nú tað er greitt, at ætlanir eru um at avkastið hjá Bústøðum skal vera hægri, byggir bústaðarfelagið í Havn. Tað er frammanundan dýrt at búgva í Havn, og tað kann ikki vera meiningin at almenna bústaðarfelagið [...] bústaðarfelagið skal gera tað dýrari. – Í løtuni er tað øgiliga dýrt at leiga í Havn, tí at útboð og eftirspurningur ger, at her er avmarkað tal av íbúðum, og prísirnir eru høgir. Tað er her, sum størsti tørvurin [...] eins treytir fyri alt landið. Tú kanst ikki gera mun á kommununum. Tað, sum tey gera nú, er at stilla kommunurnar upp móti hvørjari aðrari. Havnina móti bygdunum. Og tað er ein óskikkur at gera so. Tá tú
Johannesen væntar sær nógv av limaskapinum, men hann væntar eisini, at Føroyar hava okkurt at bjóða afturfyri. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Kaj Leo Holm [...] – Hetta er ein stórur dagur fyri okkum. Tað er eingin ivi um tað. Vit kunnu fegnast saman. Soleiðis sigur Kaj Leo Holm Johannesen, nú Føroyar hava fingið atlimaskap í heimsheilsustovninum WHO. Umsóknin
er tí kærkomið, at uppskotið nú verður lagt fyri tingið í vár. Mennir byggirvinnuna Lógaruppskotið hevur til endamáls at tryggja, at handverksmeistarar, ið bjóða seg fram at byggja fyri onnur, eru løggildir [...] Handverksmeitarafelag, er væl nøgdur við, at glið tykist vera komið á: “Vit meta, at uppskotið er eitt stórt fet rætta vegin fyri byggivinnuna í Føroyum. Tað fer at styrkja støðuna hjá teimum handverksmeistarum [...] løggildir og hava staðið ta útbúgving, sum krevst fyri at gerast løggildur handverksmeistari. Hetta er ein týdningarmikil menning fyri byggivinnuna í Føroyum, sum við løggildingini fær eina skipan, ið tryggjar
Skjótt fer at bera til at krevja barnaváttan frá fólki, áðrenn tey sleppa at arbeiða við børnum og ungum undir 15 ár. Hetta skal tryggja, at eingi fólk, ið hava framt siðamisbrot, sleppa í hesi størv. [...] lívið hjá einum persóni, og hetta kann vera við til at minka um tað. – Hetta er ein spurningur um at verja mannalív, sigur hann. – Man væntar, at man við hesum kann kunna solda nøkur frá, sum koma í ávís [...] størv, sigur hann. Um fáar vikur skal lógin sendast út til hoyringar. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregoriussen gjørdi við Jenis av Rana í tíðindunum á FM1 á middegi í dag
haldi, at føroyingar kunnu læra frá katalanum, at vilt tú hava okkurt, so er tað altíð vert at stríðast fyri. Tað verður ongantíð latið tær fyri einki ella uttan offur. Hinvegin kunnu vit læra, at har eru [...] í samskifti. – Eg haldi, at vit hava allatíð verið sinnað at fara í dialog og at samráðast. Kreppan stendst av, at hin síðan noktar at koma til samráðingar. Veruleikin er tó, at hetta er ikki nakað, ið [...] sponskum fongsli fyri at eggja til ófrið. – Vit eru nú í einari støðu, har at sýtanin at geva Katalonia sjálvsavgerðarrætt hevur skapt eina mannarættindakreppu, sigur Josep Costa. Vanlagna fyri ES Josep Costa
Fótbóltssambandið. Ein av mongu luttakarunum er Jóhannes Arge, og hann letur sera væl at átakinum: “Hetta er balsam fyri sálina. Man kemur á vøllin, og so gloymir man alt annað ta løtuna, meðan man sparkar” [...] góða undirtøku. Men tað er pláss fyri fleiri, og øll, líka mikið hvørji fótbóltsevni ein hevur, eru vælkomin. Umframt FC Hoyvík, eru seks onnur feløg, ið regluliga skipa fyri Heilsufótbólti. Talan er um AB [...] Mánakvøld, týskvøld, mikukvøld og hóskvøld skipar FC Hoyvík fyri Heilsufótbólti á Hoyvíksvøllinum. Mánakvøld og mikukvøld er ætlað monnum, og týskvøld og hóskvøld eru tað kvinnurnar, ið eiga vøllin, skrivar
ætlanin er at fáa møguligar forðingar av vegnum fyri, at fríyrkistulkar í nógv størri mun kunnu nýtast av tí einstaka brúkaranum. Síðani spyr hann, um ætlanin er at broyta skipanina, so at játtanin fylgir [...] Niclasen, sum nú vil hava at vita, um Almannaverkið hevur nakrar ætlanir um at betra um teknmálstulkatænastuna. – Sannroynd er, at mangul er upp á tulkar í Almannaverkinum, og at skipanin tykist ov stirvin [...] fylgir brúkaranum, og til síðst vil hann hava at vita, um ætlanin er at broyta skipanina, so at brúkarin fær størri frælsi at velja egnan tulk. – Hóast játtan er í løgtingsfíggjarlógini til teknmálstulk
in kortini fyri tað mesta at vera í høllini á Hálsi. – Hetta verður ein harpiksfríhøll, so vit kunnu bara venja styrkivenjing her. Annars fara vit at vera í høllini á Hálsi. Nógv nýtt er at síggja á skúlanum [...] umstøður at koma inn á Skúlan á Fløtum í mun til tað, sum næmingar eru vanir við frammanundan. Tað heldur Fríði, sum gongur í 9. ÍP á Skúlanum á Fløtum, og sum í dag slapp inn á nýggja skúlan fyri fyrstu [...] skúlanum, og dagurin í dag skal brúkast upp á at orientera seg við nýggju umstøðurnar. – Vit ganga bara runt á skúlanum og hyggja eftir honum. Kekka hann út, so at siga, sigur Fríði. Tað verður kortini ein
til at steðga innflutninginum og flutninginum innanlands av rúsevnum. Man kann seta nógv harðari inn fyri at koma tí til lívs. – Hin síðan er tað meira sosiala við at minka um eftirspurningin. At man setur [...] tað ringt. So orsøkin til at vit síggja eina negativa gongd, er nokkso tvíbýtt. Tað er bæði tí, at nógv rúsevni eru til, men eisini tí at nógv ikki hava tað gott og hava tørv á at regulera seg við onkrum [...] – Vit mugu seta harðari inn fyri at steðga rúsevnismarknaðinum, og á hinari síðuni royna at hjálpa teimum, sum verða bundin, sigur hann og heldur fram: – Og tað er neyðugt at byrja við nógv yngri fólki
sjálvur. Tað er lítið at ivast í, at Neistin kemur at hava stórt fokus á Peter Krogh í verjustøðu, og hetta kemur at geva pláss til sterku standandi skotini hjá Mark. Fær hann tey at rigga, so kann hann [...] heldur tað ikki vera ósannlíkt, at vit fáa triðju finaluna eisini. - Liðini eru ómetaliga tøtt, so tað kann skjótt henda, at tey vinna hvør sín dyst. Tað kann enntá henda, at tær báðar fyrstu finalurnar enda [...] Hann hevur rættiliga ilt at meta um ein favoritt til mansfinaluna í ár. Tó eru nakrir faktorar, sum gera, at hann hellir eitt lítið sindur meira til Neistan. Hann nevnir at ein av stóru profilunum hjá