væl fyri til FM-finalurnar, sigur Ári Egason Dam. Hann sigur eisini, at teir í H71, hava eina vón um, at teir í ár kunnu vinna á vestmenningum. Men hann sigur at tað er trupult at vita frammanundan hvussu [...] Tað er í kvøld klokkan 20:00 at fyrra FM-finalan millum VÍF og H71 verður spæld. Hon verður spæld í høllini í Vestmanna. Í fjør hittust somu liðini í FM-finalununum, tá vestmenniningar drógu longra stráðið [...] í hópinum sum er okkara unga verjukempa, Helgi Hoydal. Tað er uttan iva ein smeitur fyri liðið at hann er uttanfyri, men vit hava eisini góðar mans at seta í hansara stað. Vit hava havt aðrar smáar skaðar
17 starvsfólk á tíðindadeildini í Kringvarpinum mótmæla í skrivi til Anniku Mittún Jacobsen, at hon koyrir Jón Brian Hvidtfeldt úr starvi sum tíðindaleiðari í Kringvaprinum. Í skrivingum til stjóran søgdu [...] starvi. Vit hava fult álit á, at Jón Brian Hvidtfeldt hevur røkt sínar uppgávur eftir teimum umstøðum, hann hevur havt at arbeiða undir. Vit vilja samstundis vísa á, at Jón Brian Hvidtfeldt er fakliga sera
orsøkunum, til at hann fór í gongd við TeleTænastuna í 1994, var, at hann legði merki til, at prísirnir vóru nakað høgir í mun til í grannalondunum. TeleTænastan hevur síðani ment seg til tað, hon er í dag. Tað [...] væntandi jøvn, frá tí at kappingin veruliga byrjar, til prísurin er komin niður á eitt støði, har hann burdi verið, sigur Billy Hansen, stjóri í TeleF. Tað er fyrst og fremst á uttanlandstelefoni, at prísirnir [...] at einkarætturin ikki tænir nøkrum endamáli, og tí er tað gott, at vit endiliga eru sloppin av við hann, leggur Billy Hansen afturat. Føroya Tele verður ikki eftirbátur Andras Róin fegnast um, at ein veruligur
hevur økisleiðarin eisini bitið merki til, men sigur hann, at tað er teknisk útgerð, ið eigur at siga frá. Hví hon ikki hevur sagt frá í morgun, veit hann tó ikki.
íbúðini, og at hon er á lívi, segði Gerry McCann vi sjónvarpið Sky í gjárkvøldið. - Hvat hendi henni, vita vit ikki, og vit vita heldur ikki, hvar hon er. Men vit hava ikki dripið hana, segði hann við sjónvarpið [...] løgregluna, at tað tykist rættiliga vist, at eitt ella annað hendi Madeleine McCann inni í íbúðini, har hon lá og svav um kvøldið tann 3. mai. Blóðblettirnir, sum løgreglan hevur funnið í kamarinum, verða nú
skuffað, tí hon hevur longu sett eitt føroyskt met í 50 m rygg, sigur Rókur í Jákupsstovu. Og hóast svimjarin sjálv ikki var nøgd við avrikið í dag, so vísir formaður í Svimjisambandinum á, at hon endaði væl [...] væntað varð av henni. - Í 100 metrar ryggsvimjing flutti hon seg frá 42. pláss til 35. pláss, um hugt verður eftir tilmeldingartíðunum. Hetta hóast hon ikki svam sína bestu tíð. Tað eru 52 lond í Evropa, sum [...] blandað hósmorgunin. Hon eigur føroyska metið í øllum rygg greinum, men 200 metrar er hennara sterka síða. Hansara sergrein er í 200 metrum ryggsvimjing. Tað er tann greinin, ið ger hann mest relevantan til
Í eini grein á in.fo fyrr í dag segði formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag, Hans Joensen, at hann ynskti at leggja arbeiðarafeløgini í Havnini saman, men at tað helst fór at krevja, at nakrir kamelar máttu [...] limirnir hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag yvir til Havnar Arbeiðarafelag, sigur forkvinnan, at tað væntar hon ikki. - Vit hava vitað av hesum í eina tíð, so vit eru ikki tikin á bóli. Tað er sum so ikki eitt tekin
Matras hevur staðið fyri. Men einsammalur kundi hann ikki gjørt nógv. Millum tey virknu fólkini í felagi við Absalon er Marjun Simonsen úr Klaksvík. Hon er her og pakkar klæðir einar 3-4 seinnapartar um [...] klæðini. Hon hevur sjálv fylgt klæðunum allan vegin úr Klaksvík og suður til Rumenien. Eiga einki Absalon sjálvur hevur verið óteljandi ferðir í Rumenien við klæðum. Saman við sær hevur hann havt mong [...] børnum, og gekk haraftrat við einum í móðurlívi. - Hon var í ferð við at kóka okkurt í eini grýtu. Tá vit hugdu nærri sóu vit, at eitt bein lá í grýtuni. Hon nýtti tað helst sum kraft til at gera suppu burturúr
ævintýrum og mýtum. Hinvegin var hon eisini hugtikin av náttúruni og kundi á meistarligan hátt lýsa føroyska gerandisdagin, soleiðis sum hon upplivdi hann sum barn. Eisini teknaði hon frímerki og myndprýddi bøkur [...] Elinborg Lützen var fødd í 1919 og andaðist í 1995. Seinastu ár síni, tá hon búði í Havn, livdi hon burturav sum listakvinna. Frá 1978 fekk hon sum fyrsta kvinnan nakrantíð løgtingsins serligu heiðursgávu, ið [...] nevna, at slíka framsýning hevði hon onga, tá hon var á lívi. Tí hóast Elinborg Lützen var við á framsýningum við føroyskari list í Norðurlondum, Skotlandi og USA, hevði hon ongantíð eina framsýning, bert
báturin skøvast hvørjaferð hann verður drigin út og inn. Og tað er tvær ferðir um dagin, tí vit eru tvær manningar, ein kvinnmanning og ein mansmanning. Báturin botnar eisini, tá hann verður skotin út frá, [...] Jannie fast. Og hon leggur afturat, at ein tílíkur kappróðrarbátur er ikki heilt bíligur. Spurd um hetta fer at hava nakra ávirkan á kappróðrarárið hjá felagnum, svarar Jannie, at tað dugir hon ikki at meta [...] mánaður eftir av kappingini, so tað er væl møguligt at tað fær fylgjur fyri okkara kapping, sigur hon. Hon sigur, at tey eftirhondini hava fingið nógv lyfti um loysnir frá býráðnum, uttan at nakað ítøkiligt