Í vikuni frættist, at Regin Jakobsen, stjóri í Vága floghavn, væntar at ferðafólkatalið hjá Vága floghavn fer meiri enn at tvífaldast upp í eina millión komandi árini, og at neyðugt tí er við útbygging av floghavnini. Seinni traðkaði borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, í karakter og segði, at fólk í Vága kommunu hava ampa av øktari ferðslu á flogvøllinum, tí hon gongur út yvir trygd og trivnað í bygdunum. At enda skrivaði Tráin Nónklett, søgufrøðingur, lesarabræv, har hann vísti á, at flogvøllurin ikki er ov lítil, men at ferðafólkini eru ov mong, soleiðis at vit førka okkum enn longur burtur frá málinum um burðardygd.
Tráin Nónklett tosar her fyrst og fremst um umhvørvisliga burðardygd, meðan Regin Jakobsen tosar um búskaparliga burðardygd. Av tí sama tosa teir fullkomiliga framvið hvønn annan, tí tann eini tosar vistfrøðiliga (øko-logiskt), meðan hin tosar búskaparfrøðiliga (øko-nomiskt). Harafturímóti tosar Bjarni Prior meiri samfelagsliga um livikor, trivnað, trygd o.l.
Ferðavinnan hugsar lítið um umhvørvisliga og samfelagsliga burðardygd
Burðardygd stendur á trimum beinum: Búskaparlig burðardygd, samfelagslig (sosial) burðardygd og umhvørvislig burðardygd. Brotnar eitt av hesum beinum, er talan ikki um fullfíggjaða burðardygd, men um lutvísa burðardygd. Harumframt er búskaparlig burðardygd treytað av samfelagsligari burðardygd, ið aftur er treytað av umhvørvisligari burðardygd, hóast hesin samanhangur í stóran mun verður ignoreraður til frama fyri búskaparligan løtuvinning.
Vága floghavn er partur av ferðavinnuni, og ferðavinnan roynir ofta at selja seg sum “burðardygga”. Talan er tá sjálvandi um sokallaða grønvasking (greenwashing), tí hvørki á umhvørvisliga ella samfelagsliga økinum er ferðavinnan serliga burðardygg. Heldur ynskir ferðavinnan at skúma róman frá teimum umhvørvisligu og samfelagsligu fortreytum, ið eru í Føroyum, helst uttan at lata ov nógv afturfyri.
“Vøran”, ið ferðavinnan selur, er í stóran mun føroyska umhvørvið og í ávísan mun føroyska samfelagið. Hetta er “tilfeingið”, ið ferðavinnan ger sær dælt av, tó uttan at gjalda stórvegis tilfeingisgjald fyri hetta. Ferðavinnan er sum vera man ein tænastuvinna, men vit mugu ikki gloyma, at hon ikki hevði verið til uttan umhvørvisliga og samfelagsliga “tilfeingið”. Ferðavinnan selir sjálvandi eisini avleiddar vørur og tænastur sum kaffi, mat, gisting, bussferðir o.s.fr., men øll hendan søla er fult og heilt treytað av grundleggjandi “tilfeinginum”, ið ferðavinnan fær púra ókeypis frá umhvørvinum og sera bíliga frá samfelagnum.
Baksíðan av ferðavinnu-framleiðsluni er ein umfatandi dálking, fyrst og fremst umhvørvisliga, men eisini samfelagsliga/mentanarliga.
Ferðavinnan vil fegin internalisera vinningin, men vil hinvegin í stóran mun eksternalisera kostnaðin. Hetta vísir kjakið í hesi vikuni so sera týðiliga.
Ferðavinnan dálkar umhvørvið
Ferðavinna kann vera burðardygg, men av tí at føroysk ferðavinna bert er “stuttflutt”, tá føroyingar ferðast í egnum landi, er vaksandi føroyska ferðavinnan alt annað enn burðardygg, og fær als ikki verið tað. Tí er neyðugt at kritisera premissina fyri ferðavinnuni út frá einum burðardygdar-sjónarmiði.
Størsta dálkingarkeldan stavar frá flutninginum til og frá Føroyum, antin loftvegis ella sjóvegis. Tað er líkamikið, hvar brennievnið verður bunkrað, og í hvørjum landi kostnaðurin verður skrásettur. Um talan er um ferðing til og frá Føroyum, er talan um dálking og útlát hjá føroyska búskapinum, líkamikið hvussu man roynir at pynta upp á hagtølini. Eg vil sitera Tráin P. Nónklett: “Granskarar vísa áhaldandi á, at tað er neyðugt at lækka vakstrarhúsgassið munandi, og samstundis at verja og endurbøta náttúruna. Framvegis gongur tó skeivan veg í Føroyum – útlátið hækkar og hækkar.” (Støðan hjá Føroyum er enntá verri enn Tráin heldur, tí so nógv útlát ikki verður talt við.)
Eisini innlendis fer fram stór ferðing, bæði í bussum og í alsamt størri mun í privatum leigubilum. Harumframt fer fram nógv annað eyka virksemi í Føroyum, ið eisini hevur við sær dálking og útlát: matstovur, gistingarhús, ymiskar tænastuveitingar o.a. Ja, sjálvt ferðavinnuforbrúkið er ein stór eyka dálkingarkelda hjá føroyska búskapinum, serliga tí meginparturin av hesi eyka nýtslu má innflytast til Føroyar. Vit eiga harumframt at minnast til, at alt innflutt forbrúk í Føroyum eisini hevur útlát við sær, hóast tað er framleitt í øðrum londum. Vit hava tá bara goldið fyri at fremja útlátið uttanfyri egið landamark.
At enda hava vit beinleiðis slitið á okkara umhvørvi, tí ávís støð/øki verða tránýtt, meðan onnur nærum ikki síggja ferðafólk. Nógvastaðni er neyðugt at avmarka talið á ferðafólkum, soleiðis at natúrperlur ikki fáa varandi skaða. Fyri at minka um slitið hevur ferðavinnan gjørt ymiskar gøtur, trappur o.a. í høgum, men hon dugir ikki at síggja, at júst hetta eisini er eitt inntriv í okkara natúrliga umhvørvi.
Fyri nøkrum árum síðani royndi Visit Faroe Islands at selja Føroyar sum “untouched”, “unspoiled”, “undiscovered” o.s.fr., men í dag ljóða hesi slagorð lítið annað enn komisk.
Ferðavinnan skaðar samfelag - herundir mál og mentan
Ferðavinnan ger eisini stór inntriv í samfelagið, ið á ymsan hátt líðir undir virkseminum. Meðan Vága floghavn sjálvandi er gagnlig fyri Vága øki, tí hon førir til arbeiðspláss, førir virksemið eisini negativar eksternalitetir við sær. Til dømis verða Miðvágur og Sandavágur hart raktar av ferðsluni, og tað gongur út yvir bygdirnar sum bústaðarøki. Við orðum Bjarna Priors: “Tað má ikki henda fyri okkara borgarar, tí at tað er nóg ringt sum er, so her má ein loysn finnast. Farleiðin kann ikki vera tann sum hon er í dag við einari millión ferðandi, tað ber slettis ikki til.”
Økta ferðslan gongur út yvir trygd og trivnað í nærumhvørvinum, men harumframt elvir ferðslan til slit á nógvar vegir kring landið, ið ofta ikki verða kompenseraðir fyri øktu koyringina. Nógvar bygdir fáa nærum onga úrtøku burtur úr ferðavinnuni, annað enn at teirra vegir verða niðurslitnir - umframt av at bygdirnar verða yvirfyltar við bussum, leiguakførum og ferðafólkum, ið vála sum best ber til, eisini á nýdyrkaðum bøi ella í túnum hjá privatfólki. Ferðafólk kunnu enntá finna upp á at brasa inn í gudstænastur, ja enntá undir altargongd, fyri at taka myndir.
Herfyri segði Guðrið Højgaard, stjóri fyri VFI, at ferðavinnan ger tað stuttligari í Føroyum (Sosialurin 6. juni 2025). Tað kann vera at ferðavinnan gevur nakrar stjørnuspekkaðar matstovur og onnur tilboð til tey vælbjargaðu í býunum, men fyri bygdirnar kring landið er talan fyrst og fremst um óbodnar gestir, ið gera seg inn á nærumhvørvið uttan at gjalda nakað fyri tað. Ferðavinnan ger nógvar føroyska bygdir til “frílandsmusem”, har býlingar gerast kulissur og íbúgvar verða statistar. Men hvør hevur hug til at koma á myndir hjá ferðafólkum uttan sín vilja og uttan nakra kompensatión?
Ferðavinnna leggur ikki bara trýst á mentanina, men eisini á málið. Innan handil, gistingarhús og matstovur verður føroyskt trokað burtur av útlendskum máli, serliga enskum. Av tí at størv innan ferðavinnuna sjáldan eru serliga attraktiv, eru nógv av starvsfókunum í ferðavinnuni í dag útlendsk. Tú kanst ikki sum føroyingur vænta at fara til handils og kunna tosa føroyskt. Hetta er eitt dømi um vantandi málsliga/mentanarliga burðardygd. Føroyska málið verður avreitt fyri búskaparligan løtuvinning, og jú fleiri útlendingar koma til Føroya, tess meiri verður føroyska málið trokað til viks.
At enda kann nevnast, at ferðavinnan eisini er við til at troka nógvar fastbúgvandi føroyingar úr sínum bústøðum, antin tí at bústaðirnir beinleiðis skulu brúkast til stutttíðarleigu (t.d. Airbnb), ella tí at økti eftirspurningurin ger tað alsamt dýrari at leiga bústaðir í Føroyum. Ferðafólkini koma í fyrstu røð, meðan tey fastbúgvandi mugu loftast av familju, vinum ella tí almenna - ella flyta av landinum.
Hvør skal gjalda fyri ovurvinningin hjá ferðavinnuni?
Ferðavinnan fær nógv ókeypis, tí umhvørvi og samfelag í ongan ella lítlan mun verða kompenserað fyri negativu eksternalitetirnar.
Ferðavinnan ætlar at brúka nógvar pengar upp á at økja um kapasitetin hjá Vága floghavn - fyri at tryggja búskaparligu burðardygdina hjá hesum partinum av vinnugreinini.
Átti flogferðingin só ikki eisini at fíggjað eftirlýsta tunnilin frá Vatnsoyrum til Fútaklett? Meginparturin av ferðafólkunum fara jú av oynni, og tað er ikki rímiligt at hvørki Vága kommuna, tíansheldur Landið skal fíggja eina íløgu, ið er ein beinleiðis tænasta til Vága floghavn og flogfeløgini. Eitt eyka gjald kundi kanska verið lagt á flogferðandi, ið kundi fíggjað ein nýggjan Vatnsoyrartunnil?
Sum nú er arbeiðir ferðavinnan fyri løtuvinning í egnan lumma, men skal talan vera um veruliga burðardygga ferðavinnu, skal ferðavinnan eisini í nøktandi mun kompensera tað umhvørvi og tey øki, ið verða rakt av ferðavinnuni.
Tað hevði heldur ikki verið annað enn rímiligt, at ferðavinnan fíggjaði nýggjar bústaðir til fastbúgvandi føroyingar afturfyri allar teir bústaðir, ið ferðavinnan tekur til vinnuligt endamál.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur
Keldur:
- ● Petersen, Birita M., 10. juni 2025. Størri og rúmligari farstøð hjá Vága Floghavn. Kringvarp.fo
- ● Lamhauge, Yngva S., 11. juni 2025. Hava ampa av øktari ferðslu á flogvøllinum. Kringvarp.fo
- ● Nónklett, Tráin P. 11. Juni 2025. Flogvøllurin er ikki ov lítil – ferðafólkini eru ov mong. In.fo