Mamman fekk tey at spæla

Systkini Súsanna, Ria og Hans Tórgarð fáast øll við sjónleik og tey eru samd um, at tað er mammuni fyri at takka. Tó hevur pápin sjálvsagt eisini gjørt sítt. T.d. bakaði hann einaferð allar pannukøkurnar til pannukøkuhúsið, tá børnini leiktu sjónleikin Hans og Greta

Dagfinn Olsen

myndir: Jonhard Hammer


Axel Tórgarð er kendur mentamaður. Hann hevur verið prestur og hevur skrivað bøkur og kendir eru sangir hansara, ið ofta eru rámandi og skemtiligir. Eisini hevur Axel Tórgarð við hepnari hond flutt ymiskar bókmentir og sjónleikir yvir í føroyskt mál. Seinnu árini, nú hann er farin frá, hevur hann havt betri stundir og eru t.d. fleiri av griksku klassikarunum latnir í føroyskan búna.


Barnaárini í Kvívík

Axel og konan Margreta eiga trý børn, ið við gleði minnast aftur á barnaárini í Kvívík, har pápin var prestur. Men heldur serstakt er tað, at øll systkini hava stóran alsk til sjónleik og at tey eru sera virkin og hava skeið og útbúgvingar á økinum. Eisini hava tey, meira og minni, øll valt hetta sum yrki.

Axel og Margreta Tórgarð búgva nú í Havn og í hugnaligu húsum teirra hittu vit Súsonnu, Riu og Hans Tórgarð. Súsonnu og Riu hava vit nú í mong ár sæð sum leikarar í Grímu og Hans hevur eisini verið við har. Hann ger seg nú lidnan við sjónleikaútbúgving sína í Finnlandi og hevur hann júst framført leik sín um Van Gogh, ið hann hevur skrivað sum liður í útbúgvingini. Leikurin hevur verið væl vitjaður og nógv umrøddur. Tá eg tríni innar, situr Axel við telduna, Margreta ger kaffi og Hans bíðar mær í stovuni. Løtu seinni koma eisini Súsanna og Ria. Men hví hava Súsanna, Ria og Hans so stóran áhuga fyri sjónleiki?

Í Kvívík var ríkt sjónleikalív og hetta setti óivað dám á barnaárini. Fólk úr øllum landinum fór til Kvívíkar at síggja sjónleik. - Eg var avloysari, tá Bør Børson varð spældur. Eg avloysti eina, sum var 70 ár og eg var 17 ár, minnist Ria, sum eitt sindur errin leggur afturat, at so slapp hon eisini inn at bukka saman við Óla Kurt Hansen. - Men tað byrjaði langt áðrenn hjá Riu og mær, sigur Súsanna. - Vit eru so javngamlar, so ringt er at samanbera við Hans, eru tey samd um.

- Vit hava spælt sjónleik, so langt eg kann minnast. Vit spældu Hans og Gretu til ein føðingardag, tað var uppi á loftinum og har vóru góðar umstøður. Gott pláss og so málaðu vit pappkassar til leiktjøld, greiða Ria og Súsanna frá, meðan Ria sigur okkum sín leiklut, sum hon enn minnist orðarætt.


Mamman fekk

tey í gongd

- Mamma er tann, sum hevur vant sjónleik við okkum og børnunum í Kvívík, sigur Súsanna og Ria og Hans taka undir við, at tað er mamman, ið hevur fingið tey í gongd.

- Síðani spældu vit Øskufíu og vit høvdu kvøldsetur. Og so var tað jú Ungmannafelagið.Vit savnaðu okkum pening, so vit kundu keypa eitt stereoanlegg og so høvdu vit dans og spældu sjónleik. Tá var tað eisini Mamma, ið vandi við okkum, teskaði og bílegði leikir úr Danmark, sum pápi óivað hevur umsett, greiðir Súsanna frá.

- Nógv var eisini í skúlanum av leiki, sigur Ria. Tað var rættiliga vanligt, tað hevur verið okkurt í tíðini tá. Tey vaksnu í bygdini spældu eisini nógv og fyri fullum húsum og tað hevur sjálvandi givið íblástur, sigur Ria.

- Vit vóru nærum hvørt kvøld og hugdu, minnist Súsanna. Men soleiðis var tað tá; varð nakað spælt, so fór maður av húsi at hyggja, minnist Súsanna hesa tíðina, ið t.d. ikki var merkt av sjónvarpi.


Ria

Men barnaárini í Kvívík fingu ein enda.

- Ja, so fór eg til Havnar. So kom eg eitt sindur í Sjónleikarhúsið og í kvøldskúla hjá Grímu. Tað var fyrst og fremst har, eg byrjaði at læra um sjónleik. Eg kom í samband við fólkini í Grímu; Egi Dam, Birita Mohr, Laura Joensen og Rosa á Rógvu. Tey høvdu skeið, skúla, leikir, vekstøð og legur. Eg spældi fyrstu ferð við Grímu, á professjonellum støði, í 1985 ella 86, greiðir Ria frá.

- Bera tann leikurin var at meta sum mín sjónleikaraskúli. Hetta var ein ætlan, ið vardi í 2 ár. Egi hevði okkum í bólki og nýtti okkum til henda leikin. Hann nýtti arbeiðsháttin, ið m.a. er kendur frá Odin Teatrinum, greiðir Ria frá.

- Ja, í 1986 haldi eg, at eg gjørdist limur í Grímu. Eg fór so til Finnlands í 1988 á sónleikaraskeið og leikstjórn, sigur Ria.


Súsanna

- Tá eg fór til Havnar at ganga í skúla, so slepti eg næstan sjónleikinum heilt, sigur Súsanna. - Eg havi altíð verið áhugað í dansi og vildi fegin dugað at dansa, so eg fór til rútmiskan hjá Ljósinum. Eg vildi fegin farið á onkran slíkan skúla, men tað lá líkasum ikki í luftini tá, tað var ikki vanligt. T.d. í Hoydølum, har varð bara tosað um universitet, eingin tosaði um slíkt sum dans, greiðir Súsanna frá.

- Eg fór so á læraraskúla og var við í smærri leikum. Tá eg var liðug, arbeiddi eg eina tíð sum lærari, men tað var ikki júst eg, so eg gjørdi alt møguligt annað og arbeiddi t.d. sum postboð. Ein dagin fekk eg tilvildarliga ein faldara í hondina um Tidens Teater í Århus, ið hevði skeið, ið vardu 1 ár. Hetta var alternativur skúli, í mun til vanligu teatur skúlarnar, sigur Súsanna.

- Har var eitt skeið, ið m.a. hevði dans og sjónleik og eg hugsaði, at nú fór eg avstað. Hetta hevur verið í 1988. Eg fór til upptøkuroynd og slapp inn. Tá árið var farið, samráddist eg við skúlan og tey ráddu mær til at fara á sjónleikaraskeiðið, ið byrjaði árið eftir, ið fólk frá Odin Teatrinum stóðu fyri. Eg tók bert eitt ár afturat, tí skúlin var ikki góðkendur, so ein mátti gjalda sjálvur, so eg hevði ikki ráð til meira, greiðir Súsanna frá.

- Í dag er skúlin góðkendur og eitur Nordens Teaterskole. Eg kom so heimaftur í '90 og havi arbeitt í Grímu síðani. Og eg eri samd við Riu í, at skúli er líka so nógv, at ein fer til verka, tí ein lærir alla tíðina.


Hans

Hans er væl yngri, enn systrarnar. Hvussu byrjaði hansara leið sum

sjónleikari?

- Eg haldi Ria setti meg í gongd. Hon hevur sikkurt yvirtikið leiklutin hjá Mammu, sum tær báðar tosa um, tí Ria var og vandi við okkum í skúlanum, har vit spældu Dýrini Valbakkaskógi, men nær hevur tað verið?, sigur Hans og hyggur spyrjandi at Riu.

- Jú, eg var vikarur tá, tað hevur verið í 1979, sigur Ria.

- Ria setti meg eisini í samband við sjónleikarafelagið í Kvívík. Ein sjónleikarastevna var í Kvívík, eg haldi í 1986, har øll sjónleikarafeløg í landinum luttóku. Kanska var tað umhvørvisár, tí tað snúi seg um umhvørvi og Ria og Regin (Patursson, blðm.) gjørdu leikin, ið nevndist Áin. Har vaktist mín áhugi, minnist Hans.

- Eg var eisini í Ungmannafelagnum og tá eg fór til Havnar í skúla fór eg á dramaskeið, har Ria eisini undirvísti.

- Tað passar, eingin meldaði til, so Hans og fimm vinmenn møttu upp, minnist Ria.

- Síðani var eg við í leikinum Framá, ein fótbóltsleikur. Eg haldi tað var í 1988 og so í sangleikinum Skuggagestir hjá Martin Joensen. Síðani kom leikurin Kræddarin og so eini 3 - 4 leikir afturat hjá Grímu og eg bleiv hangandi við, til eg gjørdi av at fara at gera okkurt alvorligt við tað og fór á skúla í Finnlandi, sigur Hans.


Bakaði allar pannukøkurnar

Hans og Súsanna eru samd um, at Ria er tann, ið hevur fingið tey í gongd, hóast leiðin, tey hava gingið, meir og minni hevur verið hin sama. Tó eru tey øll trý samd um, at tað fyrst og fremst er Mammuni fyri at takka, at sjónleikurin fekk so nógv at siga í teirra verð.

- Hon hevur eisini spælt sjálv sum yngri í Miðvági og hevur altíð havt sera stóran áhuga í leiki. Hon hevur eisini gávurnar, eg havi ikki sæð hana spælt beinleiðis, men gávurnar hevur hon, tað er heilt sikkurt, sigur Ria.

- Pápi hevur sjálvandi verið sera upptikin, men hann hevur umsett og sjálvsagt verið við. Eg minnist til dømis, at tá vit skuldu spæla Hans og Greta, tá var mamma á sjúkrahúsinum og skuldi eiga Hans.Tá bakaði pápi allar pannukøkurnar til pannukøkuhúsið, minnst Ria.

- Tað hevur nógv at siga, at vit inni hjá okkum í Kvívík sluppu at sita í fínastu stovu í fínastu hattum hjá mammu og drekka úr fínastu koppum og spæla fínar konur, sigur Ria.

- Eingin segði, at hatta mugu tit ikki og tað endaði eisini øll bygdin inni, minnast Súsanna og Ria.

- Eg haldi vit sluppu nógv, sum eg ikki veit, um eg hevði lovað mínum børnum, sigur Ria skemtandi.


Hvat siga fólk?

Eitt, ið fleiri óivað hugsa, tað er hvat foreldrini hava sagt til, at børnini hava valt at gerast sjónleikarar og hvat fólk annars hava sagt til hetta. Tað er eingin loyna, at hetta er nýtt yrki í Føroyum. - Hvat søgdu foreldrini?

- Tað kundi verið áhugavert at spurt tey, sigur Hans.

- Ja, tí tey hava sum so einki sagt, men ímóti tí hava tey so ongantíð verið, sigur Ria og tað eru Hans og Súsanna samd í. Hans sigur tó, at mamman einaferð helt, at hann skuldi verða timburmaður. Tá hann so fór á sjónleikararskúla, spurdi hon, um hann ikki ætlaði at fáast við málningalist. Hans fæst eisni við at tekna og hevur við tekningum sínum prýtt onkra bók hjá pápanum.

- Nei, tað er kanska meira ein spurningur um, hvat onnur hava sagt, heldur Ria, hóast hini bæði ikki halda seg hava hoyrt so nógv negativt fyri starvsval sítt.

- Jú, onkutíð havi eg hoyrt, at fólk hava hildið fyri, at fyri børnunum hjá Axel Tórgarð er eingin vón, sigur Ria skemtandi, men við hugsunarsomum eygnabrá.

- Ja, tað hevur ikki verið so vanligt at hava sjónleik sum yrki, tað hevur verið nakað, ein nýtti frítíðina til, sigur Ria.

- Ja, tað er vert at hugsa um tey, ið eru byrjað áðrenn okkum. Hvat hava fólk ikki sagt um Eyðun Johannesen t.d., spyr Hans. Og øll hini í Grímu, leggur hann afturat. Súsanna, Ria og Hans eru samd um, at tað er vanligari nú, at fólk útbúgva seg innan sjónleik og at hetta er meira góðtikið nú millum manna, enn fyri bert fáum árum síðani.

- Fólk spyrja eisini, um ein kann liva av at spæla sjónleik. Men tað er heilt víst, at ein gerst als ikki millióningur av tí, skemtar Hans.


Betri umstøður

Sum yrkisleikarar, so eru tey glað fyri, at tað endiliga er eydnast at fáa egin høli. Nú er Gríma ikki longur heimleys, men tað tók teimum í Grímu 20 ár at náa hetta, og tað eiga tey, sum gingu undan, tøkk fyri, eru Súsanna, Ria og Hans samd um.

- Umstøðurnar eru nógv broyttar. At hava fingið egin hús hevur nógv at siga. Samstarvið við Sjónleikarhúsið og Norðurlandahúsið hevur verið sera gott, men Gríma hevur fjakkað runt uttan bústað, so alt mátti flytast alla tíðina, sigur Súsanna.

- Heta hevur eisini nógv at siga fyri, hvat Gríma hevur at siga í hugaheiminum hjá fólki. Gríma hevur næstan bert verið eitt hugtak. Eingin ivast t.d. í, hvar Sjónleikarhúsið er, nú kunnu eisini vit vísa á, at hetta eru vit.

Men sjálvandi hava pengar nógv at siga

- Sjálvandi hava vit brúk fyri meira, enn vit fáa, eru tey samd um. - Í mun til vitjandi, so fáa vit ikki nógvan stuðul. Samanbera vit við leikhús aðrastaðir, so fáa vit sera lítið, í mun til áskoðaratal, sigur Hans.

- Áhugin er vaksandi, og tað haldi eg Gríma hevur part av æruni av, tí vit hava gjørt nógv við at vitja út á skúlar.t.d. og børnini kenna okkum og hava hug at síggja sjónleik, sigur Ria.

Gríma hevur gjørt nógv við at ferðast og soleiðis leita upp áskoðaran. Hvussu verður nú, Gríma hevur fingið hús?

- Hetta má halda fram, avgjørt, tí tað hevur týdning. Eisini tí, at Gríma er fyri alt landið, einasti yrkisleikbólkur í landinum, so ein ávís ábyrgd fylgir við, heldur Hans.

Júst nú er einki á skránni hjá Grímu. Onkur er eisini farin av landinum, men tað eru so nógvar aðrar smærri uppgávur, ið fylgja við, tá ein fæst við sjónleik.

- Til dømis eru nógvir skúlar, ið ynskja skeið í drama. Tað er ikki tað vit fyrst og fremst vilja sleppa at gera, tí ofta kennir ein, at pedagogisku fortreytirnar eru ikki til staðar, heldur Ria.

- Vit hava eisini hjálpt til við at sett leikir upp á skúlum og tað kenna vit okkum betri før fyri, sigur Súsanna.

Partur av dagliga yrkinum er t.d. eisini at fara út til áhugafeløgini á bygd at leikstjórna og samstarvið við Sjónvarp Føroya um at leggja føroyskar røddir á teknifilmar, eru tey eisini glað fyri, tí tað hevur eydnast væl og fólk eru glað fyri tað.


Ein góður leikur

Súsanna, Ria og Hans eru samd um, at ein góður leikur er ein, ið sigur fólki okkurt, ein, ið rørur við okkurt í fólki.

- Ofta vísir tað seg, at ringt er at siga, hvat fólk halda vera gott. Men tað vísir seg, at finna vit ein leik, ið hugtekur okkum, so er tað oftast okkurt, ið eisini hugtekur fólk. sigur Súsanna.

- Vit arbeiða annars øgiliga nógv við at velja út, leggja ætlanir, tosa og royna at fáa ymsar leikir, so alt ikki líkist, greiða syskini frá. Men hvat hevur týðingin at siga?

- Tað er ein kunstur at skriva sjónleik og tað at týða er ikki lættari. Pallmál skal vera gott føroyskt mál, ikki stirvið, men lætt. Her havi eg hug at nevna Ebbu Hentze, tí hon hevur týtt fyri okkum og hon hevur sans fyri rútmu og orðavali, sigur Súsanna.

Syskini greiða frá, at tað meira enn so kemur fyri, at tey kenna seg noyddan at broyta ymiskt í týðingum.

Og júst týðingin er nakað, ið tey trý hava eina meining um, tí tað er eingin loyna, at sum týðari er pápin tikin úr leikum. Hans hevur eisini roynt seg og ikki minst, so eru tey øll leikarar, ið skulu bera fram leikin, týingina, á palli.

Og tað sleppa vit óivað aftur at uppliva, hóast einki júst nú er á skránni hjá Grímu. Súsonnu, ið er 39 ár, Riu, ið er 38 og Hans, ið er 29 ár, og aðrar limir í Grímu, sleppa vit at síggja aftur á palli, bæði sum ferðandi leikbólk og sum leikarar í egnum hølum.