16. mars fylti omma 80 ár. Tað slerdi meg knappliga, at nú ert tú ikki heilt ung longur. Eg havi ongantíð sæð uppá teg sum eina gamla ommu, tí tú ert altíð so frísk í tí ? rapp í replikkinum ? og so smart. Men tað er eyðsæð, at 80 ár ikki eru 80 dagar, sum tú sjálv pagar at taka til.
Sum føðingardagurin nærkaðist, gjørdist eg bráddliga so nostalgisk og fór at minnast gamlar dagar.
Sum barn havi eg manga góða løtuna at minnast aftur á í ommusa húsi, sum vit plaga at kalla tað.
Tú hevur mangan ansa eftir mær, tá mamma og tey av eini ella aðrari orsøk hava verið burturstødd. Tað var so hugnaligt. Tú átti altíð eitt reiður av góðgæti onkustaðni, og samstundis sum tú loysti eina krossorðgátu, fortaldi tú mær fyri 147. ferð um tá ein gás kom eftir tær. Ella onkra aðra grípandi søgu frá tínum barndómi, ið ikki var nakar dansur á rósum.
Ikki fekst tú ta skúlagongd ella útbúgving, tú ynskti tær, men hetta hevur ikki forða tær í at hjálpa mær við millum annað at skriva stílar ? minnist tú tað? Væl gekst mær, tá eg tók við tí vegleiðing, ið tú gav. Eg lærdi sera nógv av tær, og vit vóru báðar líka fegnar, tá úrslitið var gott. Takk fyri hetta. Nú gevi eg ráðini víðari til mínar egnu døtrar, sum so eisini kunnu fáa gleði av hesum.
Mong ár starvaðis tú á Kósavirkinum, har tú hevði ábyrgd av góðskuni. Eg má bara siga, at tað skuldi ein rættiliga góð pera til at hava skil á øllum teimum tølum og data, sum tú bara hevði í høvdinum á ein slíkan hátt, sum bara tú kanst tað.
Eg plagdi at arbeiðaa har í summarfrítíðini, og tú ansaði væl eftir, at eg gjørdi alt ordiligt.
Einaferð, eg pakkaði 5 pund, royndi eg at kappast við hinar ? tær vóru so ómetaliga kvikar. Eg fekk ikki rullurnar javnar, so eg snýtti og legði tvær niðast og tríggjar ovast ? og vónaði, at tað gekk. Men tú uppdagaði tað, og eg fekk ein ordans uppsang. Hetta var uppá sítt pláss og sigur nakað um, at tú gjørdi títt arbeiði væl.
Tá eg onkuntíð lá sjúk, komst tú niðan í døgurðatímanum og hevði reyða sodavatn ella maltøl við og GaJol og okkur blað at stytta mær um stundir við. Tá ernaðist eg rættiliga skjótt. Tað var altíð so hugnaligt at hoyra teg koma upp gjøgnum trappurnar. Eg elskaði tað.
Øllum tørva eitt stað at koma til, har tað er trygt at vera. Tá stormarnir leikaðu í mínum barnalívi, so leitaði eg mær út til tín at vera. Vit tosaðu ikki altíð so nógv, men eg kendi á mær, at tú skilti, hvat mær tørvaði ? um tað so bara var frið.
Nú havi eg so eisini kunnað komið í samband við útbúgvingina, og eg havi sanniliga havt tað gott. Takk fyri hetta eisini.
Omma, tú og abbi eru vælsignaði við 4 børnum, 17 barnabørnum, harav 16 liva og ikki at gloyma øll 15 langommu og -abbabørnini og tað 16. á veg. Hetta er ikki smávegis. Tað er líka við, at eg fari at kenna meg gamla sum verandi tað elsta ommubarnið og so hyggja uppá allan henda riðilin, sum er komin aftaná.
Eg haldi meg tosa fyri fleiri enn meg sjálva, tá eg sigi, at eg eri so góð við teg og veit, at tú ert so góð við meg.
Tøkkir og rósandi orð skulu hoyrast, meðan man enn er á lívi, um til ber. Tí vil eg vísa tær tann heiður at takka tær fyri alt, tú hevur verið fyri meg og fortelja tær, at eg elski teg og abba sera høgt.
So enn einaferð og heldur seinkað eisini hjartaliga tillukku við føðingardegnum og Harrin signi og styrki teg framyvir.
Eg í myrkri og ljósi við Jesusi gekk
gjøgjnum skiftandi tíðirnar her
Men tá myrkast var, sál mín ta troystina fekk
enn sum áður Hann trúfastur er.
Niðurlag:
Hvør ein gleði og troyst, ja hvør undurfull troyst
Sum er mín, tá bert Jesus meg ber!
Skiftist um síðan alt, sál mín syngja tú skalt:
Enn sum áður hann trúfastur er.
Eg á einsligum vegi við Jesusi fór,
á so tunglig var mangan mín ferð
Men eg átti ta uggan, tá neyðin var stór:
Enn sum áður hann trúfastu er.
Eg við Jesusi fylgdist um sorganna dal
og fjøllini, dimlig og ber
Men hitt orðið mær fylgdi, meg troystaði væl:
Enn sum áður Hann trúfastur er.
Eg við Jesusi gekk, tá ið alt var so ljóst,
tá ið smílandi var henda verð.
Onga gleði sum hesa tó kendi mítt bróst:
Enn sum áður hann trúfastur er.
Ja, við Jesusi ferðist eg glaður hvønn dag,
og hans nærvera sælan meg ger
Og skal deyðan eg smakka, meg bera skal tað:
enn sum áður hann trúfastur er.
Kærar heilsur Kitty