hann hevur fyriskipað hendan fyrilesturin sigur hann: – Vit hava biðið Brian koma heim at halda ein fyrilestur fyri at ávara ung fólk ímóti stoffum, kriminaliteti og bandavirksemi. Gongdin í Føroyum er tíverri [...] Rana: – Tað er ikki munur á synd Á plakatini fyri tiltakið stendur Brian Sandberg vs. Jenis av Rana. Hetta er tí, at Jenis av Rana hevur fingið sum uppgávu at vera eitt slag av verti, sum millum annað skal [...] harðskapi og øðrum, sigur hann. – Hann hevur sitið og hevur bøtt fyri tað, sum hann hevur gjørt. Nú ynskir hann at ávara onnur um tað. Fantastiskt, at hann ger tað. Hann kundi eisini bara sett seg afturá. Hann
aftra seg við at fara og svimja ella sóla sær, tí tær stúra fyri, at tær hava for stóran búk, lør ella armar. Hetta er for galið, meinar kropsaktivisturin Elisa Vang, sum áhaldandi roynir at gera upp við [...] eisini kallað fat-shaming . – Eg finni meg ikki í, at so nógvar kvinnur ikki skulu tora at sóla sær, bara tí tær hava yvirarmar og stóran búk. Onkur noyðist at traðka fram, sigur 35 ára gamla tvørakvinnan Elisa [...] á hetta tabu-evnið, sum fyri nógvar kvinnur er ringt at snakka um. Hon pakkar einki inn, kemur við einum erligum glepsi, tá tørvur er á tí, og so heldur hon seg ikki aftur við at vísa myndir av sær sjálvari
ein stór æra at fáa hesa viðurkenning. Eg havi ikki orð fyri tí. Eg royni at gera heimin eitt sindur betri hvønn dag við at bjarga og hjálpa nøkrum menniskjum. Men eg arbeiði ikki fyri at fáa ein heiður [...] tað seg um at finna ein máta at vera saman uppá, sum er til at halda út, uttan at brúka peikifingurin, sigur Martin Kúrberg, sum ikki er í iva um, at hvat hansara kall í lívinum er. – Eg komi at arbeiða við [...] í Keypmannahavn, tá eri eg bara Martin. At fáa fríheitina at kunna slappa av onkuntíð hevur nógv at siga fyri meg, sigur hann. Harumframt dámar honum sera væl at campera, sum eisini gevur honum frið. Hann
ferðafólkum. – Fyri at fáa tey vaksnu inn hugsa vit at bjóða ymsar rundvísingartúrar. Í vár fara vit at kanna nærri, um tað ber til at gera hetta ókeypis, tá ið atgongugjald er goldið, soleiðis at tað ikki verður [...] góðum standi. Tað verður byrjað við at umvæla takið, og vit vóna, at tað verður liðugt í summar 2020. At vælvildin er so stór ger, at hetta er eitt deiligt stað at arbeiða, sigur Karina Lykke Grand. [...] stjóri í summar, og hon ætlar serliga at arbeiða fyri at menna Listasavn Føroya til ein mentanarligan vita. – Listasavnið skal vera eitt mentanarligt flaggskip fyri Føroyar. Tað skal vera eitt stað, sum
líkist ongum, at kostnaðurin fyri koronukanningar av ferðafólki til Føroya verður rindaður úr landskassanum og sostatt eisini føroyska skattgjaldaranum. Tað heldur Beinta Løwe, tingkvinna fyri tjóðveldi. [...] Beinta Løwe vísir á, at tað gevur ikki meining, at fólk á arbeiðsmarknaðinum skulu vísa hógv og ikki krevja lønarhækking orsakað av koronustøðuni, meðan ferðafólk verða koronukannað fyri einki, tá tey koma [...] verða kannaði ókeypis fyri covid-19. Eg má spyrja, hví skulu føroyingar rinda fyri útlendsk ferðafólk, sum koma hendavegin? Sjálvandi skulu ferðafólkini rinda sjálvi. Hava tey ráð at keypa ein ferðaseðil
okkum fyri, at koma á mál við eini trípartasemju, har vit í felag fremja átøk fyri, at tryggja meira javnt útboð av lærlingaplássum, samstundis sum útbúgvingin skuldi betrast. Úrslitið varð, at Føroya [...] verður framd í verki. Tí hetta er ein avtala til fyrimuns fyri allar partar – fyri okkara ungu, fyri vinnuna, fyri alt okkara samfelag – fyri okkum øll. [...] slóðbrótandi semju, tí í Føroyum hava vit ikki havt siðvenju fyri, at landsmyndugleikar, vinna og fakfeløg gera trípartasemjur. Vónin var og er, at fleiri tílíkar semjur kunnu gerast veruleiki komandi tíðina
merkir kvinnudagurin fyri teg? Fyri at vera erlig havi eg ikki hugsað so nógv um kvinnudagin. Hvat eyðkennir føroysku kvinnuna/hvussu lýsir tú hana? Tað sum eyðkennir føroysku kvinnuna er, at hon er fantastiska [...] Tað sigst, at allar kvinnur eru superhetjur, men eg haldi so avgjørt at tann føroyska kvinnan er nakað heilt serligt. Er altjóða kvinnudagur viðkomandi í Føroyum, nú vit skriva 2020? Fyri meg eru kvi [...] dugi eg væl at síggja, at í summun førum verða vit ikki javnsettar við hitt kynið, men tá talan er um kynskvotur og serrættindi til kvinnur, hoppi eg av, tí í mínari verð eigur tað bara at vera fair báðar
sum um, at luftin fer úr okkum, tá B36 skorar fyrsta málið, sigur Jóhan Dávur Højgaard. Hann er fullgreiður um, at gongdin hjá GÍ seinastu dystirnar, ikki er til at rópa hurrá fyri og sigur tí, at har er [...] er bara eitt at gera, um úrslitini skulu broytast. – Vit mugu bara taka í reyvina á okkum sjálvum nú. Har er einki annað at gera, sigur hann avgjørdur. [...] Jóhan Dávur Højgaard mannaði einsamalla álopssessin hjá GÍ í gjár, og hann metir, at dysturin hevði kunnað sæð øðrvísi út, um teir skoraðu í fyrra hálvleiki. – Dysturin hevði neyvan verið tann sami, um
fara tá at fáa endaliga svarið frá Jenisi av Rana um, hvørt loyvi verður givið til at seta ein lofteftirlitsradara upp á Sornfelli ella ikki. Hvat svarið fer at bera brá av, mugu vit bíða við at hoyra til [...] – Nú rokni eg við, at tey seinastu, sum longu ikki vóru fyri einum radara, hava skift meining. Soleiðis sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, nú vit spyrja hann um hetta. Hann sipar [...] n heldur, at innrásin vísir greitt, hvønn part av heiminum vit hoyra til - og tað er til vesturheimin við NATO og ES. Lofteftirlitsradarin er nettupp eitt ynski frá NATO, sum hevur tørv á at kunna hava
koma til landið. Fyri at fyribyrgja koronasmittu heldur hon, at myndugleikarnir eiga at geva forboð til ferðamannaskip, sum eftir ætlan skulu koma til landið, so greiðar reglur vera fyri øll. Men áheitanin [...] in í Havn, Annika Olsen, at myndugleikarnir mugu tryggja, at eingi ferðamannaskip koma til landið í ár. Hon heitti á tíðindafundi á middegi í dag á landsins myndugleikar um at herða krøvini og eftirlitið [...] Tað er ikki soleiðis, at vit frá landsins myndugleikum hava møguleika at seta forboð, tí vit hava ikki ta forboðslógina. Men kommunalu myndugleikarnir kunnu siga nei takk til at fáa skip inn, sigur Bárður