hava tosað um hetta í eina tíð, varð avgerðin tikin og alt gjørdist meira veruligt í sambandi við ferðina. Dagurin, [...] havi ment meg nógv sálarliga og hetta hevur eisini hjálpt mær at sæð hvat eg klári, og hvørjar støður eg megni at takkla’’ sigur hon. - Eg vil mæla øllum til at royna hetta, tí tað mennir ein á allan hátt
12 fólk í starvi. Símun Akursmørk er stóri bakarin í Klaksvík, og tað er hann vorðin eftir tvey strævin ár, har hann hevur arbeitt størsta partin av døgninum. - Tað er ómetaliga strævið, og eg havi mangan [...] nakra serliga tíð til at umstilla meg í. Men hetta er spennandi og avbjóðandi, tí alt skal bara verið í lagi við vørunum, søluni og útkoyringini, sigur hann. - Hetta hevði heldur ikki latið seg gjørt uttan [...] r og soleiðis er eisini hjá Símun. - Fólk siga seg ofta kunna smakka mun ímillum breyð hjá teimum ymsu bakarunum, og tað er ivaleyst eisini munur. Vit koyra allir tað sama í, men tað er helst eitt sindur
gamla, Karl Mikkelsen, sum eisini býr í Gásadali, um at keypa fyri seg í Sørvági, tá henni vantar okkurt. Karl dámar væl at koyra, og hann er nakrar ferðir um dagin hinu megin tunnilin, sigur hon brosandi [...] r, og hetta var yvir eina longri tíð. Hon sigur, at kúgvin varð tikin av, meðan hon var í viðgerð. Í øllum hennara uppvøkstri høvdu tey kúgv í kjallaranum, og onkuntíð høvdu tey eisini meira enn ta einu [...] Eg brenni kol og ymiskt pinnabrenni, tá okkurt er, og kolið keypi eg úr Suðuroy. Hon sigur, at hon plagar at keypa nakrar sekkir av koli í senn, og tað er næstan ikki komið fyri, at hon ikki eigur kol at
sigur hon. Brúktur til mangt Í Gásadali er eingin kirkja, men her er skúli og kirkjugarður – uttan at binda hesi tingini saman. - Er ein jarðarferð í bygdini, er vanligt, at líkið fer úr skúlanum. Skúlin [...] kann lesast um hetta í samrøðuni við Karl Mikkelsen, sum eisini er í blaðnum í dag. - Tá eg gekk í skúla í Gásadali, vóru børn í øllum aldri í skúlanum. Nógv tungt arbeiði Tá vit spyrja Petru, um hon hevur [...] var tað eisini freistandi at spyrja hana, um hon ongantíð hevur hugsað um at funnið sær ein maka. - Nei, tað haldi eg ikki, eg kann siga. Tað er ikki hetta, sum hevur fylt nakað hjá mær. Eg haldi, at
inntøku, sum er lægri enn 250.000 krónur um árið, fiskavirkisskipanin hjá ALS er ein nógv brúkt skipan í Suðuroynni, aldurssamansetingin er longu skeiklað, og burðartalið er lágt. - Hetta er sera dapurt [...] Hvørjar vónir hevur tú um, at Suðuroyggin fer at fáa fast samband við meginøkið? - Eg havi góðar vónir um, at vit fáa fast samband til meginøkið. Eg havi stórt álit á nevndini í P/F Suðuroyartunnil, sum [...] dapurt, men ein veruleiki, sum vit mugu fyrihalda okkum til. Javnbjóðis atgongd til meginøkið er ein fortreyt, um neiliga gongdin skal venda. Haldi eisini, at tað hvílir ein stór ábyrgd á bý- og bygdaráðunum
i, Brian Laudrup, segði eisini nøkur orð um seg sjálvan og sína sjúku á fundinum. - Eg veit, tit gjarna vilja spyrja meg um mína heilsu og mína sjúku. Um hetta kann eg bara siga, at tað gongur væl, ordiliga [...] Brian Laudrup, sum er fongdur við krabbameini, at hann hevur tað gott. Seinnapartin í dag kallaði Viasat til tíðindafund fyri at kunna hyggjarar og lurtarar um ítróttarskránna, sum er løgd fyri várið. [...] viðmerkingar til sína heilsustøðu enn tað, hann longu hevði sagt og segði seg vóna, at tíðindafólk vilja virða hesa støðu hansara. Seinni á tíðindafundinum tosaði hann tó um arbeiði, og tá hann fekk at vita
niður. - Vit skáseta, hvat lamb talan er um, hvørjum tað er undan, og síðan verður krovið hongt í hjallin við merkiseðli á. Hetta er bara ein partur av arbeiðnum. Tá er longu allur tann fyrri parturin farin [...] blívur. Hetta er ikki so torført, tá tú kennir seyðin niður ígjøgnum ættarliðini, men hetta krevur nógv meira enn bara at lata standa til. Hann vísir á, at nógvastaðni hevur tú hagar, har einki hegn er millum [...] Seyðahald Nú fjalltíð er, og fjøllini verða gingin um landið, hava vit skift orð við røktingarmannin Petur Skeel Skarðá í Funningi. Vit hava ikki prátað um skurð sum so, tí skurður er altíð skiftandi ár undan
eldinum. Hon er júst byrjað í starvi hjá Eik deildini í Fulgafirði, har ið hon er kundaráðgevi. Poula situr eisini í bygdaráðnum fyri Gøtu Kommunu. Umframt hetta venur hon tríggjar ferðir um vikuna við besta [...] Trivnaðarnevndini. Umframt hetta er hon við í skúlastýrinum og bókasavnsnevndini. Poula hevur ikki hugsað um at stilla upp til Løgtingsval. Hon er heldur ikki vís í, at hon fer at stilla upp aftur til [...] hugsað um at fara uppí landspolitikk. Eg veit heldur ikki, um eg stilli upp aftur til kommunuval. Hetta hevur verið eitt spennandi skeið við kommunusamanlegging og nógvum øðrum á skránni. Tað er spennandi