– Kommunurnar kunnu sjálvar seta forboð fyri ferðamannaskipunum

– Tað er ikki soleiðis, at vit frá landsins myndugleikum hava møguleika at seta forboð, sigur løgmaður

Nøkur av ferðamannaskipunum, sum eftir ætlan koma til Føroya í vár og í summar, hava avlýst sína ferð hendan vegin. Men tað eru ikki øll, sum hava avlýst, og nú heldur borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, at myndugleikarnir mugu tryggja, at eingi ferðamannaskip koma til landið í ár.

Hon heitti á tíðindafundi á middegi í dag á landsins myndugleikar um at herða krøvini og eftirlitið til tey, sum koma til landið. Fyri at fyribyrgja koronasmittu heldur hon, at myndugleikarnir eiga at geva forboð til ferðamannaskip, sum eftir ætlan skulu koma til landið, so greiðar reglur vera fyri øll.

Men áheitanin hjá borgarstjóranum verður ikki gingin á møti. 

– Tað er ikki soleiðis, at vit frá landsins myndugleikum hava møguleika at seta forboð, tí vit hava ikki ta forboðslógina. Men kommunalu myndugleikarnir kunnu siga nei takk til at fáa skip inn, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. 

Hann heldur røttu loysnina vera at tilmæla heldur.

– Vit kunnu tilmæla. Okkara tilmæli er, at øll tey, sum koma inn á føroyska landjørð, fara í sóttarhald í 14 dagar. Men kommunurnar hava í løtuni heimmild at siga nei takk til ferðamannaskipini, sigur løgmaður. 

Somu tilmæli um sóttarhald í 14 dagar eru galdandi fyri tey ferðandi, ið koma loftvegis.

– Tað byggir alt á álit millum myndugleikan og borgaran, sigur Bárður á Steig Nielsen.