Viðingar manna fótbóltslið

Annað av triðjudeildarliðunum hjá KÍ verður í ár mannað av Viðingum

Fótbóltur

Er tað nakað, sum allar norðoyggjar altíð hava staðið saman um, so man tað vera KÍ. Ítróttarliga flaggskipið í økinum hevur gjøgnum árini vunnið nógvar og stórar sigrar, og ein av hornasteinunum í øllum hesum hevur uttan iva verið samlaði uppbakingurin, sum felagið hevur notið. Mált upp á fólkatalið, so vildi tað jú ikki verið so veruleikafjart, um okkurt annað felag royndi at ota seg fram, men hetta hevur tó ikki verið gjørt.

Heimastýrisskipan
Nú tykjast viðingar tó spakuliga at vera farnir eitt sjálvstýrisrák at kalla. Á Viðareiði, Í Havnnasundi og í Norðdepli hava menn í fleiri ár tosað um møguleikan at stovna eitt felag, men higartil hevur talan bara verið um tos.
Í ár verður tó nakað gjørt við hetta - innan fyri heimastýrislógina at kalla. Saman við KÍ hava viðingar nevnliga gjørt av, at teir í ár manna eitt av liðunum í 3. deild. T.v.s. í deildini, sum fram til í fjør æt 4. deild.
Manne W. Høgnesen, sum í nógv ár hevur verið ein av góðu kreftunum í KÍ, er nú fluttur til Viðareiðis, og tað verður eisini hann, sum kemur at taka sær av liðnum.
- Hetta er nokk nakað, sum tosað hevur verið um leingi, men sum tó ongantíð er vorðið til álvara. Nú fara vit so at royna, og í fyrsta umfari verður hetta sjálvandi í samstarvi við KÍ. Ætlandi skulu vit venja tvær ferðir um vikuna, harav ein av hesum verður á Viðareiði, og so mugu vit bara síggja, hvussu leikur ferð.
Og hann leggur afturat, at hann heldur fleiri fínar spælarar vera tøkar til liðið.
- Her eru fleiri fínir spælarar, sum tó ikki hava spælt við nøkrum felag. Og so er talan sjálvandi eisini um spælarar, sum áður hava gjørt nógv um seg hjá KÍ. Men Viðareiði er fyri tað nógva sjómannabygd, og tí eru kanska fleiri, sum eru givnir við seriøsum fótbólti á ungum árum. Júst sjómanslívið ger helst eisini, at tað verður nakað óstøðugt við fleiri av spælarunum, men her kann samstarvið við KÍ so eisini koma væl við. Tí tað kundi jú verið, at vit onkra ferðina kunnu læna onkran spælara, heldur Manne at enda.