árini hevur vunnið sær sæti á fremstu røð er Lexus - nýggi luxusbilurin hjá Toyta. ?Ella tað er kortini ikki heilt rætt, tí hjá Toyota siga tey, at Lexus ikki er Toyota. Ein Lexus er ein Lexus. Toyota [...] ár síðani, at fyrsti Lexusbilurin sá dagsins ljós. Verksmiðjan gjørdi mótsatt øðrum nýbyrjaðum bilaframleiðarum við fyrst at gera tann dýra bilin - og dýrir eru teir størru bilarnir hjá Lexus, sum í Danmark [...] eigur bara partapeningin í nú 10 ára gomlu verksmiðjuni, sum bara framleiðir luxusbilar - vørumerkið hjá Lexus. Luxusbilurin má hava egnan samleika Tað var við tí í hyggju - at gera tann ultimativa luxusbilin
Summarsiglingin hjá Norrønu er nú farin á halla, og útlendsku starvsfólkini umborð eru so smátt farin at pakka saman fyri síðani at leita heimeftir ella suður í heitari lond at arbeiða. Ein teirra er bosniarin [...] tann vegin at uppliva og síggja heimin. Hann fekk tjans við við skipunum hjá Royal Viking Lines. Hetta var í 1982. Igo starvast enn hjá hesi fyritøkuni partar av árinum. Cruiseskip tess sigla um allan heimin [...] fólkum. Í apríl mánað 1988 fekk Igo áheitan um at fara við Norrønu og arbeiða umborð summarrutunum hjá Smyril Line. Hann helt tilboðið ljóðaði spennandi og var hetta eisini nakað annað enn siglingin í
Hjálparvenjarin hjá Allani Simonsen, Jógvan Martin Olsen, sum hevur høvuðsábyrgdina av øllum teimum yngru landsliðunum og sum er venjari hjá U-18 landsliðnum, stríðist í hesum døgum við at leggja síðstu [...] í 1. deild og fleiri, sum spæla í 2. deild, sigur Jógvan Martin Olsen. Spælararnir, sum hann hugsar um, eru Súni Olsen, sum er fastur maður á besta liðnum hjá GÍ, NSÍ spælararnir Jan og Ken Nónklett og [...] fleiri spælarar koma, og næstsíðsta og síðsta umfarinum í 1. deild, haðani einstakir spælarar koma. Fyrsti dysturin verður spældur móti Albania mánadagin 27. september, næsti dysturin verður mikudagin 29
aðrar ferðir nær við, men Finnbogi Olsen vardi málið hjá VB sera væl. B36?HB 9?1 (4?0) Tað eydnaðist HB at skava eitt lið saman, men, sum úrslitið sigur frá, so megnaðu teir ikki at gera nakra mótstøðu. Egil [...] Gøtumenn løgdu nógva orku í 2. deild síðsta vikuskifti. Teir megnaðu at skava nóg mikið av fólki at fara suður til Tvøroyrar sunnumorgunin. Dysturin varð spældir klokkan 12.30, og so sóu teir 2. hálvleik í Sumba [...] málunum. Magni Petersen, sum var álitisfullur liðformaður í 1. deild, tá Frank Skytte var venjari hjá TB, men ikki hevur spælt í fremstu røð síðani, tí hann hevur verið burtur, staðfesti kærkomna sigurin
eins og hann sigur seg vera. Hann vísir á, at einasti politikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum er at fáa loysing, og er hesin flokkur als ikki sinnaður at hjálpa tí »veika«, eins og hann sigur seg gera. Jógvan [...] mínum tykki er hetta politikkur í leysari luft, sigur ein avgjørdur Jógvan Adolf Johannessen. Tjóðveldismaður á ungum árum Jógvan Adolf Johannessen sigur, at hann í sínum heilt ungu døgum fjeppaðist eitt [...] hann væntar fer at verða nógv umrødd á landsfundinum. Bílagt verk ? Eg haldi ikki fullveldisætlanina hjá landsstýrinum vera serliga neyva. Talan er um ov nógv mál, ið hanga í leysari luft, og tí haldi eg
tummulin fer at venda hjá leiðsluni í eingilska stórfelagnum. Ætlanin hevur verið upp á tal í tríggjar vikur, og nú sær tað út til, at hon fer at gerast veruleiki. Tað er venjarin hjá Herfølge, John Faxe [...] eingilska felagið. Faxe var fyrrapartin av níti árunum í tænastu hjá stórfelagnum í London, Arsenal, og har var ein av liðfeløgunum hjá honum David O?Leary, sum í mong ár var verjuálit í felagnum og framvegis [...] seinni í ár, og at John Faxe Jensen nú arbeiðir uppá at selja mest týdningarmikla spælaran hjá sær. Um tað eydnast hjá honum, so fer Herfølge at fáa nakrar milliónir, sum teir so kunnu brúka til at keypa aðrar
tónleik, smíða hús og at venja yngru deildirnar í fótbólti hjá lokala felagnum Skarphedin. Tað er ein gamal dreymur, sum nú gerst veruleiki hjá klaksvíkinginum. Hann hevur í nógv ár yrkt og gjørt løg. Umframt [...] fólkaatkvøðuna í 1946. Hetta var ein ferð, sum Norsk-Færøysk Lag skipaði fyri. Á fløguni hjá Jógvan Andrias er eisini røddin hjá Hanusi at hoyra, og hann hevur gjørt tvey av løgunum. - Samstarvið okkara millum [...] búna. Tola vit myrkur Yrkingin hjá Jógvan Andrias hevur oftast sín uppruna í menniskjanum og/ella náttúruni. Føroysk oyru hoyrdu av álvara fyrstu ferð til tónarnar hjá Jógvan Andrias, tá Amnesty International
vikuskiftið er tann í Gøtu, har B36, sum er næsti kappingarneytin hjá oddafiskunum úr Klaksvík, skal stríðast fyri at fáa øll stigini suður aftur við til Havnar, so talan kann gerast um eina orduliga finalu [...] síðani 1996, og tað hevur verið mett, at uppgávan fór at ver stór hjá B36 at fáa bilbukt við í Sarpisgerði. Tað verður neyvan ein løtt uppgáva hjá Tomislav Sivic og hansara monnum, men tað er nógv, sum bendir [...] Tað fer at eydnast hjá okkum at møta við ellivu spælarum, og vónandi verða onkrir av teimum, sum ikki hava fingið vant so nógv í vikuni við, men sjálvsagt kennist tað nógv meinari hjá okkum, tá fleiri eru
Sostatt fer tað bæði at bera til hjá bólkum at hava fundir umborð, meðan siglt verður, og tað fer at bera til hjá fólki at arbeiða einsamøll í friði og náðum, og hjá skúlaungdómi at gera heimaarbeiði [...] hann helt ikki, at hetta var eitt mál hjá Strandferðsluni. Smyril í nevnd ? Eitt nýtt suðuroyarskip fer at kosta so nógvan pening, at tað verður neyvan talan um hjá suðuroyingum at tosa um annað skip í [...] tekniskur stjóri á Strandferðsluni á almennum fundi í Suðuroy leygardagin. Strandferðslan var komin suður at kunna suðuroyingar um tað strandfaraskipið, sum ætlanin er at byggja, nú nýtt ferðafólkaskip skal
ið hava lagt fram á hesum kunnandi fundum, og sigur hann seg bert hava verið við til at svara politiskum spurningum. Spurnigum um, hvørjar ætlanirnar hjá landsstýrinum í veruleikanum eru. Men so er sp [...] leggur saman við einum donskum flokki við tí endamáli at skapa ræðumyndir ímóti fullveldisætlanunum, sigur ein argur Høgni Hoydal. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum sammetir støðuna við, tá smádreingir [...] eisini átti at verið við, so málið varð lýst frá báðum síðum. Hetta heldur Høgni Hoydal lítið um. Hann sigur, at landsstýrið er ein stjórn við meirilutanum í tinginum aftan fyri seg, og tá talan er um eitt slíkt