millum Føroyar og Danmark, eru tær røttu. Eg fari tí at heita á fólk um at fara á val 30. apríl og geva okkum heimild til at halda fram við politikki okkara bæði á tí búskaparliga og tí tjóðskaparliga [...] fór út í landsstýrið, setti hann sær fyri at fáa nøkur ting ígjøgnum, sum búskaparliga skuldu bøta um og gera tað liviligari hjá tí vanliga fólkinum. Í samgonguskjalinum settu vit okkum m. a. fyri 1)at lækka [...] til, at fólk framvegis flutti av landinum, 3)at hjúnabandsstøða ikki skuldi hava skattliga ávirkan, og 4)at avtaka fíggjarognaravgjaldið. Til ber ikki at fara út í æsir í eini stuttari grein, men øll, sum
av íløgunum eru í láns- og partabrøvum og er hetta ein partur av tí íløguætlan, sum stovnurin hevur. Við ársenda 1997 vóru slakar kr 600 mill standandi í láns- og partabrøvum og tað er gjørt fyri at skapa [...] Árið 1997 royndist væl hjá Føroya Lívstrygging og rakstrarúrslitið lá á sama støði, sum í 1996. Rakstrarúrslitið áðrenn bonusavsetingar var kr 29,3 mill, og vóru 10% av hesi upphædd, svarandi til kr 2,9 [...] mill til kr 61,7 mill, sum svarar til ein vøkstur upp á 9,6%. Tær samlaðu fíggjarinntøkurnar í 1997 vóru kr 71,9 mill mótvegis kr 66,3 mill íi 1996, av hesum vóru kr 60,2 mill renta og vinningsbýti, ið
Føroyar og fingu upplýsingar um tey alternativini, vit arbeiddu við, og, at vit helst vildu hava »Smyril«, tí so var størst vissa fyri, at fløk kundu vera frammi í Bremerhaven týsmorgunin 7. apríl. Og tað [...] verið ført fram um seinkingar yvirhøvur, óskil og hvørt av sínum á Skotlandsrutuni, er tikið úr leysari luft. Rutan hevur gingið væl uttan stórvegis seinkingar. Og bilarnir hava verið frammi hjá keyparunum [...] inn á Skotlandsrutuna eftir fríggjadagstúrin til Suðuroyar. »Smyril« hevði jú sínar skyldur at røkja og kundi tí ikki vera aftur á Havnini fyrr enn leygarmorgunin 4. apríl. »Smyril« fór so av Tvøroyri til
páskadag skulu bæði tvørámenn og sumbingar norður um aftur, tá skal TB til Havnar og Sumba til Fuglafjarðar. GÍ og B68 á odda GÍ og B68 hava lagt seg á odda í bólki 3, og munurin kann gerast enn størri í dag [...] Leygardagin hittast B68 og GÍ á Svangaskarði, meðan Royn og VB bresta saman í Hvalba. Og 2. páskadag, 13. apríl, skulu bæði GÍ og B68 til Suðuroyar at spæla móti ávikavist Royn og VB. Hvít páskir Steypakappingin [...] á minni enn eina viku, og teir fyrstu dystirnir verða longu í dag. Í bólki 1 verður ein áhugaverdur dystur í Havn millum HB og NSÍ. HB kom væl frá byrjan í bólkinum við at vinna 7-0 í Miðvági, men mótstøðan
vórðu gjørdar í Føroya Banka og Sjóvinnubankanum í 1992 og 93. Tap og burturleggingar vóru 4 mia. kr. í 1992 og 93. Síðan 1994 hava vit afturført tilsamans 389 mió. kr. netto, og henda upphædd er íroknað avlopið [...] byrjaði í 1995, og sum síðan munandi hevur minkað um tørvin á burturleggingum, verður sagt í frágreiðingini. Víðari stendur: Mótloysi bant ? Tá vit líta aftur um bak og hugsa um tær sera stóru ? og kanska ov [...] nýggja banka- og sparikassalógin kom í gildi 1. januar 1994, høvdu bankarnir alla vinnufíggingina og meginpartin av privatu útlánunum við tí størsta ábyrgdarvandanum, sigur nevndin í Føroya Banka og heldur fram:
kom við myrkri og staðfesti óttan. Tað var vetur og kalt, og einki sást, sum bar boð í bý. Og vit byrjaðu at hugsa, at Norðhavið gjørdist váta grøvin hjá vinum okkara. Langir dagar, og 8 dagar seinni [...] vónina soleiðis: »Og til eru himmalsk likam og jørðisk likam; men ein er dýrdin hjá hinum himmalsku, og onnur hjá hini jørðisku. ? Ein er ljómi sólarinnar, og annar er ljómi mánans og annar ljómi stjarnanna; [...] (Zakarja 14,6?7). Við trúarvissu og vón um ævigt lív at vit síggjast aftur í Guðs ríki. Við tøkk fyri tíðina á jørðini, góðar dagar í starvi á sjógvi og landi, góðar og unniligar løtur í heimalívi og frítíð,
við umsitingini arbeitt við trupulleikanum og vónandi fer úrslitið av hesum arbeiði at vísa seg í næstum. Í dag eru 80 dagrøktarpláss, 82 barnagarðspláss og 10 vøggustovupláss í Klaksvík, men tað nøktar [...] Tað er trupult hjá foreldrum í Klaksvíkar kommu at fáa vøggustovu og barnagarðspláss til børn teirra. Mett verður, at trupulleikin er eins stórur í Klaksvík sum í Havn at fáa børnini ansað. Sosiala nevnd [...] stovn vøggustovu fyri børnum í aldrinum 0 til 3 ár, samstundis sum ein útibarnagarður fyri børn í 5 til 7 ára aldri eisini verður veruleiki í ár. Í skrivi sigur sosiala nevnd, at landsmyndugleikarnir mugu geva
eftir, og nógv valdu eisini heldur at sita fjálg innandura í HB- ella B36-húsinum og í sjónvarpinum síggja Arsenal hølva Blackburn av og av álvara nærkast sínum fyrsta meistaraheiti síðani 1991. Og dysturin [...] veðurlagið vísti seg enn eina ferð frá síni bestu og ringastu síðu alt í einum, tá HB og FS Vágar spældu steypadyst mánadagin. Einu løtuna var brennandi sólskin, og fimm minuttir seinni sást ikki tvørtur um vøllin [...] skiftur út við ein gulan, og HB-álopið helt fram. Skjótt kom sólin fram aftur, og 1-2-3, so var vøllurin grønur aftur. Tað var eitt slag av lagnunnar speisemi, at tað var vágamaðurin og fyrrverandi FSV-leikarin
einum og øðrum og kanska keypa sær okkurt eisini. Í gjárkvøldi vóru vit aftur og hoyrdu Rasmus og Robert og Vinmenn og tað var sera skemtiligt. Teir eru fínir og hermdu eftir bæði einum norðingi og hvalbingi [...] sera høgt og vakurt og tú kanst fara heilt upp í topp eftir trappum, fleiri hundrað í tali). Vit koyra fram við St. Paul Kathedral og síggja staðið, har prins Charles og Lady Diana vórðu vígd, og vit sóu [...] tveir føðingardagar kunngjørdir og annar var 90-ára føðingardagur. Í morgun klokkan 7 var sungið fyri hesum serliga føðingardagsbarni, og tað má sigast at vera sjáldsamt og eisini undrunarvert. Vit sigldu
liggja og hava ligið við ógvusligari influensu um landið og tað hevur merkt arbeiðsgongdina á Landssjúkrahúsinum seinastu dagarnar. Týsdagin og mikudagin vórðu ávikavist 12 og 7 fólk løgd inn á B6 og hjá [...] læknar, sigur Bergljót Ihlen. At B7 er afturlatin á páskum er ikki óvanligt. B6 og B7 eru stongdar skiftivís annað hvørt ár á páskum og jólum umframt 10 vikur um summarið og tað hevur verið mannagongdin, síðani [...] Medisinska deild ella B7 hevur verið stongd um páskirnar og letur ikki upp aftur fyrr enn mánadagin. Tað hevur ført við sær, at nógvir sjúklingar hava verið noyddir at ligið úti á gongini og bíðað á B6. Hjá mongum