klokkan 13.00 og stongt sunnudag. Sunnukvøldið 17. februar klokkan 20.00 fer Martin so á pallin í Mentanarhúsinum. Talan verður um eitt varisligt bland av upplestri og konsert, sum hann hevur valt at geva heitið [...] hendingar, tankar og hugleiðingar á lívsleiðini verða tiknar fram. Serligur dentur verður lagdur á seinastu árini, har lívið fekk kollveltandi vend á so at siga øllum økjum. Martin verður einsamallur á palli [...] í Ribarhúsi, har Martin, sum er útbúgvin grafikkari/illustrator frá Skolen for Brugskunst, sýnir fram verk, ið hann hevur málað í 2012-13. Í hesum sambandi syngur Martin nakrar av sínum best kendu sangum
somuleiðis við trimum stigum, so tí mátti eitt fimta og avgerandi sett til. Her eydnaðist Drátti, sum hevði byrjað tey bæði undanfarnu settini betur, at halda fram við tí, og tað rakk so til 15-8 og sigur í dystinum [...] greipuvinnarunum úr SÍ. At hetta kundi gerast ein tungt dráttur hjá Drátti, sum roynir at sleppa fram í kappingina um silvur og bronsu, kom til sjóndar beinanvegin, tí í fyrsta settinum sópaði KÍF alla mótstøðu [...] dystinum, ið tað var so umráðandi hjá Drátti at vinna, nú kappingin í endaspurtinum herðist.
er rættuliga keðiligur. Vit hava so hugsað eitt sindur um, hvussu man kann fáa meira lív í slík tiltøk, uttan at tað gongur útyvir tað seriøsa innihaldið. Komu so fram á hendan formin, ið er inspireraður [...] at hugskotið við hesum forminum heldur fram og leggur aftrat: - Tað er altavgerandi, at tað eru politikarar, ið eru spyrjarar. Tað er hetta, ið lyftir fundin upp, so lív er í honum. Men samstundis gevur
fóru skúmandi fram ímóti málinum, var fjarstøðan frá Norðingi og fram til Klaksvíking ein bátslongd. Harvið hevur Klaksvíkingur lagt seg á odda í FM kappingini. Havnarbáturin var ikki so langt aftanfyri [...] aftanfyri Norðing, at møguleikin kann útihýsast fyrk, at kapping kann fara at verða um øll plássini, tí Eysturoyingur var ikki so nógv aftastur. - 1 Klaksvíkingur (KRF) 04:38.24 2 Norðingur (NHR) 04:40.46 3 [...] Teir klaksvíkgar, sum seinnapartin vóru í Gundadali og sóu KÍ vinna 1-0 ímóti B36 og so løgdu heimferðina soleiðis til rættis, at teir passaðu tað soleiðis, at teir vóru í Hvalvík, tá ið 6-mannaførini
arbeiða, so at hon kann leggja ætlanir fleiri ár fram í tíðina, og so at hon kann taka lán. Mest hevur verið tosað um at gera hana til eitt alment partafelag, akkurát sum Posta, men tað er ivingarsamt um undirtøka [...] á sama máta sum Bústaðir og Realurin. Men samstundis tvíheldur hann um, at Strandferðslan má umskipast, tí hon kann ikki halda fram sum nú, har arbeitt verður eitt ár í senn, alt eftir, hvat Løgtingið [...] løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, ivist í um tað er nakar fyrimunur at leggja Strandferðsluna í eitt alment partafelag. Hann heldur, at Posta er eitt gott dømi um, hvussu illa tað kann ganga, tí har er
tunnilin, ið var so knortlutur, at bilar ikki kundu koyra ígjøgnum hann. Onkur segði, at skuldu vit koma turrskødd fram, máttu vit vera í stivlum. Stivlar høvdu vit ongar, men komu kortini fram uttan at gerast [...] "vát um bein". Ikki kundi sigast, at vit høvdu gjørt okkum væl út til túrin, tí hjálmar høvdu vit heldur ikki. Tað kundi verið vandamikið, um nú grót skuldi dottið undan loftinum. Vit komu tó fram í øllum [...] tað er Petra, sum er farin út í tún við harmonikuni. Hóast vit eru púra fremmand, eru vit so frammlig at spyrja, um vit kunnu sleppa at taka eina mynd av henni. - Tað er gamaní, tak endiliga eina mynd, sigur
Vit vistu, at um vit megnaðu 2. plássið, so var alt enn púra opið, so tað løgdu vit okkum eftir. Vit sóu at vit ikki kundu taka Nólsoyingin aftur. Táið vit komu inn um málið, vóru vit í iva um tað vóru vit [...] vit ella Vágbingur, sum blivu nr 2, so vit vórðu glaðir tá vit funnu útav, at tað vóru vit, segði Jógvan Jacobsen eftir róðurin. ? Fram til Ólavsøkuna fara vit at hava somu venjing, sum vit hava havt allatíðina [...] eitt sindur harðari nú, fyrstu vikuna, men annars tað sama. Vit hava góðar vónir um at klára teir á ólavsøkuni, tí tað er jú so javnt.
á oynni, og um tað heldur fram við at vaksa, so er helst neyðugt at leggja ein sjókaðal til oynna. Sum nú er, so megna við núverandi trýstið, men tað skal ikki nógv aftrat. - Um valið so stendur millum [...] Við tveimum vindmyllum aftrat, so metir stjórin, at felagið megnar at veita nokk av streymi til virksemi á oynna. Men um vinnulívið í oynni heldur fram við at vaksa, so er neyðugt við øðrum átøkum, ásannar [...] millum at fáa fleiri motorar til vega ella ein sjókaðal, so velja vit ein sjókaðal. Um vit kunnu bíða til ein Sandoyartunnil verður gjørdur, so spara vit nógvan pening við bara at leggja kaðalin gjøgnum u
Nú fekk formaðurin forfall, og tað kunnu øll fáa, so hann skal ikki fáa nakra viðmerking um tað, men tey, sum hava fylgt við í hesum máli, eru sannførd um, at formaðurin kundi havt borið skjótari at. Tað [...] tí tað snýr seg um framtíðina hjá okkum øllum. Og uppritið var loyniligt - lagt fram í trúnaði - til uttanlandsnevndin var liðug við arbeiði sítt. Nú er hon liðug, og í gjár kundu so fjølmiðlarnir, sum [...] hendingar darvað arbeiðnum hjá uttanlandsnevndini, so hon heldur ikki varð liðug við arbeiði sítt fríggjadagin í síðstu viku. Og ígjár fekk formaðurin forfall, so varaformaðurin í nevndini avgjørdi at bíða við
uppbakingurin, sum felagið hevur notið. Mált upp á fólkatalið, so vildi tað jú ikki verið so veruleikafjart, um okkurt annað felag royndi at ota seg fram, men hetta hevur tó ikki verið gjørt. Heimastýrisskipan [...] hevur verið um leingi, men sum tó ongantíð er vorðið til álvara. Nú fara vit so at royna, og í fyrsta umfari verður hetta sjálvandi í samstarvi við KÍ. Ætlandi skulu vit venja tvær ferðir um vikuna, harav [...] sum tó ikki hava spælt við nøkrum felag. Og so er talan sjálvandi eisini um spælarar, sum áður hava gjørt nógv um seg hjá KÍ. Men Viðareiði er fyri tað nógva sjómannabygd, og tí eru kanska fleiri, sum