má framyvir, síggjast aftur í planlegging av íløgum og rakstri. Tað meta vit eitt valdømi best kann borga fyri, um teir røttu politikararnir verða valdir. Landið er útbygt í ávísum mun út frá krøvum frá [...] Tað er greitt, at talan verður um eina kollveltandi broyting í okkara valskipan, eina broyting, ið fer at hava bæði fyrimunir og vansar. Vit taka undir við hesum uppskoti og hava m.a. grundgivið tað við [...] frá lokal- ella økispolitikarum og ikki út frá, hvat tænir samlaðu Føroyum best, hóast sigast skal, at nógvar av hesum útbyggingunum sum t.d. brúgvin tvørturum Streymin og Vágatunnilin hava verið stak væl
fer at berjast fyri, at limir felagsins kunnu fáa sama rætt sum aðrir borgarar í Føroyum. - Tað sigur seg sjálvt, at eingin í einum framkomnum samfelag kann góðtaka, at ein partur av fólkinum ikki hevur [...] Landsfundur Luttøkan á landsfundi Føroya Fiskimannafelags í gjár var ikki so stór, sum hon onkuntíð hevur verið. Einir 60 mans vóru á fundi, men tá talið hevur verið størst, hava einir 150 mans verið á [...] lítið og lætt. Tey royna at vísa á etisk virðir, men vit eiga at krevja, at hesi eisini hava sín etik í ordan, sum felagsformaðurin tók til. Hann helt tað vera átaluvert, at tey fólkavaldu kenna so lítið
tiltak í Rituvík. Síðan koma ólavsøkukonsertin og Listastevnan við sera fjølbroyttum og dygdargóðum tónleikatilboðum til at kalla hvønns mans tykki. Her hendir ómetaliga nógv á tónlistaøkinum í Føroyum - tað [...] mennandi og upplívandi ávirkan á áhoyrarafjøld og á tónleikarar sjálvar. Tónleikaøkið er í støðugum vøkstri og í menning. Tað eru nógvar orsøkir til hesa gongd t.d. musikkskúlin, altjóðagerðingin og sjálvur [...] Tvøroyri og MJÚS festivalin á Sandi, sum eisini vóru framúr væleydnaðir. Eftir er Summarfestivalurin í Klaksvík, sum eftir øllum at døma skulu vit ganga eftir stóru nøvnunum og søluni higartil - ikki fer
Størsti vinnulívshandil í Føroyum. Fríggjadagin tveittu Mohrarnir á Tórshavnar Skipasmiðju eina bumbu, sum skelkaði føroyska vinnulívsheimin. Sterka og vælrikna fyritøkan millum Álagerð og Rættará hevur [...] hevur síðan 1936 verið ein týðandi partur av Mohr-familjuni, men fyrst í juli mánað verður hetta søguliga tíðarskeið av. Tað var ein ikki sørt kensluborin Poul Mohr, sum greiddi fjølmiðlunum frá torføru avgerðini [...] pápin, Kjartan Mohr, setti á stovn. Seinastu 51 árini hevur Poul arbeitt á Tórshavnar Skipasmiðju, men í komandi mánaði leggur eyðkendi Skipasmiðjustjórin endaliga árarnir inn Til abbabørnini -Hetta verður
tit forrestin, hvør tað var, sum ikki vildi hitta danska forsætismálaráðharran, tá hann vitjaði í Føroyum í januar 1998? Jú, tað vóru fyrst og fremst hesir báðir, Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, og [...] verið sum lív og ein sál í tykkara konfrontasjónspolikki mótvegis bæði donskum myndugleikum og føroysku andstøðuni. Eg haldi so avgjørt ikki, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin í einum møguliga avtalaðum [...] skulu sleppa at undirhalda veljaran fram til fólkatingsvalið við at skjóta hvør eftir øðrum um hetta. Í fullveldismálinum hava teir drigið somu línu, og konfrontasjónirnar er teirra egna barn. So tá valið
tú ganga inn í teir. Tá tú hyggur at myndunum, kennir tú veruliga angan av grasi og tara. Myndirnar eru rættiliga hugtakandi, og hann hevur sín serstaka stíl, sum neyvan er sæddur í Føroyum áður. Tað, sum [...] hesaferð, eru allir málaðir í ár. Høgni hevur nýtt ein málihátt, sum minnir um tann, ið verður nýttur til vatnlitsmyndir. Litirnir verða lagdir á tað, sum listamenn kalla ?vátt í vátt?. Høgni nýtir penslar [...] krevur gott eyga og handalag, siga teir, ið skil hava fyri slíkum. Farloyvi frá Com Data Høgni er farin í farloyvi frá arbeiði sínum á Com Data; hann ætlar at royna, um til ber at liva av at selja málningar
og bókasavnsmessan í Gøteborg. Hon opnaði hósdagin 19. september og var opin líka til sunnudagin. Tað var fyrrverandi finski forsetin Mauno Koivisto (1982-94), ið setti messuna, sum í ár hevði finskar bókmentir [...] sum ókendir og hundraðtals svenskir rithøvundar vóru somuleiðis á messuni. Í ár var eingin luttakandi rithøvundur úr Føroyum og eingin føroyskur básur; men Jógvan Isaksen luttók sum bókmentakunnugur á [...] og miniseminariir (uml. 20 min.), og nærum líka nógv tiltøk á básunum at velja í millum. Har var sostatt ríkiligt at velja í, sjálvt fyri tann mest kræsna. Stór sum lítil forløg vóru umboðað við alskyns
Skelkandi útmelding, Sámal Lindenskov, leiðari av sambýlinum í Eysturstræti hevði, tá GESTURIN var í Sjónvarpinum hóskvøldið. Framløga Sámals gav greiða ábending um skilaleysu, ja mannminkandi handfaringina [...] mynd av støðuni hjá teim sálarliga sjúku, tey sita í saksinum og fáa ikki stuðul og hjálpina vit kundu givið teimum, um farið varð fram við skili og í skinsemi. Løgtingið hevur blokerað, at sálarliga sjúku [...] handfaringina, sum Løgtingið hevur givið teimum almennu Føroyum, nú tingið staðfesti púra skilaleysa niðurskurðin av ríkisveitingini 366 miljónir krónur árliga. Skelkandi, at Javnaðarflokkurin tók undir við hesum
mikið sum segði sína erligu meining um politikk í hesum tíðarskeiði. Hetta var at skilja sum niðurstøðan av sendingini, sum Útvarp Føroya hevði fríggjadagin í seinastu viku. Útvarpið hevði sett fokus á hesa [...] teir fóru í ?prosessina?. Sagt varð, at teir høvdu eitt slag av stress, tá ið teir blivu slaktaðir, og tí vóru ikki so góðir at fáast við, sum ynskiligt var. Eisini fingu teir eitt ella annað í nakkan, sum [...] stressandi. Seinasti húsagangur Stutt frammanundan at Føroyar fóru á húsagang, bað Sjónvarp Føroya, í eini nýggjárssending, formenninar fyri Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin
um, at Bústaðir skulu hava privat byggifeløg upp í, tá ið Bústaðir verða bygdir. Men tað skilja tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki ordiliga. Tey siga í eini viðmerking til ætlanin, at eftir lógini kann [...] at minka um hugin at fara í eina ójavna kapping, halda arbeiðsgevararnir. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at tað er stór bústaðarneyð í Føroyum, og at tað eisini er stórt [...] at hava ein hóskandi vinning av teimum íbúðum tey byggja. Tá ið Bústaðir ongan vinning hava, merkir í roynd og veru, at landskassin stuðlar teimum, sum leiga hjá Bústøðum, siga Arbeiðsgevararnir. Men