hjálpa uppá ferðsluna til og frá meginøkinum og restina av Føroyum. Í sambandi við Terminalviðurskiftini eru vit í holt við at gera eitt uppskot til eina um- og tilbygging, og verður arbeiðið liðugt seint [...] summar eru tað serliga tvey viðurskifti, ein bítur merki í, og tað er ferðslan um Vestmannasund við bíðurøðunum í Vestmanna og á Oyrargjógv. Og so tey trongu hølisviðurskiftini, sum eru í Terminalinum á [...] til somu tíð í 1996 uppá 4,7%. Tað er á leið við tað vit høvdu roknað okkum fram til fyri 1998. Um hetta kemur at halda koma vit at nærkast teimum 125.000 ferðafólkunum og tað er met, sigur Finnbogi
Bakterian finst í svíni, seyði og fugli. Hon smittar frá fólki til fólk, t.d. børn, um reinførið ikki er í lagið. - Sjúklingurin útskilir bakteriuna, t.d. við skarni, úr 2 til 7 vikur. 2 til 10 dagar ganga [...] svínakjøt, fugl, seyð og mat annars. Sannlíkt er, at talan er kampylobaktor bakteriu, ið hevur eftirnavnið jejuni, sigur Jens Andreassen, ið ikki heldur samanburð millum kompylobaktor og salmonella vera uppá
fjøldin missir rættindi, sum av undangongumonnum og kvinnum eru vunnin við blóð, sveitta og tárum, tað er prísurin, sum tjóðveldið letur fyri at sita í samgongu og toknast fólkaflokkijnum, ein høgur prísur, [...] meg enda við tí, sum Karsten Hansen segði í útvarpinum nú um dagarnar, har hann vísti til tey 7 ringu og tey 7 góðu árini. Um tað verður soleiðis, sum søgan sigur, so verða tað tey veikastu, sum koma at [...] Rættindi til at fara í verkfall vóru tey, sum kendir tjóðveldismenn bardust fyri, teir vardu borg og tað væl og virðiliga. Men nú er broytt í holuni. Flokkurin hevur vent tí verkafólki, sum stovnararnir bardust
seinasti skúladagur áðrenn summarfrítíð-ina var 9, juni, og at umvælingararbeiðið byrjaði 15. juni. Ein pápi ringdi til Sosialin fyrrradagin og gjørdi vart við, at nú børnini skjótt skulu byrja aftaná [...] Umvælingararbeiðið skal gerast, og vit vistu ikki, betur enn at tað fór at verða gjørt til ásettu tíð. Tað ávirkar ikki undirvísingina. Hetta var próvtøkutíð, og lærararnir vóru tøkir til annað arbeiði [...] Flestu lærararnir vóru til arbeiðis sum vanligt, og eg haldi ikki, at børnini mistu nakað. Næmingarnir í 1. til 6. flokk skulu ikki upp til próvtøku, og tí er vanligt at gera verkætlanir o.a. hesa tíðina
til Bergen, Sognefjordane og Geiranger í Norðurnorgi og haðani til Føroya. Síðani fer skipið til Íslands, Skotlands og endar ferðina í Dover. Hetta er ein fjúrtan daga ferð og koma ferðafólkini við flogfari [...] tænasta til ferðafólk, og so kemur tað eisini handilslívinum í høvuðsstaðnum og aðrastaðni kring landið til góðar. Professionelt og internationalt - eitt tiltak, sum gagnar øllum og gevur tí fremmanda varhugan [...] føroyskar fíggjarlógir. Skipið er trý ára gamalt og kostaði millum 3 og 4 mia. kr. at byggja. Hetta er fyrstu ferð, at skipið ger rundferð í Norðuratlantshavi, og eydnast ferðin væl, verður hetta neyvan seinastu
Gunnar Mohr hevur verið við átta ferðir, og Uni Arge hevur verið við sjey ferðir. Andreas F. Hansen og Jan Dam hava spælt seks ferðir, og Jóannes Jakobsen og Hans Thomassen hava umboðað HB fýra ferðir [...] teir ongantíð megnað at rokkið seinna málinum, og teir hava heldur ikki til fulnar megnað at rokkið fyrra málinum. Síðsta ferðin HB vann FM var í 1990, og tað var eitt ár ov tíðliga, um vit hugsa í Europa [...] ímóti estlendska felagnum, RAF Latvia, og tað var vorðið sum mótstøðufelag. HB spældi væl í Riga, men teir taptu 1-0. Fitt av HB viðhaldsfólki var við í Riga, og tey høvdu gott mót um, at tað skuldi eydnast
eini 6 - 7 %, er tað sama galdandi. Í fleiri kommunum eru tað bert kvinnur, ið eru tøkar. Í flestu kommunum er talið býtt nøkulunda javnt millum kynini, tó talið í Sumba tykkist vera størst og javntast [...] tekin um, at tað gongur betri fíggjarliga í Føroyum. Í kreppu árunum flutti fólk í hópatali av landinum og enn væntar nakað, áðrenn fólkatalið í Føroyum fer at náa somu hæddir, sum síðst í áttatiárunum. Men [...] partur av lønmóttakarunum. Størsti vøksturin í løngjaldingum tykist vera innan undirvísing, heilsu- og almannaverk. Somuleiðis er vøkstur innan almenna fyrisiting. Byggivinnan hevur enn ikki ta stóru økingina
túrurin skal gerast, skulu minst 7 - 8 fólk tekna seg og veðrið skal eisini vera til vildar. Á kunningarstovuni í Runavík siga tey, at undirtøkan vanliga er góð. Bæði føroyingar og útlensk ferðafólk nýta henda [...] henda møguleika at koma út í náttúruna og upp á hægsta fjall í Føroyum. Ferðaleiðarar eru Olaf í Garði Joensen og Jóannes Mørkøre. Til ber eisini at tekna seg hjá teimum á tlf. 42 34 42 ella 42 30 31. Eini [...] Kunningarstovan í Runavík fyri gongutúri niðan á Slættaratind. Skipað verður javnan fyri slíkum túrum og undirtøkan hevur verið góð. Kostnaðurin er 100 kr. Møguleiki er eisini at fáa smurt breyð, um bílagt
Strømgodset, sum sunnudagin var úti fyri 7-1 tapi móti Rosenborg, og dysturin endaði við 2-1 sigri til Kongsvinger. Julian Johnsson spældi við allan dystin, og hann skaraði fram úr á miðvøllinum hjá K [...] Julian Johnsson og Kongsvinger spældu ein av sínum útsettu dystum í norsku kappingini mikukvøldið, tá onnur europeisk feløg spældu Europa-Cup. Og annan dystin á rað vann Kongsvinger. Hesaferð var tað móti [...] dystin, var stinnur í tí defensiva partinum, van nógvar bóltar, og var eisini við, tá liði spældi frameftir. Avrikið hjá Juliani var frálíkt, og hann kundi sett prikkin yvir i?ið, tá hann var millimetrar frá
at verða skiftir inn: 16. Bárður Johannesen, 3. Ingi Rasmussen, 5. Bernhard Petersen og 15. Eyðun Højgaard Gult og reyð kort: einki Venjari: Ion Geolgau FC VPS Vaasa: 1. Björn Stringheim - 5. Marko Suoste [...] Lipponen - 7. Juha Karvinen, 9. Juuso Kangaskorpi, 11. Ville Priha (17. Björn Nyman, 88) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Markus Juhola, 15. Miikka Kajander, 18. Teemu Jaakkola Gult og reytt kort: [...] Jóhannes Joensen, 20. Hans Fróði Hansen, 8. Jan Dam, liðformaður, 12. Hans á Lag - 9. Allan Mørkøre, 7. Rúni Nolsøe, 18. Hallur Danielsen (17. Rói Árting, 63), 6. Jens Erik Rasmussen - 10. Andrew av Fløtum