fyrikomandi og ikki at gloyma ein trúgvur vinur. Eitt sosialt vesin vil onkur kalla hann á gøtudonskum. Altíð góður at tosa við og fáa góð ráð frá, ein analytikari sum fáur, ein, sum lurtar og út frá tí [...] følir ella heldur, at tingini ikki koyra, sum tey eiga ella um onkur hevur borið seg heilt skeivt at. Tá kunnu koma banniorð á varrarnar, tí hann er altíð fult engageraður í tí, sum fer fram rundan um [...] hevur nógv at siga, fyri at henda nýggja vinna kann fáa fótin fyri seg her heima. Og úrslitini hava longu víst seg, tó at hetta er ein long tilgongd. Tommy Petersen er eitt dømi um ein persón, sum kemur uttanífrá
trupulleikin tann, at tað verður ringt at finna røttu støddina, tí tá er vetrar úrvalið mest sum útselt, sigur Maiken Durhuus. Koma, síggja, keypa Maiken Durhuus kom í Fótbúna at arbeiða eftir at hava búð niðri [...] rokaligt uppi á, tí tey eru í ferð við at rigga av uppi í Miðlon, og tað merkir, at barnaskógvarnir aftur verða undir somu lon sum damu- og harraskógvarnir. - Tað verður gott at fáa alt undir somu lon aftur. Tað [...] Miðlon í 2009, sigur Maiken Durhuus. Sum hon skilti, var orsøkin til at flyta niðan í Miðlon tann, at tað var vorðið nakað trongligt í Tróndargøtu, men hon heldur ikki, at tað verður nakar trupulleiki, nú
Eg haldi at vit báðir; um ikki annað, eru á einum máli um, at tað er betur at vera kaldur enn fjálgur. Fólk eiga at skilja, at hetta er eitt týdningarmikið val at taka, og at tað ikki ber til at standa við [...] ein møguleika at køva illvilja mín, við at royna at rættvísgera tey tingini, sum Gud sigst at hava gjørt, ið elva til, at eg haldi Hann vera óndan. Sonni sigur í síni seinastu viðmerking, at tað nú einaferð [...] smálutum at greiða frá, hví eg ikki kann góðtaka svar hansara: Fyrsta svar hansara var at kalla alt tað, eg segði, fyri »blasfemi«, sum er nakað tað sama sum at siga, »hatta hevur tú ikki loyvi til at siga«
gott dømi um, at vit føroyingar elska at síggja dystir, ið skulu avgerast. Mong vóru tey, ið fylgdu við steypafinalunum á ymsan hátt – annaðhvørt við at vera á staðnum, við at lurta ella við at hyggja í sjónvarpi [...] upptøkutólum og kanska 25 fólkum til arbeiðis, sum tað plagar at vera hjá Kringvarpinum. At Rás 1 hjá Televarpinum saman við samskiftisfyritøkuni Content soleiðis kundi taka kappingina upp í sambandi við f [...] vildi Kringvarpið einki, sum vit frættu tað í farnu viku. Tí var tað gott, at onnur hildu seg framat og stórt sæð fingu víst eitt produkt, ið væl og virðiliga er kappingarført. Onkur lýti kanska vóru, men
teir siga, og upp á tann mátan kann eg fylgja við og ímynda mær, hvat hendir. Konan plagar at skemta við, at eg eri tann her í húsinum, sum hyggi mest í sjónvarp. Mær dámar so øgiliga væl ítrótt, at eg kann [...] – Tað var fyri einum ári síðani, at eg byrjaði at hugsa um Vasaloppet, sum jú er heimskent í skíðhøpi. Og til stuttleika kann eg fortelja, at eg aftaná havi lisið, at stóra svenska skíðstjørnan mitt [...] sigur Heðin, sum í fjør kundi gleðast um, at hann til júst hesa kappingina møtti nøkrum skíðarum úr Føroyum. – Tey vóru trý, sum vóru við tá, og tað var ótrúliga stuttligt at sleppa at tosa føroyskt
edrú. Hon hevur gjørt av at siga okkum sína søgu, men fyri at verja seg og børn síni, hava vit gjørt av, at hon verður dulnevnd. Anna kann kortini vátta, at søga hennara, sum her verður søgd, er sonn. [...] aftur og lærir meg at siga frá. Eg vóni inniliga, at eg aldri fari at drekka aftur. Spurd um, um hon er bangin fyri, at børn hennara endurtaka hennara søgu, sigur Anna. - Eg vóni inniliga, at eg havi bjargað [...] umsorgan. Aldrin. Men tað ringasta er, at eg ikki sjálv dugi at taka ímóti kærleika frá mannfólki. Havi so lítið sjálvsvirði, at eg næstan ikki tori at trúgva, at nakar er góður við meg. Í mínum drekkaríi
føroyingar at síggja seinastu politisku glepsini frá tjóðveldis-verkstaðnum á Christiansborg, skrivað av júst SS, sum harra Skaale so rámandi sjálvur plagar at kalla seg í bløðunum. Fyri at vísa, at hann er [...] hevur alt at siga. Præmissur, sum hava alstóran týdning í sjálvari fatanini av kontekstini, leypir SS bara um! ? Slíkt er at fuska við keldutilfari ? tað er stutt sagt propaganda! Fyri at taka okkurt [...] semju ? teir vildu tá sum nú hava konfrontatión, og valdu at skuldseta danir generelt og Arup specielt fyri at vilja keypa føroyingar. Argumentið undir krígnum um, at Danmark sum »kolonimakt« skuldi vanrøkja
forkanna sum minst og goyma tað, sum er gjørt, í skuffuni, soleiðis at almenningurin einki fær at vita. Orsøkin til, at hetta er so grundleggjandi prinsipielt, er, at vit í hesum døgum royna at áleggja [...] koma á leiðini, um onkur vansi, sum ikki varð gjøgnumhugsaður, kemur undan kavi, ella um gongdin í samfelagnum og í Kollafirði verður, sum ein helt seg hóma fyri framman, er ilt at siga. Tað prinsipiella [...] Signar P. Heinesen Sp/f Data Quality Tað ítøkiliga politiska málið, sum støða er tikin til, er ein víðkan av havnarlagnum í Kollafirði, sum at kalla full semja hevur verið um tey seinastu 10-20 árini, fyrst
alivinnuni at spinna gull, ávarar hann móti at vit detta í somu grøv, sum vit fóru í áðrenn. - Sum er nú, so er vinnan hjá okkum burðardygg og so skilagóð sum tað kann vera. Men nú ræður um ikki at fáa do [...] við 10.000 tonsum um mánaði, og at hini 10.000 tonsini tí mugu koma aðrastaðni frá. Tað er eisini júst her, at føroyingar hava sín møguleika at spinna gull, tí samstundis sum útboðið av aldum laksi minkar [...] aftur, soleiðis at hon í dag er millum heimsins bestu og mest burðardyggu. Eisini hetta er viðvirkandi til at prísurin á serliga føroyskum laksi er sera høgur. - Kundarnir í USA siga, at teirra kundar heldur
Kanada, staðfestir, at tað er ikki samanhangur millum tað, fólk siga og tað, tey gera, tá tað snýr seg um matvanar. 55 prosent av teimum spurdu siga, at tey á ein virknan hátt royna at eta minni feitan mat [...] mat og 54 prosent siga, at tey royna at halda seg frá feitt-stoktum mati. Men serfrøðingar siga, at her lekur álvarsliga millum teori og praksis. Fólk rætt og slætt pella fyri sær sjálvum. Bilmáltíð V [...] Teenie Beanie Baby? Eru tey mong, sum royna at liva sunt, so eru tey uppaftur fleiri, sum ikki gera tað. Fyri fimm árum síðani fór 60 prosent av tí, sum brúkt var at eta úti fyri til lutfalsliga bíligan