Sóley Mikkelsen:Royna at gera sum vant

Hóast tær at kalla bert hava vunnið seinastu bæði árini, so heldur liðskiparin hjá VÍF ikki, at motivatiónin til dystin verður nakar trupulleiki

Coca-Cola finala

Hjá VÍF kvinnunum tykjast tær gera nógv burturúr, at so lítið sum gjørligt skal gerast burtur úr steypafinaluni, sum er á skránni leygardagin.
Í øllum førum sigur liðskiparin, Sóley Mikkelsen, at vikan higartil hevur gingið akkurát soleiðis, sum flestu vikurnar hjá teimum gera.
- Vit hava vant sum vanligt, og undan dystinum fara vit eisini at fyrireika okkum sum vant. Hittast hjá onkrum av leikarunum, sum búgva í Havn, eta ein bita og fáa ein drekkamunn, meðan vit tosa um dystin.
Sjálv ivast Sóley heldur ikki, at hetta er rætti hátturin at fyrireika seg til ein slíkan dyst. Ikki minst, tá tað í aðrar mátar hevur gingist so væl hjá VÍF.
- Eg haldi ikki, at tað vildi gagnað nøkrum, um vit nú skuldi gjørt nakað serligt burturúr. Tað kann í øllum førum bara órógva, um vit brádliga fara at broyta upp á ting, sum annars hava riggað væl.

Verjan skal rigga
Hóast tær tykjast gera lítið burturúr, so leggur Sóley tó dent á, at tær í VÍF eru uppsettar til dystin. Eisini hóast liðið hevur sópað alla mótstøðu til viks í tvey ár.
- Sjálvandi eru vit uppsettar til dystin, og tað mugu vit eisini vera, um vit skulu vinna.
- Europa Cup dystirnir, sum hava kostað nógva orku, eru fingnir burtur úr høvdinum, og sjálv haldi eg, at hugurin á leikarum er í topp í løtuni. Ikki minst var tað slítandi í hesum sambandi, at vit byrjaðu so tíðliga at venja, tí vit roknaðu við at spæla í september, men tað kann hinvegin hava givið okkum ein kropsligan fyrimun, soleiðis at vit ígjøgnum mest sum allan dystin kunnu halda eina høga leikferð.
Meira enn ferðin á spælinum, heldur Sóley tó, at tað verður verjan, sum verður avgerandi fyri, um VÍF kann vinna steypakappingina annað árið á rað.
- Verjan verður heilt víst avgerandi. Tað hevur alla tíðina víst seg, at um vit fáa verjuna at rigga, so koyrir álopsspælið væl, so tað er heilt víst nakað, sum vit skulu satsa 100% upp á í dystinum, sigur hon at enda.