Børnini koyrd heim tríggjar vikur árenn vanliga tíð

Hóast skúlabørnini frá 1. til 6. flokk í Klaksvík fóru heim í summarfrí 9. juni, grundað á at skúlin á Ziskatrøð skuldi umvælast, byrjaði arbeiðið ikki fyrr enn gjáramorgunin

Tá avgjørt var at fara undir umvælingar í skúlanum á Ziskatrøð, fingu foreldrini at børnum í 1. til 6. flokki skriv um, at seinasti skúladagur áðrenn summarfrítíð-ina var 9, juni, og at umvælingararbeiðið byrjaði 15. juni.

Ein pápi ringdi til Sosialin fyrrradagin og gjørdi vart við, at nú børnini skjótt skulu byrja aftaná summarfrítíðina, varð arbeiðið ikki byrjað.


Vánaligt samstarv

Hann heldur tað vera vánaligt ella als einki samstarv millum Býráðið og skúlan, at einki var hent í málinum.

­ Eitt er at børnini vóru send heim, men annað er, at tá umvælingararbeiðið ikki var byrjað, sleppa børnini kanska ikki í skúla rættstundis eftir summarfrítíðina.

Eigil Hentze er varaskúlastjóri í skúlanum á Ziskatrøð. Hann hevur ikki havt stórvegis við málið at gera, men vísir til Asbjørn Lómaklett, skúlastjóra, men hann var á fjalli í gjár.

­ Arbeiðið er nakað seinkað, men tað ávirkar ikki skúlagongdina eftir summarfrítíðina, sigur Eigil Hentze.


Ávirkar ikki undirvísingina

­ Hava børnini einki mist við at fara heim tríggjar vikur ov tíðliga?

­ Umvælingararbeiðið skal gerast, og vit vistu ikki, betur enn at tað fór at verða gjørt til ásettu tíð. Tað ávirkar ikki undirvísingina. Hetta var próvtøkutíð, og lærararnir vóru tøkir til annað arbeiði, sum krevst í próvtøkutíðin, sigur varaskúlastjórin.

­ Flestu lærararnir vóru til arbeiðis sum vanligt, og eg haldi ikki, at børnini mistu nakað. Næmingarnir í 1. til 6. flokk skulu ikki upp til próvtøku, og tí er vanligt at gera verkætlanir o.a. hesa tíðina, av tí at vit brúka lokalar próvdómarar, tá 7. og 8. flokkur fara upp til próvtøku.

Á býráðsksirvstovuni verður sagt, at tað ið hvussu er ikki er býráðsumsitingin, sum hevur koyrt børnini heim í ótíð.

Har verður kortini váttað, at eftir upprunaliga arbeiðsætlanini skuldi arbeiðið byrja 15. juni, men at tað ikki eydnaðist av ymsum orsøkum. Eitt nú varð bíðað eftir býráðssamtykt. Tí var tíðarætlanin við útboðstilfarinum seinkað. Tá tað varð fingið uppá pláss, gingu 14 dagar við at bíða eftir byggitilfari.

Fyrsta útbjóðingin í umvælingini av skúlanum ljóðaði uppá at skifta tekjuna. Annað umvælingarstigið er at skifta vindeyguni og smíða nýggjan klædning á útsíðurnar suður- og norðureftir.


Børnini sleppa í skúla

Jákup Pauli Johannesen, ráðgevandi arkitekturt, sigur við Sosialin, at teir hava gjørt leiðbeinandi ætlanina, men at hon ikki er útgreinað til at fevna um smálutir í umvælingararbeiðinum, sum skal gerast á skúlanum.

Nú verður útbjóðingin til næsta byggistig bjóðað út, og arkitekturin væntar at tíðarætlanin hesum viðvíkjandi fer at halda, og at arbeiðið verður liðugt í september - oktober mánaða.

Spurdur um børnini sleppa rættstundis í skúla eftir summarfrítíðina, sigur Jákup Pauli Johannesen, at tað sleppa tey.