læraraskúla í Havn. Eftir at hava búð hjá Sámali Rasmussen á Kák, flutti hann í hús Trinu Winther, ættað av Sandi. Heppið var hetta, tí somu hús vóru samkomustaður hjá oddamonnunum í Føroyingafelagnum. Har [...] hátt kann samanberast við tað, vit hava í dag, frættist tað skjótt um hesa sermerktu skúlaskipan. Fyrsti føroyski háskúlanæmingurin, vitandi er um, er Ellen Elisabeth Catrine Jacobsen (deyð 1904). Heilt [...] grundtvigska rørslan hevði góð gróðrarlíkindi, og eggjaði hetta henni at royna seg. Við hesum var fyrsti neistin kveiktur. Føroyingum tørvaði slíka vitan, sum Ellen hevði. Tjóðskaparligt málstríð Í 1873
hevarin hjá Fleyr, lætt spæl. - Hon spældi einastandandi væl og var nokk høvuðsorsøkin til sigurin hjá Fleyr, sigur Virgar, sum kortini leggur afturat, at Mariann ikki var einsamøll um at spæla væl hjá Fleyr [...] upp aftur av gólvinum, sigur Virgar Djurhuus. Mariann og Súsanna koyrdu á Fleyr Tá móttøkuspælið riggar, so er munandi lættari hjá hevaranum at arbeiða, og av tí at móttøkurnar hjá Fleyr koyrdu sum tær koyrdu [...] á miðjuni vann næstan alt hon nært við. - Hon er roynd, og tað sæst aftur, sigur Virgar Djurhuus. Tordu ikki at taka ábyrgd Hjá TB var orsøkin tann, at móttøkuspælið gekk av skriðuni. Móttøkurnar komu ikki
eisini ein stóran part av skyldini fyri, at teir sluppu so langt frá okkum, sigur Trygvi Poulsen, liðformaður hjá Mjølni. Hann sigur, at við støðuna 6-5 í triðja setti servaðu sørvingar sjey stig, so at teir [...] meira burtur úr enn teir fáa í dag. Ilic ikki heilt nøgdur Dysturin móti SÍ var tann fyrsti hjá nýggja venjaranum hjá Mjølni. Borko Ilic, sum er spælandi venjari spældi allan dystin, og hóast hann sjálvur [...] til klaksvíkingar 15-6. Hjá Mjølnir var tað sjálvsagt ein frægd, at fáa stigini, tí vildi eitt sindur øðrvísi til, so fóru bæði stigini um fjørðin við sørvingum tá Dúgvan fór. Hjá sørvingum var tað sjálvsagt
árini eru liðin. Sólvit hevur seinnu árini fingið gongulag, ið ikki er ólíkt vaggandi siglingarlagnum hjá lítla strandfaraskipinum. Hetta eyðkenni er helst tað mest eyðsýnda. Onnur eru, ið krevja meira vitan [...] Clementsen vanliga nevndur Beggi Jógvan, ið var skipari tey fyrstu 7 árini, sigldu Sildberan av Havnini suður til Sands. Sólvit minnist væl henda teirra fyrsta túr við hesum nýggja stásiliga fari. ?Tá ið vit [...] so øll fraktin kundi verið flutt av Sandi. Tað hendir ov ofta, at Ritan ikki fær lagt at har út, sigur Sólvit. Manningin gjøgnum árini Í løtuni eru tríggir mans við Sildberanum. Tveir eru umborð og ein
eisini beinleiðis orsøkin til eldin. Bøkurnar hjá presti hentar Meðan Nanna búði á skrivstovuni hjá Thulesen fekk hon stundir at granska fleiri av nógvu bókunum hjá presti. Og tær komu eisini væl við onkuntíð [...] ein dagin, vermóðirin var í dýrastu neyð, tí henni vantaði tógv. - Ráðini hjá verforeldrunum vóru ikki tey bestu, so støðan hjá vermóður var vánalig, tá tógvið var uppi, áðrenn ermarnar vóru liðugt bundnar [...] kynstrunum hjá føroysku verdóttrini. Og tað var so skjótt, at boð vóru eftir henni úr øllum heraðshornum í bygdini: ?Um hon ikki kundi hjálpa teimum við hesum og hasum?? Soleiðis gekk fyrsti veturin. Uppaftur
venjaraútbúgvingina, men hon fer at koma, sigur Jens Martin, sum uttan at blunka viðgongur, at hann hellur meira til ta norsku venjaraútbúgvingina enn ta donsku. Hann sigur at tann norska passar betri til tann [...] Maðurin, sum undirskrivaði sáttmálan við Sámal Joensen á Hotel Hafnia leygardagin var nyggi venjarin hjá Leiftri, Jens Martin Knudsen. Undir liðini á honum sat Steingrímur Erlendsson, sum er nevndarlimur [...] Martin ikki hevur tær stóru royndirnar, so er hann ikki bangin fyri at fara undir arbeiði sum venjari hjá íslendska felagnum. ? Eg havi arbeitt við fólki í so nógv ár nú, at tí ræðist eg ikki fyri. Eg havi
teirri nðggju bókini hjá Jógvani Arge um føroyingar, sum tóku land í Grønlandi. Hetta er fjórða bókin, sum kemur um evnið, og hendan er ikki minni áhugaverd enn hinar fyrru. Høvundurin sigur í formælinum, at [...] Gongd kemur á aftur Í 1957 bragdaði rættiliga hjá útróðrarmonnunum í Grønlandi. Í Ravnsoynni gjørdu teir eitt rokár, sum sjáldan áður, og fiskiskapurin hjá teimum fáu bátunum í Føroyingahavnini var eisini [...] Teir tóku land 4: Tað tók sína tíð at fáa útróðurin hjá føroyingum at rigga í Føroyingahavnini. Tey stóru árini miðskeiðis í fimtiárunum, vóru so nógvir trupulleikar og eisini illstøða, at summir menn
og lovandi spælarin kemur aftur á fótbóltsvøllin. Allan kom á fótbóltslandsliðið í 1995, og fyrsti dysturin hjá honum var móti Finnlandi tann 30. apríl. Tað gjørdist til sjey landsdystir, áðrenn hann gav [...] aftur. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fór nú ein triði lækni í holt við at kanna fótin hjá Allani, og hann fann nálina. Á hælinum hjá Allani var eitt lítið bein brotnað, og tað var gliðið niður í hælin. Á fyrstu [...] øðiliga ilt. Meira eg royndi, verri var pínan, sigur Allan Joensen. Soleiðis gekk tað mesta av árinum 1997. Allan Joensen spældi onkran dystin á 1. deildarliðnum hjá KÍ, men gekk nógv skaddur. Eitt skifti ?
Ruslands, og tað verður kvotan, ella dagarnir hjá Atlantic, sum Kappin nú skal brúka. Fiska fyri 25 milliónir Olaf Olsen, sum er reiðari á Kappanum, sigur, at báturin er keyptur fyri gott 20 milliónir [...] spildurnýggjum trolara einaferð. Olaf Olsen sigur, at tað kundi ikki verða talan at byggja eitt nýtt skip. ? Men hetta er triði rækjutrolari, vit hava. Tann fyrsti var Ran, so kom Atlantic og nú, Kappin. [...] faandi átbøtur gerast umborð á Kappanum, áðrenn hann er klárur at fara til fiskiskap. Olaf Olsen sigur, at skipasýniskrøvini koma at kosta nakrar fáar milliónir. Men hetta vitstu teir av frammanundan og
Hugskotini vóru okkara, men tað vóru teir, sum hjálptu okkum at fáa tey gjørd, sigur Jákup Sverri Joensen, sum var fyrsti stjórin á Fiskirannsóknarstovuni. Í byrjanini av seksti árunum fóru teir so undir [...] ikki til hjá okkum bara at krevja, tí vit eru ein partur av samfelagnum, sum øll onnur. Hinvegin eru so onkrar uppgávur, sum vera merktar eitt sindur av tí, og tað fær ikki verið øðrvísi, sigur Hjalti. [...] løgið, at fiskifrøðingarnir siga, at nú skal ansast eftir. Læra av mistøkum hjá øðrum Hóast tað tí mangan kann tykjast møtukikið hjá fiskifrøðingunum at ávara um ov stórt veiðutrýst og ov stóran fiskiskap