yvir føroyska jørð. Umframt at tað fer at geva nógv virksemi, fer tað eisini at verða við til byggja upp ekspertisu, og tí er tað umráðandi, at tað er við frá fyrsta degi. Um oljufeløgini finna nakað og veruligt [...] fyri tí stóru ekspertisuni í Føroyum. Pauli Einarsson vísir eisini á týdningin, sum virksemi bygt upp í Føroyum kann fáa í aðrar mátar. Kemur t.d. eitt felag, sum er skrásett í ES, til Føroya at arbeiða [...] at siga, hvat kann skaða føroysku samráðingarnevndina í samráðinginum. Hann heldur, at tað má vera upp til nevndina at avgera, og roknar hann við, at hon nokk skal finna eina loysn. -Tað besta hevði sjálvandi
ikki til at taka tey høglini upp í hesi viðmerking. Eftir mínum tykki fløkir Jóannes á óhepnan hátt eitt ummæli av stórum listaverki, ið Torbjørn Olsen málaði í 1996, upp í essay sítt: Altartalvan í H [...] politiska støðan enn er. Vakurleikin í hesi altartalvu er eftir mínum tykki als ikki tómur, men vellir stórbærur fram úr eini stórt hugsaðari kompositión. Nú skal eg taka upp annan tátt - um tað at stuðla list [...] Altartalvan í Haldarsvík er ein sera væleydnað kompositión, har litir, formar og stillar rørslur ganga upp í eina góða heild. Hon er sostatt eitt gott listaverk, og av tí stendst djúp kensla og innarligheit
segði forsætisráðharrin Sosialinum, at hann ikki fór at siga nakað um, hvørja støðu hann hevur til hesi viðurskifti, men hann helt, at hetta átti ein breiður politiskur meiriluti á tingi at taka støðu til [...] eintak av bókini »Fylking«, sum Jóannes Dalsgaard hevur skrivað. Hann bað forsætisráðharran blaða upp á blaðsíðu 70, har ein mynd var av Stauningi og umboði fyri fakrørsluna á Tvøroyri. ? Eg segði honum [...] at verið millum tveir brøðraflokkar, og at soleðis virkaði tað í tríatiárunum. Tá vóru skip kallað upp eftir Stauningi og eftir Hans Nielsen, sum eisini var danskur fólkatingsmaður í tríatiárunum. Jóannes
og vit halda, at hann skal gerast eitt enn betur aktiv, tá ein møgulig oljuvinna fer at taka seg upp, sigur Jóannes Eidesgaard. ? Tí ávaraðu vit ímóti ætlanunum hjá borgarliga landsstýrinum um at privatisera [...] latið landinum pengarnar aftur, hann hevur kostað. ? Tá kann hann seljast - og fyri rætta kursin. Hesi sjónarmið skilti forsætisráðharrin væl, sigur Jóannes Eidesgaard.
lata fótbóltin, sum á hvørjum ári skal brúka (og gjalda) hetta stadion, líða undir einari feil-íløgu upp á umleið 60 milliónir krónur, sum aldrin gerst umaftur ? hetta tí at nakrir ávísir fyrireikarar ikki [...] framtíðar fremsta fótbóltsstadion í høvuðsstaðnum, men nevnda tíðindasending tók ikki henda spurning upp á tungu. Ein tíðindamaður hevur skyldu at lýsa eitt mál frá so nógvum síðum sum gjørligt. Tað varð [...] frástøðan frá áskoðarunum til leikararnar var alt ov stór, og eingin rættiligur fótbóltsdámur var. 2.Í hesi seinastu undankappingini spældu Føroyar ímóti einari aðrari lítlari tjóð, Malta, sum eisini hevur
stentarnar var sera einfalt, nevniliga, at býráðið og TKST vóru samd um øll viðurskifti og hvussu hesi skuldu tulkast. Trupulleikin var góðkennismyndugleikin Føroya Landsstýri, sum samb. Kommunulógini [...] klinikkassistentarnir skuldu umflokkast frá 9-11 til 9-12. 2.At klinikkassistentarnir verða fluttir upp í 12. lønarflokk á sama stig, sum teir stóðu á í 9. lønarflokki. Landsstýrið góðkendi pkt. 1, men ikki [...] Soleiðis lá málið, og einasti máti at fáa hetta mál loyst uppá, var, sum býráðið alla tíðina skeyt upp, at leggja hetta fyri gerðarrætt, men var hetta í langa tíð avvíst av TKST. Persónliga ábyrgdin Við
hava við undirgrundarmálið at gera, eru stemplað loynilig, og tí er ikki møguligt at fáa innlit í hesi skjøl. Spurdur, um hetta kanska kundi koma av einihvørjari longu gjørdari avtalu, svaraði forsæti [...] nú vísa seg ikki at hava verið til fánýtis. Forsætisráðharrin tók fleiri ferðir undir vitjan síni upp í saman, at tað var væl klára av eini tjóð, sum hevur ligið so lágt, at vera komin so væl undan aftur [...] tíð. Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, segði, at hann var fegin um ferðina í Føroyum, og tók upp aftur, at hann var serliga fegin um, at hann ikki lurtaði eftir teimum, sum ráddu honum frá at fara
hann. - Hetta er alt nakað, sum er komið uttanífrá. Landsstýrið hevur ikki havt møguleika at ávirka hesi tiltøk á nakran hátt. - Og tað fýlist eg á. Løgmaður kann ikki vísa á eitt einasta tiltak frá Lan [...] - Tað einasta, Landsstýrið kann gera fyri at betra um likviditetin hjá landskassanum, er at spara upp. Tað ber ikki longur til at leggja í grunnar, og tí má uppsparingin hjá landskassanum økjast. Serliga
tað ongantíð hevði sæð dagsins ljós - og harvið sloppið okkum føroyingum undan hesi vanærisligu skommini, sum liggja í hesi samanberingini - sum tíverri eisini koma at skaða umdømi Føroya uttanlands, av [...] Uttan at blanda meg upp í tjakið, sum Fólkaítakið fyri tjóðfundi førir fram millum manna, so vil eg útfrá reint menniskjansligum tankum og metingum loyva mær at koma við eini áheitan á Zakarias Wang, um [...] um at taka orðini aftur, sum hann nýtti í hesi røðu á Vaglinum trettanda eftir jóla, tí heilt einfalt, um grundgevingarnar fyri at halda tjóðfund ikki kunnu vinna frama uttan sovorðnar høpisleysar sam
húsagangi, fekk milliónri fyri at selja bús tykkara, samstundis sum tit framvegis gjalda av upp á lánini tl hesi somu hús við rentes rente. Lønmóttakarin skal av við høvrt oyra hann vinnur, tí tað er vinnulívið [...] Thomsen. ? Men brandútsølan hjá Anfinni Kallsberg er politiskur glantrileikur upp undir val. Anfinn Kallsberg gjørdi júst tað sama upp undir valið í 1984. Tá vóru tað útróðrarmenn, sum fingu hansara studningsgávu [...] landskassanum. Tá á heimaleiðunum hava somuleiðis fingið meiri enn hálvthundrað milliónir á hvørjum ári hesi seinastu fimm árini, segði Brynhild Thomsen. Hon vísti eisini á, at hetta bert eru einstøk dømi um