Fríggjadagin 16 mars 2012 fyllir pápi okkara, Terje Vestergaard 70 ár.
Pabba er føddur og uppvaksin í Hørg í Sumba, Sonur Dánjal Johan og Onnu Sofíu Vestergaard í Hørg. Pabba er næstelstur í einum systkinaflokki av 5, hini systkini eru Brynjolf, Ingvard, Páll og Eybjørg
Í 1960 møtti pabba mammu okkara, Emly, dóttir Martin og Elsebeth Olsen í Vági. Tey giftust í 1963 og fingu fyrstu dóttrina, Joan. At lívið ikki altíð lagar seg sum ein ætlar, fingu pabba og mamma skjótt at sanna, tá Joan andaðist stutta tíð eftir at hon var fødd. Hetta tók tó ikki mótið frá teimum, og 21 mánaðir seinni man gleðin hava verið stór, tá tit aftur fingu eina Joan. Tit búsettust síðani í Kerinum í Sumba, í barnaheiminum hjá ommuni, Onnu Sofíu, og fingu tvíburðarnir Eydnu og Anniku og seinni sonin Terja.
Í stóru andaligu vekingini í seinnu helvt av 70’árunum, komu pabba og mamma til persónliga trúgv á Jesus, og fekk hetta ein avgerandi týdning og ávirkan á framtíð teirra og okkara. Tey gjørdust íðin í arbeiðinum í missiónshúsinum í Sumba, og gekk pabba m.a. á odda fyri at seta kjallaran í missiónshúsinum í stand, og gjørdist seinni eisini formaður í missiónshúsinum. Tá Pabba og mamma í 1989 fluttu inn á Skálafjørðin, gjørdust tey ein partur av samkomuni Kelduni í Skálafirði. Vit børn og barnabørn teirra hava eisini fylgt teimum eftir, og eru eisini virkin innan trúarlívið bæði her heima, og í útlondunum, so ikki kann sigast annað, enn at træið hevur borið miklan ávøkst.
Pabba var eisini íðin limur í Framburðsflokkinum, og var virkin har øll árini, líka til Kristiligi Fólkaflokkurin datt niður fyri.
Pabba var eisini íðin í stríðnum fyri at fáa berghol til Sumbiar. Hetta var serliga aftan á ræðandi hendingina, har skúlabussurin fullur av skúlabørnum, var tikin av vindi sumbiarmegin Hestin, á veg til Vágs skúla.
Barnaárini hjá pabba í Sumba, vóru sum hjá dreingjum flest tá á døgum, merkt av stórfingnu náttúruni, havinum, bjørgunum, haganum osfr. og hevur hetta altíð verið ein týðandi partur av lívi hansara.
Í 1956 fór pabba til sjós fyri fyrstu ferð, einans 14 ára gamal. Hetta var við Vágs sluppini, Maritanu, ella vanliga nevnd Martena. Hesin fyrsti túrurin gekk til Íslands at royna við snøri, men longu árið eftir fekk Maritana, sum eitt av fyrstu skipunum í Føroyum, snellur umborð. Hetta, fyrst at uppliva endan á slupptíðini, og síðani at verða við til eitt av stóru frambrotunum í føroysku fiskivinnuni, má metast at vera forkunnugt.
Í 1959 skuldi okkurt annað roynast, og fór pabba til Vestmannaoyggjarnar at royna við gørnum, við íslendskum garnabáti. Seinni sama ár, var hann eisini við týskum sildabáti í Norðsjónum, og tá hesin túrurin var liðugur, endaði hann árið, sum portørur á Nørre hospital á Nørrebrúgv í Keypmannahavn.
Tað var tó havið sum dróg, og fyrst í 60’unum fór pabba aftur til Íslands at royna við gørnum, hesaferð út frá Sandgerði. Hetta árið var pabba eisini onkran túrin við Norska línubátinum Melshorn undir Grønlandi. Í fyrru helvt av 60’unum, var Pabba eisini við Vágs skipunum Magnusi á Gørðunum og Óla Horn.
Millum túrarnar lá pabba heldur ikki á latu síðuni, men fekst nógv við útróður, og sigst hann at hava fiskað størstu kalvaflundru, sum fingin er í Sumba, hon vá 248 pund og var fiskað við snellu á Sumbiargrynnuni.
Í Seinnu helvt av 60’unum, fór Pabba upp á land at arbeiða, har hann m.a. arbeiddi hjá Danberg og Sørensen, og var við til at byggja stásiliga flakavirkið í Vági, Polarfrost.
Í 1970 keypti Pabba saman við brøðrunum 20 tonsaran, Havalduna, sum teir fyrstu tíðina nýttu til útróður, og seinni til brugduveiðu.
Í seinnu helvt av 70’unum, fór Pabba at arbeiða upp á bilar, og arbeiddi fyrst á bilverkstaði í Vági í nøkur ár, og byrjaði fyrst í 80’unum egið lakk verkstað í Sumba.
Í seinnu helvt av 80’unum, fór Pabba saman við øðrum sumbingum í gongd við at ala smolt í Víkabyrgi, og gjørdist alivinnan yrki hansara fram til dagin í dag.
Í 1989 flutti Pabba og mamma inn á Skálafjørðin, har hann kom í starv í alingini hjá Bakkafrost á Glyvrum.
Í 2000 fekk Pabba boði arbeiði hjá danskari alifyritøka í Holstebro í Danmark, har hann skuldi arbeiða í eitt hálvt ár, men væl man hava verið arbeitt, tað hálva árið gjørdist til 5 ár.
Afturkomin á klettarnar fekk Pabba starv á smoltstøðini hjá Marine Harwest á Hellunum, har hann starvast enn og er hetta eitt starv, sum pabba hevur verið sera takksamur og glaður fyri.
At Pabba er ein álitismaður, sum í øllum hann fæst við vísur hegni og trúfesti, man fáur, sum hevur starvast saman við honum ivast í. Eisini sæst hetta aftur í stásiligu húsunum í Skálafirði, sum hann keypti og bygdi fullkomiliga um, tá tey fluttu aftur til Føroyar.
Pabba hevur eitt stórt hjarta fyri øðrum menniskjum, og man hansara lætta og skemtingarsama lyndi, og hansara útrætta og hjálpsama hond, mangan hava verið øðrum til gleði og signing, og eru tey eisini mong, sum halda nógv av honum.
At Pabba er sera familjukærur, er ongin av okkum sum ivast í og trívast abbabørnini væl við hansara lið.
Góði pabba, tú ert ein maður, sum hevur stríðst og syrgt væl fyri okkum, og hevur æruna, saman við mammu, fyri at vit eru tey sum vit eru í dag. Fyri okkum og mammu hevur tú verið ein góður maður, pápi, abbi og nú eisini langabbi, og eru vit øll sera takksom fyri alt tú hevur verið og ert fyri okkum. Vit gleða okkum at halda dagin saman við tær og mammu , og vóna at vit fáa nógv góð og rík ár saman við tykkum framyvir.
Føðingardagurin verður hildin í matstovuni í Kelduni í Skálafirði fríggjakvøldið 16 mars kl. 19.00, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Vónandi verða mong, sum nýta høvið at heiðra Pabba saman við okkum, og vóna vit at síggja fleiri av bygda og oyggjafólkum hansara eisini.
Góði Pabba vit vilja ynskja tær hjartaliga tilluku við degnum, og heilsa tær við hesum lívgandi orðum úr Jesaja 46, 4 “Alt at ellisárum eri eg hin sami; eg beri tykkum, til hárini á tykkum grána; eg lyfti og fari undir tykkum, eg beri og bjargi tykkum.”
------------------
Børnini, Joan, Eydna, Annika og Terje v/familjum