Føroyska veðurlagið vísti seg enn eina ferð frá síni bestu og ringastu síðu alt í einum, tá HB og FS Vágar spældu steypadyst mánadagin. Einu løtuna var brennandi sólskin, og fimm minuttir seinni sást ikki tvørtur um vøllin fyri kavaroki.
Ikki sørt ørkymlandi hjá áskoðarunum at hyggja eftir, og nógv valdu eisini heldur at sita fjálg innandura í HB- ella B36-húsinum og í sjónvarpinum síggja Arsenal hølva Blackburn av og av álvara nærkast sínum fyrsta meistaraheiti síðani 1991.
Og dysturin á vøllinum var heldur ikki serliga áhugaverdur. Tað var einvegis ferðsla allan vegin, men hóast hetta endaði fyrri hálvleikur javnur, ikki minst tí hálvan hjá FS Vágum stóran part av dystinum minti um ein stóran ferðslutøpp.
HB sendi eitt álop fyri og annað eftir oman móti FSV-málinum, men uttan at raka málið serliga væl. Fyrra dystin í kappingini millum hesi bæði liðini vann HB 7-0 í Miðvági. Tá var støðan 2-0, til heilt lítið av tíð var eftir, og dysturin mánadagin minti í so máta nógv um fyrra dystin.
Ársins mál?
Havnarliðið tók leiðsluna, tá Súni Fríði Johannesen fekk bóltin framvið Jóhan á Mýrini, sum hevði sítt at síggja til henda dystin.
»Ná, nú kom hol á. So endar tað ivaleyst við eini 10-0«, hugsaðu tey flestu, men tað hendi ikki. Í staðin syrgdi Eyðfinn Fjallsbak við einum framúrskarandi frísparksmáli fyri, at fyrri hálvleikur endaði við javnleiki.
Málið kom eini tíggju minuttir eftir málið hjá HB, tá ein vágamaður varð feldur beint uttan fyri brotsteigin hjá HB, nakað úti í vinstru síðu. Havnarmenn stillaðu nógvar mans í múrin, men Eyðfinn Fjallsbak sendi við einum hørðum og góðum skoti bóltin upp um múrin, á tvørstongina, niður í vøllin og upp undir nettakið, uttan at Kaj Leo Johannesen hevði nakran livandi kjans fyri at taka hann. Ein góður kandidatur til ársins mál í Gundadali longu í fyrsta dysti á árinum!
Og fyri at tað ikki skal vera lygn, hevði Eyðfinn Davidsen ein risastóran møguleika fyri at leggja FS Vágar fram um 2-1, tá hann í einum mótálopi gjørdist púra blankur við Kaj Leo. Men hann var ikki nóg kaldur, og Kaj Leo fekk fatur á bóltinum.
HB átti rest
Tað vóru einastu møguleikar, FS Vágar hevði í dystinum. Restina av dystinum hevði Kaj Leo einki at gera og kundi bert rópa á sínar liðfelagar um at brúka høvdið, tá enn eitt HB-álop kvaldist í mannsterku verjuni hjá FS Vágum.
Men tað stóð leingi á jøvnum, og vandin fyri mótálopinum ? ella einum frísparki afturat ? var alla tíðina til staðar.
Í hálvleikinum fór at kava illa, og vøllurin var hvítur, tá liðini komu út aftur eftir steðgin. Hvíti bólturin varð skiftur út við ein gulan, og HB-álopið helt fram. Skjótt kom sólin fram aftur, og 1-2-3, so var vøllurin grønur aftur.
Tað var eitt slag av lagnunnar speisemi, at tað var vágamaðurin og fyrrverandi FSV-leikarin Jens Erik Rasmussen, sum skoraði til 2-1 fyri HB og í somu løtu punkteraði FS Vágar.
Forloysandi málið kom, tá seinni hálvleikur var 10-15 minuttir gamal. Tá hevði HB havt eitt áhaldandi trýst. Inni í brotsteiginum kundi Jens Erik knappliga smekka til, og so var 2-1. Útiliðið misti nú fullkomiliga luftina, og restina av dystinum var tað bert ein spurningur um, hvussu stórur HB-sigurin bleiv. Allan Mørkøre økti til 3-1, og so varð eitt kent HB-andlit aftur at síggja á vøllinum. Rói Árting, ið var við á HB-liðnum, sum í 1990 vann sítt higartil seinasta føroyameistaraheiti, men sum hevur verið í Danmark seinastu árini, varð skiftur inn fyri Súna Fríða Johannesen, og hann gjørdi skjótt vart við seg við at skora til 4-1. Ein annar vágamaður, Johannes Joensen, økti til 5-1, áðrenn Andrew av Fløtum skoraði til 6-1 og gav HB ein rímiliga stóran sigur. Tað sást, at HB-ararnir høvdu skund og vildu vinna so nógv sum gjørligt. Tað kann lættliga henda, at málúrtøkan fer at avgera, hvussu endaliga støðan verður millum HB, KÍ og NSÍ, og tí hevði tað týdning at fáa nógv mál móti FS Vágum, sum sær út til at fáa trupult við at fáa nakað stig í bólkinum.
Vórðu trýstir aftur
Annar av venjarunum hjá FS Vágum, Albert Ari Thomasen, segði um dystin, at tað ikki var ætlanin hjá teimum at liggja so langt afturi á vøllinum, men at teir stutt og greitt vórðu trýstir aftur.
Tað hevur annars verið frammi, at FS Vágar ikki leggur tað stóra í steypakappingina, men brúkar tað sum eitt slag av venjing til landskappingina, sum byrjar í næstum.
? Tað hevði týdning fyri okkum at vinna dystin móti B71, so vit komu í bólkaspælið og fingu nakrar dystir, áðrenn landskappingin byrjar. Men tað merkir ikki, at vit ikki fara á vøllin við fullum huga. Móti HB spældu vit ikki nóg gott. Vit høvdu ikki ætlað at spælt so defensivt, sum vit gjørdu, men vit blivu pressaðir so langt aftur á vøllin, segði Ari, sum eisini vísir á, at teir ikki byrjaðu at venja so tíðliga sum hini liðini í bólkinum.