árinum verður upsi arbeiddur á Tavuni. Nú tá ið tað verður arbeitt gulllaksur, verður eisini arbeitt í tveimum vaktum, og tí hevði virkið tørv á fleiri starvsfólkum. Hvør vakt er á 10 tímar. Fyrra vaktin byrjar [...] gulllaksi á Tavuni øktur. – Tað mesta, ið vit framleiða, verður selt til sølumiðstøðir til Norra. Haldi at umleið tríggir fjórðingar fara tann vegin, sigur hann. Tað eru trý pør av partrolarum, ið nú fiska [...] klokkan 16, meðan seinna vaktin arbeiðir frá klokkan 16 til klokkan 02 á nátt. – Tað er nógv at gera, og tí mugu vit arbeiða langar dagar. Vit verða ofta eisini noydd at arbeiða leygardagar, sigur Joen Magnus
Bátafelagið á Toftum, sum eitt nú skipar fyri árliga bátafestivalinum á Toftum, fer at halda sín árliga aðalfund mikukvøldið klokkan 19. Fundurin verður í hølum felagsins við Toftagjógv. - Vit vóna, at allir [...] til aðalfundin, og nýggir limir eru vælkominir at tekna seg. Limagjaldið er bert 100 krónur um árið. Bátafelagið á Toftum hýsir eisini Undirhúsinum á Toftum, sum eitt nú hevur sangbólk, ið hevur framført
áhugverdan fyri næmingarnar. Gera vit ikki tað, svíkja vit ikki bara næmingarnar, men ein stórur partur av okkara mentanararvi fer eisini fyri skeyti. Vit síggja longu nú, hvussu nógv fátækari málið hjá [...] mínum hugskotum og eru farin serstakliga væl við mær. Tað skulu tey eiga, og tey skulu vita, at eg eri ómetaliga takksamur fyri tað, sigur Frits rørdur á málinum. At fuglfirðingar eisini eru takksamir fyri [...] bara um fólkaskúlan. Eg havi verið lærari nú í 37 ár, so eg haldi meg kunna siga, at hevði skúlin ikki verið so møsnutur, kundi nógv meir verið komið á skaftið. Vit kjakast og seta nevndir og halda fundir
fjølmiðlum sum gjørligt. Vit eru enn so tíðiliga í fyrireikingunum, at eg tori illa at siga, júst hvørjar miðlar vit fara at leggja okkum eftir, men vit fara at gera ein profil av, hvat vit vilja fortelja útheiminum [...] Tórun Ellingsgaard verið frammi; seinast var tað sum rithøvundur, men serliga kenna vit hana kanska sum sjónvarpsvert. Nú hevur hon fingið enn ein nýggjan leiklut. Hesaferð skal hon samskipa PR til allarhelst [...] Vinnuframastovan, Atlansflog og Smyril Line eru bert nakrar av fyritøkunum, ið skuldu merkt ágóðan av einari vitjan hjá einum fyrrverandi amerikanskum forseta. - Vit fara sjálvandi at leggja okkum eftir at
Føroyar, Skúlin á Fløtum, nýggja politistøðin, Sundsverkið og H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum. Hetta eru alt stórar verkætlanir, sum antin eru lidnar ella ikki mangla so nógv, og tað fara vit at merkja. [...] eitt sindur varin um útlitini. - Vit selja nógv til stórar verkætlanir, og um tú hyggur eftir, hvørjar verkætlanir eru endaðar í ár, so er talan um rættiliga nógvar. Vit kunnu nevna Hotel Hilton, Hotel [...] siga ongin stór verkætlan sett í gongd. Vit vita eisini, at rættiliga nógvir útlendskir handverkarar, sum hava verið í Føroyum arbeitt fyri føroyskar fyritøkur, nú eru farnir heimaftur, sigur Fróði Sigvardsen
riggað. - Vit hava funnið útav, at fyri at fáa fleiri fólk at geva blóð, so er neyðugt, at vit venda okkum til tey persónliga, tí ofta fáa fólk annars ikki upp í lag at gerast blóðgevar. Tí hava vit verið [...] fólk velja at gerast blóðgevar. - Vit uppliva, at tað eru alsamt fleiri ung í aldrinum 18 til 25 ár, sum vilja lata blóð. Í løtuni er tað ein rúgva av ungum í Føroyum, ið eru blógevar, sigur Rósa Syderbø. [...] Rósa Syderbø. Hon vísir samstundis á, at hóast tey ungu fara uttanlands í lestrarørindum, kunnu tey framvegis vera blóðgevar og lata blóð, tá tey eru heima í eitt nú summar- og páskafrí. Vanliga verður
smittaðum er hækkandi. Heilsuserfrøðingar eru stúrnir fyri, at kurvin við talinum av deyðum skjótt eisini fer at hækka aftur. – Vit eru í einum truplum tíðarskeiði beint nú, segði evsta heilsuráðgevin hjá amerikonsku [...] Fauci, á einum telefonráðstevnu í gjár. Sambært Fauci hava nógvir statir verið skjótir at seta úr gildi tiltøk og lata uppaftur uttan at hava prógv fyri fallandi smittutølum. – Eg haldi, at vit eru noydd [...] noydd at fáa statirnar at seta upplatingina á pausu, men eg haldi ikki, at vit eru noydd at venda aftur til ein stongsul, sigur Fauci. Forsetin í USA, Donald Trump, hevur niðurtóna methøga smittutalið. Í gjár
kappingina, og tað hava vit eisini gjørt hesa vikuna. Vit eru eisini nógv saman annars og hava tað gott sosialt, sigur Karin. Nøkulunda sama støði Tey flestu eru á einum máli um, at dysturin á Skála í dag verður [...] bert tí, at so nógv stendur upp á spæl, men eisini tí, at talan er um tvey jøvn lið. ? Eg haldi, at liðini eru á nøkulunda sama støði. Tær eru eitt sindur yngri enn vit ? miðalaldurin hjá okkum man liggja [...] serligur fyrimunur hjá StÍF at spæla á heimavølli. ? Tað hevur ikki altíð verið ein fyrimunur hjá okkum. Vit hava eisini fingið minst líka góð úrslit á útivølli sum á heimavølli, sigur hon. ? Men tað verður
Vit eru øll skelkaði, at vit so knappliga hava mist ein av starvsfeløgum okkara og lærara hjá næmingunum. Síðst vit sóu hana, var hon livandi og aktiv sum altíð, áhugað í skúlanum, og nú er hon burtur [...] 30 ár á skúlanum, og gjørt eitt stórt arbeiði, bæði í undirvísingini, og eisini í lærarahøpi og í næmingahøpi. Øll vit, ið nú arbeiða á skúlanum, og sum vóru yngri enn hon, hava upplivað tá vit byrjaðu [...] ógvuliga tungt at vinna á sorgini. Hennara fasti stólur í roykistovuni hjá lærarunum er tómur, men vit hava so nógv góð minnir at rógva afturá, sum kunnu troysta okkum í sakninum. Vit lýsa frið yvir minnið
gingið á odda á mongum økjum. Jóan Pauli byrjaði við sildini, men virking av sild á landi gjørdist ein stórur partur av vinnuni í Gøtu í 60-unum, eftir at Oddfríður hevði tikið við. Byrjað varð á keiuni [...] góðum arbeiðsumstøðum og støðugum arbeiði. Betri kann tað ikki vera.Tað eru annars ikki bert gøtufólk, sum arbeiða á virkinum. Her eru fólk úr grannabygdum og úr nógvum londum. Var við til at gera ALS Oddfríður [...] teimum. Tað eru nøkur ár síðan Oddfríður formelt legði frá sær sum stjóri. Men hann er so nevndarformaður, so hann hevur ikki heilt slept endanum. Men Oddfríður hevur dugað væl at seta við. Nú eru tað synirnar