– Her eru tvær loysnir uppá trupulleikan við rúsevnum

Ein orsøk til keðiligu gongdina við rúsevnum er sambært RÓWT, at nógv ung ikki hava tað gott og hava tørv á at regulera seg við onkrum. Tað er tørvur á at seta harðari inn, heldur Magni Højgaard, leiðari í RÓWT

Løgreglan sigur, at tendensurin við rúsevnum ikki er avtakandi. Enn koma nógv rúsevni inn í landið, og her er ein marknaður fyri bæði hash, amfetamin og MDMA.

 

Tað sama síggja tey í RÓWT (fyrr: Megna títt lív), sum er eitt sosialt tilboð fyri ung við sálarligum og sosialum trupulleikum, harímillum rúsevnistrupulleikum.

 

– Yvirskipað síggja vit eina keðiliga gongd. Eina negativa gongd. Tað eru meira og meira fólk, sum eksperimentera við rúsevnum. Og tað eru fleiri og fleiri ung, altso heilt ung, sum koma út í óhepnar og kriminellar støður, sigur Magni Højgaard, leiðari í RÓWT. 

 

Hvørjar eru orsøkirnar?

 

– Man kann skriva ein heilan Sosial um orsøkirnar. Tað er ikki bara, tí at tað er nógv til av rúsevnum. Men tað er eisini orsakað av støðuni í landinum. Her eru nógvar sperdar familjur og nógv brotin heim, sum ger, at nógv ung í hesum familjum hava tað ringt. So orsøkin til at vit síggja eina negativa gongd, er nokkso tvíbýtt. Tað er bæði tí, at nógv rúsevni eru til, men eisini tí at nógv ikki hava tað gott og hava tørv á at regulera seg við onkrum. So tí kann eg bara vera samdur við politinum um, at gongdin við rúsevnum batnar ikki í løtuni, sigur Magni Højgaard.

 

Tvær loysnir

 

Hann hevur tvey ítøkilig boð upp á, hvat kann gerast fyri at broyta støðuna til tað betra.

 

– Man kann á aðrari síðuni hjálpa politinum og tollvaldinum til at steðga innflutninginum og flutninginum innanlands av rúsevnum. Man kann seta nógv harðari inn fyri at koma tí til lívs. 

 

– Hin síðan er tað meira sosiala við at minka um eftirspurningin. At man setur inn fyri at hjálpa teimum í okkara føri ungu, sum hava ein tørv á at rúsa seg, tí tey hava tað ringt. Man má veruliga spyrja, hví so nógv ung enda í einum hash-misbrúki, og eisini við ólóligum recept-heilivági og sterkari rúsevnum sum amfetamin og exctacy. 

 

Magni Højgaard tekur saman um:

 

– Vit mugu seta harðari inn fyri at steðga rúsevnismarknaðinum, og á hinari síðuni royna at hjálpa teimum, sum verða bundin, sigur hann og heldur fram:

 

– Og tað er neyðugt at byrja við nógv yngri fólki. Tað er ov seint, tá fólk longu eru komin út í tað. Ein góð loysn er at seta harðari inn við heilsufremjandi og fyribyrgjandi átøkum í bæði fólkaskúlum og barnagørðum. Eisini inn í familjur við at fáa betur fatur á foreldrum og umsorganarforeldrum. Vit mugu tora at spyrja inn í heim, hvussu tey hava tað.

 

Grein úr Sosialinum hin 5. september