starvaðis tú á Kósavirkinum, har tú hevði ábyrgd av góðskuni. Eg má bara siga, at tað skuldi ein rættiliga góð pera til at hava skil á øllum teimum tølum og data, sum tú bara hevði í høvdinum á ein slíkan [...] Skiftist um síðan alt, sál mín syngja tú skalt: Enn sum áður hann trúfastur er. Eg á einsligum vegi við Jesusi fór, á so tunglig var mangan mín ferð Men eg átti ta uggan, tá neyðin var stór: Enn sum áður [...] bráddliga so nostalgisk og fór at minnast gamlar dagar. Sum barn havi eg manga góða løtuna at minnast aftur á í ommusa húsi, sum vit plaga at kalla tað. Tú hevur mangan ansa eftir mær, tá mamma og tey av eini ella
Leygardagin 27. mars fyllir omma okkara, Sunneva Holm, 80 ár. Omma er fødd og uppvaksin á Velbastað, dóttir Johan og Ebbu Brekkstein. Omma er næstyngst av fýra systkjum. Omma og abbi giftust í 1958 og [...] gullbrúdleyp í 2008. Tey eiga fýra børn, Tordis, Atli, Jákup og Elsuba. Vit hava búð hjá ommu og abba, á Bíggjarvegnum, ein stóran part av lívi okkara og hava vit havt nógvar ógloymandi løtur saman við tykkum [...] tykkum. Serliga kenna vit teg fyri tín ótømandi kærleika, títt hjálpsemi, stóra tolsemi og trúnna á Jesus. Tú ert ein stór fyrimynd í lívi okkara og tú hevur lagt nógv gott í okkum, sum kann berast víðari
komin í regnklæðini og eru á veg út gjøgnum dyrnar ei undur í, at aldur ikki sæst á teimum. Mong munnu vera, ið undrast á, hvaðani øll orkan hjá teimum kemur, tí meðan abbin er á trøðni og tjúklar um seyðin [...] sæst aldur als ikki á teimum. Hetta er jú ikki so løgið, tí teirra altíð lætta lyndi og smittandi lívsgleði kennir jú ongan aldur. Omman, sum er fødd og uppvaksin í Fámjin, arbeiddi á ungum árum í handlinum [...] handlinum hjá N.J.Mortensen á Tvøroyri. Abbin er føddur og uppvaksin á Tvøroyri og starvaðist í krambúðini hjá pápa sínum. Ikki er gott at siga, um handilslívið fekk tað at renna saman teirra millum, men okkum
til persónliga trúgv á Jesus, og fekk hetta ein avgerandi týdning og ávirkan á framtíð teirra og okkara. Tey gjørdust íðin í arbeiðinum í missiónshúsinum í Sumba, og gekk pabba m.a. á odda fyri at seta kjallaran [...] hava verið arbeitt, tað hálva árið gjørdist til 5 ár. Afturkomin á klettarnar fekk Pabba starv á smoltstøðini hjá Marine Harwest á Hellunum, har hann starvast enn og er hetta eitt starv, sum pabba hevur [...] fáa berghol til Sumbiar. Hetta var serliga aftan á ræðandi hendingina, har skúlabussurin fullur av skúlabørnum, var tikin av vindi sumbiarmegin Hestin, á veg til Vágs skúla. Barnaárini hjá pabba
tínum á sunnara armi av Vágsfirði. Hesin túrur kom at standa sum eitt minni í lívi tínum; hetta skuldi verða ein royndartúrur, sum pápi tín tók teg við suður til Vágs á beding. Hann var skipari á Norðlýsinum; [...] Norðlýsinum; men á veg norður bleiv illveður á landsynningi, og var tú meira deyður enn livandi. Tá tykur komu á Fuglafjørð, segði hin gamli: Nei, eg havi ikki kreftir at taka teg við í ár og síggja teg liggja [...] Havn, sum kom til Regattasiglingina, ið verða skuldi á Vágsfirði sama dag. Tú stóð tigandi eina løtu, men so segði tú: Ja, fyrstu ferð eg kom inn á Vágsfjørð var við einum deyðsiglara, sum æt »Norðlýsið«
friði. Heilsan Johannus 11 Vers 21-22 Marta sagde da til Jesus: Herre! Havde du været her, var min broder ikke død. Men selv nu ved jeg, at alt, hvad du beder Gud om, vil Gud give dig. Heilsan frá okkum [...] við okkara lið. Tað er ikki so lætt at skriva hesar reglur, nú í vit skulu til at siga tær farvæl her á fold, bert 3 ár eftir at vit mistu mammu. Vit sakna tykkum nógv, men góði pápi, nú ert tú komin heim
lív hevur verið á sjónum, og kann eg minnast sum smágenta, at tá tú vart heima um summarið, plagdi tú at fara við okkum við árabáti at dyrgja. Tað var hugnaligt. Og hvørja ferð tú vart á veg heim av einum [...] Og stúran stundum hjarta nítur, Men gjøngum alt seg trúgvin brýtur Og festir eyga aftur lyftislandið á. Í ellisárum minkar megin, Og mangt kann dimma trúðarvegin, Tó altíð floymir himmalgleðin, Í hjarta [...] gjørdi alt so hugnaligt, tí nú kom pápi heim. Tíðin flýgur avstað, árini eru nú mong, og ert tú nú á Røktarheimi. Ofta sigur tú, tá vit eru og vitja teg »forbi er nu barndommes dage, og jeg ejer kun minder
Póllandi og Tunesia. Tey hava eisini verið á cruiceferð. So hvør veit, hvat næsta ferðamál verður! Eitt er vist, og tað er, at babba er altíð góður at heita á. Áðrenn hálvtalað orð, er hann klárur. Tað [...] Jónvør, Palma og yngst Sólklár. Babba flutti til Havnar 14 ára gamal í 1956, har hann byrjaði at arbeiða á Bacalao. Í 1957 fór hann í læru sum bilmekanikari hjá Sverra Djurhuus úti í Rættará, og hann var útlærdur [...] giftist 9. januar 1965 við mammu, Arnhild f. Skorá úr Kaldbak, sum eisini er úr einum systkinaflokki upp á 10, eisini 5 systrar og 5 brøður. Tey settu búgv í J. Paturssonargøtu, sum tá var í útjaðaranum í Havn
gjøgnum lívið. Hann fór sum 15 ára gamal til skips sum flestu aðrir dreingir tá á døgum. Abbi, Magnus í Rituvík, var skipari á sluppiniYvonnu úr Vági, og pápi fór so við honum. Longu tá pápi var 20 ára gamal [...] tey yngru systkini siga, at tey hildu at ongastaðni var so gott sum heima hjá teimum á Líðini. Øll 12 systkini eru enn á lívið, og nú pápi verður 90, verða tey tilsamans 975 ár. Tað er eisini stuttligt at [...] í tali. Mamma doyði í 2002. Pápi var á sjónum í fleiri enn 30 ár. Hann sigldi eisini undir øllum krígnum, tað mesta av tíðini við sluppini Phebe hjá D.P. Højgaard á Toftum. Teir upplivdu, at skula standa
verða tey komandi árini at fáa goldið skuldina niður, so gongd fæst á aftur. Annars er at vóna, at arbeiðsgongdin heldur fram bæði á sjógv og landi, so skal tað nokk ikki verða nakar trupulleiki at fáa [...] ikki av nakrari egininteressu, men eg vil fegin hava ávirkan á at gera tað besta fyri bygdina hjá okkum, soleiðis at tað, sum møguleiki er at fáa á skaftið, skal sjálvandi gerast fyri tað fólk, sum her búleikast