grundina til, at fleiri gentur telva, men hon heldur kanska, at góðu úrslitini hjá øðrum gentum gera, at áhugin verður størri milum ungar gentur. - Tað er ringt at meta um sjálva grundina til, at fleiri [...] leið einum ári var Herborg nevniliga við til danmarksmeistaraheitið í talvi, og her gjørdi hon ikki matari enn at vinna kappingina. Í morgin gongur leiðin so aftur til Danmarkar, har Herborg skal royna at [...] Talan er um 16 ára gomlu Herborg Hansen úr Klaksvík, sum dámar stak væl at telva. Hon hevur gjørt talv til sína ítróttargrein, og hetta hevur eisini økt um áhugan millum ungar gentur í Føroyum. Herborg hevur
grótið til at gera eitt stórt ídnaðarøki á Gomlurætt, og Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn, og formaður í Vinnunevndini hjá býráðnum, sigur, at Vinnunevndin hevur nú samtykt at brúka grótið til eitt ídnaðarøki [...] Nú er loksins greitt, hvat tað nógva grótið úr Sandoyartunlinum, skal brúkast til. Felagið, sum ger tunnilin, hevur ætlað at tyrva tað í haganum oman fyri Velbastað, men í Tórshavnar Býráð hava tey leingi [...] fáar metrar afturat – ella tað verður siglt vesturum verandi havnarlag. Men tað kann vera rættiliga ringt í sjónum á Gomlurætt og tí verður neyðugt at spreingja nakað av stórum gróti úr hamrinum við Gomlurætt
altíð tosa um miðbýin, eru vit sjálvi við til at skapa eina mýtu um, at har er onki lív í, heldur hann. Hann heldur, at alt tað negativa prátið er ikki bara við til at skapa eina mynd í høvdinum á fólki av [...] leggur hann afturat. Hann sigur, at bara í Reinsarínum vóru 355 tiltøk í eitt ár frá 1. oktober í 2014 til 1. oktober í 2015. Sostatt eru tiltøk í Reinsarínum at kalla hvønn dag, og gongdin hevur verið tann [...] uttandura, men hann heldur, at tað er av teirri einføldu, og nátúrligur orsøk, at tað er ofta so ringt veður í Føroyum, at tað er sjáldan, at tað er uttanduraveður. - Men tað merkir ikki, at onki fólk
nýggjársynski skal vera, at vit í 2015 fáa eina samgongu, sum er til frama fyri okkara limir, sum eitt nú vil geva teimum sama rætt til skattalætta, sum tey háløntu nú fáa. Vit mugu eisini fáa eina ef [...] Hansen, og hann leggur aftrat í sama viðfangi: - Eg tosi við nógvar av limum okkara, sum hava sera ringt við at fáa endarnar at røkka, serliga tí tey ikki fáa nóg mikið av arbeiði. Vit hava nógvar limir [...] at gloyma, at hóast framgongd er onkustaðni, so verður ov lítið gjørt fyri at fáa øll við. Tað eru til dømis ógvuliga nógv tilkomin fólk, serliga konufólk, sum eru arbeiðsleys, ella bara arbeiða nakrar
hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið í Havn helst verður gjørdur endaliga liðugur hesa vikuna, so hevur »The Grand Old Man« hjá Fólkaflokkinum í Havn, Jan Christiansen, ikki tikið støðu til, um hann stillar [...] uppaftur hesaferð. Jan Christiansen varð fyrstu ferð valdur í býráðið í 1984 og afturvaldur hvørjaferð til 2012. Árini 2001-2005 var hann borgarstjóri í Havn. – Eg má bara viðganga, at tað er kommunalpolitikkur [...] ikki afturvaldur á seinasta býráðsvalinum seinast og viðgongur, at tá tú fyrst ert fallin, so er ringt at koma afturíaftur. Tað vóru nú ikki persónligu atkvøðurnar einans, sum gjørdu, at Jan Christiansen
ða er endurgivið tað fjarrit, sum sonur Andrassar sendi til Ritzau sunnudagin 15. september 1946. Hetta má sigast at vera ein samtíðarkelda til tað sum fór fram. Fjarritið var hetta: Thorshavn, Søndag [...] Danmark, at ogsaa dette Spørgsmaal maa betragtes som bortfaldet. Hetta kann týðast soleiðis: Vísandi til tað sum forsætisráðharrin Knud Kristenen sigur um avleiðingarnar av fólkaatkvøðuni, sigur formaðurin [...] ikki verður sagt. Eitt er at Andras í fyrsta setningi sigur, at Sambandsflokkurin hevur skift navn til Samstarvsflokkurin. Í næsta setningi sigur hann hvør orsøkin er, og tað er at stjórnaruppskotið er
aðrari verð, tá ið korona lukkaði ferðavinnuna frá degi til dags tíðliga í ár, hevur føroyski arbeiðsmarknaðurin sum heild, ikki merkt so nógv til avleiðingarnar av koronu higartil. – Arbeiðsloysið er hækkað [...] Sum heild hava vit lítið og einki merkt til koronu. Tað sigur Arbeiðgevarafelagið, nú tey gera støðuna upp higartil í ár, sum hevur verið tað semerktasta árið, nakar veit um. Ferðavinnan fekk ein skelk [...] føroyska arbeiðsmegin var tann virknasta í Evropa, siga arbeiðsgevararnir. – Tað var sostatt arbeiði til meira enn allar hendur, tá ið koronasmittan rakti Føroyar, og tá búskapurin sprutt kókar,kólnar hann
hjá Javnaðarflokkinum hevur verið út av lagið ringt, serliga við Kristin Michelsen, sum eisini er borgarstjóri á Tvøroyri. Har endaði tað við, at hann til seinasta býráðsval í 2016 stillaði upp á egnum [...] frá, at hann kennir seg fríttstillaðan av Javnaðarflokkinum og samgonguni og fer at atkvøða frá máli til mál. Ógrett er tí, um hann er í Javnaðarflokkinum ella ikki, og um hann er í samgongunni ella ikki [...] næstformaður á landsfundi floksins fyri tveimum vikum síðani. Sambandsflokkurin valdi Helga Abrahamsen til næstformann fram um Magna Laksafoss. Júst hetta seiansta skiftið kann fáa parlamentariska ávirkan.
leikin til føroyskt eftir ensku týðingini hjá bretanum Frank McGuinness, og lata fólk væl at týðingini. - Fólk halda, at av tí, at tað er eitt gamalt grikskt drama, so má tað vera háfløkt og ringt at skilja [...] avbjóðandi uppgáva at týða leikin til føroyskt, sigur Hans Tórgarð, og greiðir víðari frá. - Enski teksturin er skrivaður í eini fastari rútmu og brúkar stórbær orð. Tað setir krøv til týðingina. Samstundis skal [...] samstundis lætt skilligt, greiðir Hans Tórgarð frá. Hans Tórgarð brúkti fýra mánaðir at týða tekstin til føroyskt, áðrenn onnur sluppu at síggja hann. - Eftir at eg varð liðugur, lósu eg og Gunnvá Zachariassen
slætt ikki ber til at hava eitt barn. Hinvegin heldur Sirið Stenberg sær ikki til at siga um vit skulu hava fría fosturtøku, tí tað er ein ómetaliga torgreiddur spurningur. – Tað er ringt at hava eina avgjørda [...] fyri, at tað lækkar alsamt. Eitt nú eigur tað ikki at koma fyri, at ein kvinna skal føla seg noydda til at fáa fosturtøku av sosialum orsøkum, sigur Sirið Stenberg. Les eisini: Eg eri ikki heitur fyri fríari [...] tær allarfátækastu familjurnar fáa eitt serligt familjuískoyti. Samstundis er ein ráðgeving stovnað til kvinnur, sum umhugsa fosturtøku. – Tað er hendan leiðin, vit eiga at ganga, har vit støðugt eiga at