vera røtt. Hvørji eru so tey røttu tølini? má almenningurin spyrja. Eisini her má Fyribyrgingarráðið út á vøllin og seta eina kanning í verk. Uttan at vit kenna trupulleikan, kunnu vit jú ikki loysa hann [...] hevur miklan skund. Er tað nevniliga so, at vit hava nógvar hassjmisnýtarar og hartil ein hóp av ungfólki, sum nýta hørð rúsevni, so má nakað gerast her og nú. Latið okkum fáa eina seriøsa kanning skjótast [...] avvarandi myndugleikar koma við sínum boðum uppá møguligar loysnir. Støðan sum nú valdar, kann ikki halda fram. Her má nakað gerast. Vit venda aftur til hini evnini. Sosialurin
við elementum til skúlan, sum nú verður bygdur. Tyrlan hjá Atlantsflogi lyfti elementini upp á oynna, har fleiri mans tóku ímóti. Tað er Sp/f Sperrcon, sum Haldur Vang eigur á Toftum, ið hevur bygt elementini [...] komu umborð á strandfaraskipið Sam á Toftum mikukvøldið. Um 04-tíðina hósmorgunin loysti skipið av Toftum og stevndi suður til Dímunar, har tyrlan hjá Atlantsflogi lyfti elementini upp á oynna. Haldur [...] Jógvan Jón Petersen sigur, at tey í Dímun eru sera væl nøgd við tað arbeiði, sum Haldur Vang og hansara menn hava gjørt. - Vit vænta, at allir veggirnir eru komnir upp at standa í kvøld, og kanska verður
skaðar aftur, sum eru hendir í ódnarveðri. Tað heldur Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, og tað hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um. Hann vísir á, at tvær ferðir upp á bara sløk tvey ár, [...] á lendi og á ognir hjá kommununi. Páll á Reynatúgvu heldur, at tvær so stórar vanlukkur upp á tvey ár eru steinur omaná byrðu hjá eini lítlari kommunu, sum Húsavík er. Tí vil hann nú hava Løgtingið [...] hava ávirkan á veðrið um okkara leiðir, og vit eiga at hava eina fíggjarliga tilbúgving, sum loftar støðum sum hesari í Húsavíkar kommunu, sigur Páll á Reynatúgvu.
nógv til at sleppa á pallin aftur, sigur Anfinn Nielsen, sum lovar eitt brak av einari konsert á Summar Festivalinum Tað verður ikki spart upp á krútið, tá Anfinn & Co fara á pallin á Summar Festivalinum [...] hevur nú um dagarnar vant saman við nýggja bólki sínum. Venjingarnar geva ábendingar um, at tað verður ein sera lívlig framførsla við kendum sangum og framúr góðum tónleikarum á pallinum. - Vit hava latið [...] hann hevur skrivað og givið út síðani miðskeiðis í 80´unum. Sangirnir eru lættir, skemtiligir, speiskir og onkuntíð eymir, og talan eru fleiri veruligar landaplágur - Cirkus Tinganes, Í skúrið, Útsalg, Ferðaseðil
partin. Longu nú hava fólk verið og roynt staðið, og tey eru nøgd. Trý jolaborðhald eru eisini longu umbiðin. Okkurt smávegis er eftir at gera soleiðis rundanum, hóast latið er upp. Eitt nú manglar skelting [...] kaffimaskinuna. Fyllir tey við espresso, og vit fara so inn í matstovuna í norðara enda at práta. ?Hetta er ein avloysing ella víðkan av grillini Centrum, sum vit høvdu frammanundan. Men tað var líkasum, [...] enn í syðra partinum, har grillmatstovan er. ?Vit vænta eisini, at tað verða onnuur fólk, sum koma her, sigur Fríða Midjord. Her er meira »ekslusivt«, um vit kunnu siga so. Myrk panel. Mahogni diskar og
tó dent á, at tær í VÍF eru uppsettar til dystin. Eisini hóast liðið hevur sópað alla mótstøðu til viks í tvey ár. - Sjálvandi eru vit uppsettar til dystin, og tað mugu vit eisini vera, um vit skulu vinna [...] haldi ikki, at tað vildi gagnað nøkrum, um vit nú skuldi gjørt nakað serligt burturúr. Tað kann í øllum førum bara órógva, um vit brádliga fara at broyta upp á ting, sum annars hava riggað væl. Verjan skal [...] nógva orku, eru fingnir burtur úr høvdinum, og sjálv haldi eg, at hugurin á leikarum er í topp í løtuni. Ikki minst var tað slítandi í hesum sambandi, at vit byrjaðu so tíðliga at venja, tí vit roknaðu við
2-0 tap á heimavølli ímóti ÍF er Víkingur næsta avbjóðingin hjá B68 og Paula Poulsen: -Vit eru allir samdir í, at avrikið í Gundadali var undir alt lágmark. Hugburðurin var als ikki tann, sum vit eiga at [...] málleysan 1. hálvleik vóru vit oman á fyrstu løtuna eftir steðgin, og tað var stórt spell, at tað vóru teir, sum fingu mál. Munurin var tann, at teir skoraðu upp á sínar møguleikar, meðan vit ikki megnaðu at fáa [...] fáa mál. Tað arbeiða vit miðvíst við at betra. Toftamenn eru illa plágaðir av skaðum. Keita og Camara eru langtíðar skaddir, Emanuel Ukpei, Jónleif Højgaard, Henning Joensen og Jann Ingi Petersen vera helst
at dagurin skal vera 30. desember 2008. Síðan vit fóru úr skúlanum, eru vit farin í allar ættir, og vit vita ikki í dag, hvar øll búgva. Vit vilja tí á hendan hátt siga tykkum frá tiltakinum, og biðja [...] Nú 40 ár eru liðin, síðan vit fóru úr Sankta Frans Skúla, er ætlanin at vit øll, bæði gentur og dreingir, møtast aftur fyri at minnast aftur á gamlar dagar og annars at hugna okkum. Fyrireikingarnar eru [...] um at senda okkum navn og bústað v.m. Onkur er kanska sum ikki sær hesa eftirlýsing. Tí heita vit eisini á familju ella vinfólk um at siga teimum sum t.d. búgva uttanlands frá hesari eftirlýsing. Tit kunnu
bløðum er at siga, at vit eru í ferð við at umhugsa rættarliga stevning. Vit hava handlað í góðari trúgv og kunnu á ongan hátt ákæras fyri slík brotsverk, sum vit av órøttum eru lagdir undir. Leysasøgur [...] Tey vóru gjørd kunnug við at vit svaraðu ikki fyri sjálvt innihaldið í upplýsingapakkanum, sum jú stavaði frá einum triðjaparti, ið vit á ongan hátt kundu hava ávirkan á. Nú er so fyri kortum vorðið greitt [...] tá fólk royna at fáa samband. Av hesari orsøk hava vit fyribils steðgað við allari sølu av upplýsingum viðvíkjandi nevnda felag; samstundis vilja vit inntil víðari ráða øllum frá at rinda nakað forút fyri
kunnu samstarv, og nú felagsskúlin liggur á Oyrarbakka, heldur hann tað vera rímiligt, at læknamiðstøðin verður løgd í Eiðis kommunu. - Vit vildu tískil helst, at miðstøðin verður bygd á Eiði. Tað hevði verið [...] kommunu vísir á, at miðstøðin eisini kann byggjast við Svínáir, sum eisini er partur av Eiðis kommunu. Men síðan skilst á borgarstjóranum á Eiði, at einmælta samtyktin, sum bygdaráðið gjørdi á fundinum, 24 [...] hevur á fundi einmælt samtykt at bjóða Sunda kommunu samstarv um bygging av eini læknamiðstøð í Eiðis kommunu. Kommunurnar eru báðar partur av Eiðis læknadømi og samstarva frammanundan um eitt nú felagsskúlan