deyðbóltsstøður plagar at síggjast, hvussu liðið verður mannað. Hetta var eftir, at blaðið var farið til prentingar, og tí ber ikki til hjá okkum at siga neyvt, hvussu venjarin hevur valt at seta liðið saman [...] liðið fer at síggja út, og um eg sleppi at spæla við. Men dreymurin hjá øllum, sum verða úttiknir, er at spæla, og um eg sleppi upp í part, so fari eg at gera mítt besta. Setningurin verður at reisa seg [...] Allan Simonsen valdi at leggja síðstu fyrireikingarnar undan dystinum í kvøld eitt sindur øðrvísi til rættis, enn hann annars plagar at gera. Tað var sum eftir bókini, at teir vandu eina ferð sunnukvøldið
sigur, at tað byrjaði við, at Siri og Angela, sum ganga á pedagogskúla tosaðu um at gera okkurt fyri gøtubørnini á Manila á Filipsoyggjunum. Tær hildu, at tað var so synd í hesum neyðars børnum, at okkurt [...] royna at hjálpa børnunum har. Peningurin, sum kemur inn, verður eisini brúktur til at hjálpa gentum, sum eru kynsliga misbrúktar. Hetta er ein stórur trupuleiki niðri á Manila, gentur verða noyddar at selja [...] føroyskan tónleik Tónleikurin, sum hann fer at spæla á konsertini, verður fyri tað mesta av fløguni hjá sær. Men okkurt annað verður eisini at hoyra, okkurt kopilag og onkur sálmur, sum Regin hevur gjørt eitt
sama. Tó eru tey øll trý samd um, at tað fyrst og fremst er Mammuni fyri at takka, at sjónleikurin fekk so nógv at siga í teirra verð. - Hon hevur eisini spælt sjálv sum yngri í Miðvági og hevur altíð havt [...] nógv við at velja út, leggja ætlanir, tosa og royna at fáa ymsar leikir, so alt ikki líkist, greiða syskini frá. Men hvat hevur týðingin at siga? - Tað er ein kunstur at skriva sjónleik og tað at týða er [...] teimum í Grímu 20 ár at náa hetta, og tað eiga tey, sum gingu undan, tøkk fyri, eru Súsanna, Ria og Hans samd um. - Umstøðurnar eru nógv broyttar. At hava fingið egin hús hevur nógv at siga. Samstarvið við
hesa løtuna. Av støðini í Havn siga teir, at tað er gott skil á ølklubbunum, sum teir vórðu kallaðir í gomlum døgum. Treyðugt so er altíð okkurt at finnast at, men tað hoyrir heima í smálutadeildini, sigur [...] løgreglan í býnum í Havn. Ikki tí at teir vóru í veitsluhýri, men tí at teir viðhvørt hyggja at umstøðunum í ølklubbunum og tá flestu fólk eru í dansi leygarkvøld, so er so líka til at kanna umstøðurnar júst hesa [...] kundi hingið á meira sjónligum stað, annars er einki stórvegis at finnast at. Løgreglan roynir, sum verða man, tá hon er á slíkum støðum, at hava eyguni eftir euforiserandi evnum, men heldur ikki tað gav
brádliga at brenna. Hvussu eldurin er íkomin veit løgreglan enn ikki at siga frá, men eins og vanligt er varð bilurin - ella tað sum var eftir av honum - koyrdur niðan á Bileftirlitið, har menn fara at kanna [...] váttaður. Onkur var, sum helt, at bilin stóð betri á sjónum heldur enn á landið og tí var hann skumpaður í havið. Eldur í bili í Kongagøtu Tað var eisini eldur í einum bili um vikuskiftið. Ein bilur, sum stóð [...] løgreglan í Havn boð um at ein bilur var farin á sjógv við Kongabrúnna og teir fóru beina leið á staðið. Har gjørdist rættuliga skjótt greitt, at her var talan um herverk og so var farið at leita eftir eigaramanninum
? Tit siga, at vit skulu hava samstarv m. a. í uttanríkisspurningum. Vit tað siga, at danir framvegis skulu stýra okkara uttanríkispolitikki? Endamálið hjá landsstýrinum er, at vit sjálv skulu stýra u [...] uttanríkispolitikkinum við egnum uttanríkisráðharra. Men tað sum miðað verður eftir er, at hava eitt praktiskt samstarv við Danmark, sum vit eisini hava í dag, har vit kunnu keypa okkum tænastur av utt [...] ríkisfelagsskapur - í dag er ríkisfelagsskapurin tað, at vit hava eina danska grundlóg, sum eisni er galdandi fyri Grønland og Føroyar. Vit miða eftir at fáa eina sjálvstøðuga føroyska grundlóg og eitt sj
broytt kommunuskipanina, so haldi eg, at tann parturin eisini eigur at verða ein partur, sum kommunurnar fáa ábyrgd av, so at kommunurnar so at siga kunnu fara at kappast um, hvør nú kann veita sínum borgarum [...] an til øll - at har liggur trygdin hjá øllum. Har haldi eg, at vit skulu gera tað á tann hátt, at hetta verður fíggjað uttan fyri fíggjarlógina. Høvuðsmálið er, at arbeiðsgevarar fara at taka pensjóns [...] hugsar tú helst sum so, at um Landssjúkrahúsið verður størri, so mugu fleiri fólk í arbeiði. Men vit vita eisini, at Landssjúkrahúsið er niðurslitið, og tað verður neyvan dýrari at reka við at gera neyðugu
høvdu Allan Joensen við, og tað vil siga, at upplýsingarnir, sum vit høvdu í blaðnum leygardagin um, at hann var leikbannaður, vóru ikki rættar. Tað var týðuligt, at Allan Joensen var darvaður av skaða [...] dystin ikki at siga, hvat klaksvíkingarnir vóru riknir av vøllinum fyri. Dómarin gav Harley Bertholdsen eitt gult kort fyri at brúka seg ? KÍ spælarin helt seg sum liðformann hava rætt at gera vart við [...] Hetta hevði við sær, at ein hálvvánaligur fótbóltsdystur, sum meiri bar brá av summarfótbólti enn uppgerð millum tvey lið, sum stríðast fyri FM og møguleikanum at sleppa út í Europa at spæla komandi summar
eina útbúgving og erfaring, sum eru til gagn fyri bæði virki og nevnd. Eg dugi ikki at síggja, at tað er skeivt, sum kundi gagna AT, kom at gagnast eigaranum, sum vóru teir somu fiskimenn og arbeiðarar í [...] noyddur at geva hetta aftursvar, og er tað við ringum tannabiti. Tað sum tú sipar til, sum fór fram fyri 40 til 50 árum síðani á Tvøroyri, er torført hjá okkum, sum tá vóru børn, at finna skjøl fyri at prógva [...] Hví leggja ilt á sinni um pápa, við at kalla hann, sum »permanent sproyta fyri FAG«. P. M. Dam var í nógvum nevndum, uttan at nakar fór at siga nakað um hann. Teir sum eru í nógvum nevndum, hava ofta eina
seg sjálvt, at tá ein hevur við seglbátar at gera, so ber illa til frammanundan at siga hvar byrjað verður, tí tað er betri at sigla undan vindinum, um nakar slíkur er og tað plagar ikki at vera Sunnudagin [...] somu ferð sum teir. »Leivur« úr Kollafirði vann Úrslitið av kappsiglingini á Skálafjørðinum gjørdist annars tað, at »Leivur« úr Kollafirði gjørdist fyrstur um mállinjuna, við Jónálvi Johannesen, sum »skipara« [...] »Svanur« av Skála við John Mikkelsen við róðri. Hesin svanurin er ikki tann sami, sum kappróðrarbáturin, um onkur er sum ivast. Nummar trý gjørdist »Thyra« av Strondum við Svenn Berg við róðri. »Thyra«