Sildberin og Sólvit í 20 ár

Í síðstu viku vóru 20 ár liðin síðani strandfaraskipið Sildberin varð tikin í nýtslu. Sólvit Simonsen hevur verið við øll árini

Orð:Eli Hentze

Mynd: Emil Simonsen


Sagt verður um hjúnarfelagar at teir, sum tíðin líður, líkjast meira og meira. Haldi ikki, at tað er nasvíst at siga tað sama um Sildberan og Sólvit Simonsen, ið hevur verið við øll 20 árini, harav tey 13 sum skipari.

Ikki bert forbókstavirnir eru teir somu. Eisini medferðin er vorðin lík, sum árini eru liðin. Sólvit hevur seinnu árini fingið gongulag, ið ikki er ólíkt vaggandi siglingarlagnum hjá lítla strandfaraskipinum. Hetta eyðkenni er helst tað mest eyðsýnda. Onnur eru, ið krevja meira vitan, persónliga vitan.

Sildberin rullar illa, skipið er treyst og vinnur vegin fram uttan at himprast við. Sama kann sigast um skiparan, ið ikki fírir stingir. Neyðugt verður helst ikki við fleiri samanberingum á hesum sinni og á hesum staði.


Bygdur á Tvøroyi

Síðst í sjeytiárunum vóru stig tikin til at byggja strandfarskip til Skúvoyarleiðina.

Jóhan Hentze og Kjartan Hentze, báðir úr Skúvoy, høvdu í mong mong ár røkt hesa farleið í opna báti teirra, nevndur Sigmundur. Poul Eli Bærentsen av Tvøroyri fekk til uppgávu at byggja nýggju Skúvoyarferguna, ið var klár at fara fyrsta túrin til Skúvoyar tann 28. oktober 1979. Royndarsiglingin, áðrenn skipið kom til Sands, vísti, at stabiliteturin ikki var nóg góður, og tí blivu 3 tons av blýggji tikin umborð fyri at betra um stabilitetin

Sólvit Simonsen og Jógvan Clementsen vanliga nevndur Beggi Jógvan, ið var skipari tey fyrstu 7 árini, sigldu Sildberan av Havnini suður til Sands. Sólvit minnist væl henda teirra fyrsta túr við hesum nýggja stásiliga fari. ?Tá ið vit fóru av Havnini var sjaskveður av landssynningi, og tá ið vit komu oman á Nesið, kendu vit brendaroyk koma í nasarnar. Eldur var tá komin í bakborðsmotorin. Jógvan fekk beinanvegin fatur á eldsløkkjaranum og sløkt eldin. Vit sigldu so inn aftur á Havnina. Hin motorurin riggaði væl. Stórur tryggleiki at hava tveir motorar. Nakað, ið øll strandfaraskipini áttu at havt. Helst eru tað bert Súlan og Pride, ið bert hava tann eina motorin?, greiðir Sólvit frá.


Skúvoyingar betri samband við Sandoynna

Tá ið byrjunartrupulleikarnir vóru loystir, upprann dagurin, tá ið Skúvoyingar kundu gera seg til at taka ímóti Sildberanum. Og 28 oktober 1979 loysti báturin so fyrstu ferð frá kai á Sandi við kós móti Skúvoynni. Manningin taldi tveir mans, Sólvit Simonsen og skiparan Beggi Jógvan. Eftir henda dag eru nógvir túrar sigldir og mangt er broytt her á landi. Millum annað hava skúvoyingar fingið nýggja havn. Sildberin ger 22 túrar summarhálvárið, meðan vetrarætlanin er heldur lakari. Ritan ger ein túr um vikuna úr Havnini við frakt, men best hevði verið, um Sildberin hevði havt eina last, so øll fraktin kundi verið flutt av Sandi. Tað hendir ov ofta, at Ritan ikki fær lagt at har út, sigur Sólvit.


Manningin

gjøgnum árini

Í løtuni eru tríggir mans við Sildberanum. Tveir eru umborð og ein hevur fríviku. Sólvit Simonsen, ið leggur frá sær einaferð næsta ár, tá ið árini eru blivin 67, Demmus Nicodemusen og Asbjørn Matras. Asbjørn kom umborð fyri 13 árum síðani. Hann skuldi bert vera avloysari í eina knappa viku, men er her enn, greiðir Sólvit frá við einum smíli og heldur, at her man vera gott at vera, tá ið so er. Demmus hevur verið við í 7 ár. Var burturi í 2 ár. Tá røkti systkinabarn hansara Tummas Jóhan Hansen starvið. Egin Ørvarodd var eisini við í fleir ár, áðrenn hann legðist upp á land orsaka av sjúku. Umframt hesar hava eisini nógvir avloysarar verið, serliga um summarið, sigur Sólvit at enda


Framtíðin

Í morgin er aftur ein dagur. Sildberin skal eins og so oftani fyrr út at vitja Skúvoyingar. Sandoyingar kunnu eygleiða siglingarlagið. Áðrenn skipið leggur frá landi, fer skiparin út eftir vegnum. Jú, gongulagið minnir ikki sørt um rullandi bátin út eftir vágni. Hvussu verður við tí næsta skiparanum, ið skal taka við eftir Sólvit?! Fer hann eisini at líkjast Sildberanum. Fyri tað mesta sita teir báðir kandidatarnir í bili, so ilt er at gera sær eina mynd av hesum samanburði. Lesarin, ið kennir til hesi viðurskifti kann gera sær sína egnu mynd.

At enda fara vit at ynskja bátinum og Sólvit tilluku við degnum!