ætlanini og eitt týðiligt tekin um, at virkisætlanin er rætt løgd. Tað ljóðar kanska ikki av nógvum, men hetta er eitt týðandi frambrot," sigur Maria Kjetså, sum er royndur granskari á húsdjóradeildini [...] ikki er burtur fyri altíð. "Hetta er ein søguligur dagur fyri føroyska rossið," sigur Signa Kallsoy Ravnafoss, som er forkvinna fyri FFR. "Á fyrsta sinni kunnu vit skapa eina framtíð fyri hetta sermerkta [...] Fyri fyrstu ferð í meira enn hundrað ár er eitt føroyskt fyl folað uttan fyri Føroya land. Hetta er at rokna sum eitt skarvslop fram á leið áhaldandi at verja hendan lítla og álvarsliga hótta rossastovn
2024 vóru væl hægri enn væntað í upprunaligu fíggjarætlanini fyri 2024. Skattainntøkan fyri 2024, eftir frádrátt av rentustuðli, var 135,3 milliónir, sum er 14,7 milliónir hægri enn í 2023. Tað siga tey [...] milliónir hægri enn væntað, hóast skattaprosentið var lægri í 2024 enn í 2023. Víst verður á, at rakstrarútreiðslurnar hjá Vága kommunu fyri 2024 vóru tilsamans 111,7 milliónir, sum er ein vøkstur á 9 [...] avlopið 13,3 milliónir betri enn mett. Nettoíløgurnar í Vága kommunu í 2024 vóru 31,4 milliónir, og á fíggjarætlanin saman við eykajáttanum varð roknað við 37,1 milliónir. - Hetta merkir, siga tey í kommununi
menningarmøguleikar. Hetta er álvarsmál, sum verður tikið í fullum álvara av flokkunum í løgtinginum - uttan Sambandsflokkinum, sum misbrúkar høvið til at pynta seg sjálvan við ósannindum um hinar flokkarnar [...] áhugamálum best. Í nógvum førum ber tað ikki til í løtuni, og tí er arbeiðið av størsta týdningi at fáa eina felags semju um, hvussu hetta kann lata seg gera. Sambandsflokkurin vísir til sítt uppskot, ”Nýtt [...] at hann setti spurnartekin við hesa útsøgn hjá sambandsformanninum. Tað sum flokkarnir samráðast um, er í stuttum at fremja tær broytingar, sum kunnu taka verandi politiskar forðingar burtur og skipa ávís
verið á, at áhugin fyri ph.d.-lestri er vaksandi, og tørvurin á at veita eina javna og dygdargóða tænastu er øktur. Uppskotið hevur tí fingið góða undirtøku á Setrinum og er eisini væl móttikið í tí føroyska [...] styttri masterútbúgvingum. Hetta merkir, at fólk, sum hava lokið masterútbúgving í t.d. Bretlandi, nú kunnu fara undir ph.d.-lestur í Føroyum. Hóast upptøkutreytirnar eru linari enn í kunngerðini frá 2016 [...] fylgja gomlu kunngerðini. Ph.d.-lesandi, sum eru innskrivað eftir kunngerðini frá 2016, kunnu tó søkja um at fáa teirra ph.d.-ritgerð undir reglurnar í nýggju kunngerðini. Nýggja ph.d. kunngerðin kann lesast
ætlanir um at økja framleiðsluna komandi árini, og hetta kann merkja størri útflutningsnøgdir, um lívfrøðiliga gongdin annars er jalig. Samlaða tøkan væntast at gerast eitt vet hægri í 2025, enn hon varð [...] teir bestu vinnukarmarnar. Tað er avgerandi fyri at økja um kappingarførið, føroyska búskapin og vælferðina. Um greiðari og fleiri vinnuvinarligir karmar ikki verða lagdir, er alivinnan í vanda fyri at missa [...] serskatt – eisini, um prísurin á laksi er lágur, og fyritøkurnar ikki hava yvirskot. Hartil eru broytingar í prísáseting av heilivági, hægri umsitingargjøld og hægri oljuavgjald á vinnuna dømi um reguleringar
loftvegis ella sjóvegis. Tað er líkamikið, hvar brennievnið verður bunkrað, og í hvørjum landi kostnaðurin verður skrásettur. Um talan er um ferðing til og frá Føroyum, er talan um dálking og útlát hjá føroyska [...] eitt av hesum beinum, er talan ikki um fullfíggjaða burðardygd, men um lutvísa burðardygd. Harumframt er búskaparlig burðardygd treytað av samfelagsligari burðardygd, ið aftur er treytað av umhvørvisligari [...] at flogvøllurin ikki er ov lítil, men at ferðafólkini eru ov mong, soleiðis at vit førka okkum enn longur burtur frá málinum um burðardygd. Tráin Nónklett tosar her fyrst og fremst um umhvørvisliga burðardygd
og Kuwait skulu rýma. Hetta skriva bæði Reuters og AP í kvøld. Í Hvítu Húsunum siga tey, at amerikanski forsetin, Donald Trump, er vitandi um, at fólk á sendustovunum eru biðin um at fara. Amerikanski [...] iranska verjumálaráðharranum er, at USA hevur hótt Iran við vápnamegi, um londini ikki semjast um eina nýggja kjarnorkuavtalu. Næsti fundur landanna millum í kjarnorkusamráðingunum er ætlaður at verða í høv [...] millum Iran og USA veksur, nú Iran enn ikki hevur viljað góðkent eitt amerikanskt uppskot um eina nýggja kjarnorkuavtalu. USA metir, at spenningurin millum londini er so mikið stórur í løtuni, at fólk og
undirlagt seg danskt vald, heldur flokkurin. Framsókn er eisini ein loysingarflokkur, men greitt er ikki, um flokkurin hevur eina almenna støðu til hetta málið. Limir í Fólkaflokkinum, sum í sínari tíð var [...] Mercedis Gunnleygsdóttir er limur í formansskapinum á tingi. Tað kann vera tí, at hon er vald at taka ímóti riddarakrossinum. Joha Dahl, sum eisini er limur í formansskapinum, er longur riddari av Dannebrog [...] javnaðarfólk ikki taka ímóti riddarakrossi. Hetta hevur einki við ríkisrættarligu viðurskiftini at gera, men er ein siðvenja í danska Javnaðarflokkinum, sum tó júst er tikin av. Danski Javnaðarflokkurin hevur
hann eisini varð skuldsettur fyri at hava framt. Enn er avgerð ikki tikin um eina triðju neyðtøkuákæru. Hetta er aðru ferð, at tvey av málunum eru viðgjørd í rættinum. Í februar 2020 varð Weinstein dømdur [...] tey bæði málini er í afturlatna málinum ein onnur ákæra um, at Weinstein noyddi eina aðra kvinnu at fremja oralt sex í 2006 á einum hotelli á Manhattan. Hóast dómurin er umstoyttur, er Weinstein framvegis [...] rin Harvey Weinstein er funnin sekur í kynsligum ágangi. Tað veit Reuters at siga frá. Samstundis hevur ein dómsnevnd í rættarmálinum í New York frídømt hann fyri enn eitt mál um kynsligan ágang, sum hann
Wilson hevur verið mettur sum undangongumaður , tá um nýtímans tónleik ræður. Sum so mangir bólkar í seksti- og sjeytiárunum, vóru rúsevni upp í leikinum. Hetta, saman við tungari arbeiðsbyrðu, hevði við sær [...] sálarkvøl, og Brian Wilson hevur síðani ungdómsár stríðst við hetta. Ósemja vaks í bólkinum, og at enda var Brian Wilson settur uttanfyri. Tað eydnaðist honum at koma fyri seg, og at fáa undanvind á egnum beinum [...] Tónleikarin, ið var ein av stovnarunum av The Beach Boys, Brian Wilson er deyður, skriva útlendskir miðlar. Brian Wilson var einans 19 ár, tá hann var ein teirra, ið setti á stovn kenda tónleikabólkin