iftini. Góðar umstøður eru treytin fyri at gera rímiligt sjónvarp, og ikki fyrr en nú ber til at siga, at umstøðurnar eru so góðar, at til ber at leggja ætlanir fyri framtíðina, sigur hann. [...] 200 fermetrar. Leingi varð tosað um at byggja nýtt sjónvarpshús, men tað varð mett bæði at kosta ov nógv og at gerast ov drúgt at byggja eftir. Í staðin varð avgjørt at verða verandi í M. A. Winthersgøtu [...] fáast við at gera skránna, skulu eisini húsast her. Hetta húsið skal verða liðugt 1. mai næsta ár. Sama dag fekk sjónvarpið eisini nýtt studio, upptøkurúm, sum er liðugt at gera, men nú er eftir at fylla út
landsliðið á stadion at royna vøllin, har teir skulu spæla í somu tíð í annaðkvøld. Veðrið í Spania er av tí fagrasta, og tað verður ikki mett, at tað fer at verða nøkur plága fyri føroysku spælararnar [...] hvørjar ellivu spælarar, venjarin fer at senda á vøllin, og hvørjar uppgávurnar fara at verða hjá teimum. Allan Simonsen heldur seg oftast til tað, hann plagar at gera. Higartil hava Henning Jarnskor og [...] Simonsen velur at loysa trupulleikarnar í høgru, so er tað púra greitt, at eingin av hesum verður settur í plássið, sum er tómt, nú Allan Mørkøre er leikbannaður, og Henning Jarnskor er skaddur. At hesir vera
við, at teir hava lært? Eg rokni við, at teir hava lært, at teir skulu jagstra okkum nógv meiri yvir allan vøllin. Eg rokni ikki við, at teir fara at geva okkum stundir at fáa tak á bóltinum og at flyta [...] . Tað er einki at liggja omaná, at vit hesa ferð eru verri fyri til hetta spælið, enn vit vóru fyri einum ári síðani, tí nakrir av stuðulsspælarunum eru burtur. Toda Jónsson fara vit at sakna nógv. Hann [...] Real Madrid, og tað var sjálvandi hugaligt onkuntíð at vinna ímóti honum. Ta ferðina fingu vit heilt leingi frið at spæla við, men tað rokni eg ikki við, at vit fáa hesa ferð. Ta ferðina javnaðu vit til 2-2
vissu fyri, at Skotland fer at kvalifisera seg í morgin, men hann segði honum, at hann fer at gera alt tað, sum stendur í hansara makt fyri at verja fyri sponskum málum, og skuldi tað eydnast honum at halda [...] við BBC, at hann hevur givið spælarum sínum forboð fyri at tosa um, at teir ætla at lata seg heiðra eftir dystin móti Estlandi. Orsøkin er, at skotski landsliðsvenjarin ikki vil hava spælararnar at gera ov [...] halda tætt, og onkur av liðfeløgunum fer at skora hjá Zubizaretta, so hava føroyski málverjin og hansara liðfelagar syrgt fyri, at Skotland skal í harða kapping við eitt annað land í Europa um eitt pláss
Oslo. Julian Johnsson var fyri einum mánað síðani í Italia, har hann vandi við nýggja 1. deildarfelagnum Empoli, og tá hann kom heim aftur segði hann fyri Ítróttarsosialinum, at hann skuldi avstað aftur [...] tíðliga sunnumorgunin fer at lenda í Vágum, verður Julian Johnsson ikki við í flogfarinum. Hann fer saman við Allani Simonsen og útisetunum til Keypmannahavnar, og haðani er ætlanin at hann skal flúgva til [...] Tað er sama dag, sum B36 hevur sína ársveitslu, sigur Julian Johnsson, sum hevur fingið at vita frá Kongvinger, at avgerðin, um hann skal hava sáttmála við teir ella ikki, verður tikin, áðrenn hann fer
eru eisini at síggja, hesar krevur lógin, men ongin radari. ? Eg missi nógvar túrar orsakað av hesum veðrinum. Onkran dagin hevur verið so tjúkt, at eg havi ikki loyst. Tað er ikki lukkuligt at sigla úti [...] handilsmaður, eisini ein sum kann umvæla so at siga alt, bert tað er nóg lítið í vævi. Hann hevur ein lítlan sigarkassa við ymiskum amboðum og felags fyri tey øll eru at tey eru í pinkustødd. Størsta amboðið [...] av hesi orsøk leggur hann sektin á. ? Vit hava onki at óttast fyri hava vit okkara viðurskiftir við Gud í lagi, sigur Faruk og sýnir so tíðuliga, at hann óttast einki her í heimi. Hvørki vánaligar pengavánir
beinanvegin, at har var okkurt galið. Ein av okkara spælarunum, sum ikki hevði fingið nakað kort, stóð fyri eitt kort, sum vildi føra við sær leikbann. TB setti seg í samband við FSF og dómaran fyri at fáa rætta [...] frá kappingarnevndini hjá FSF, sum viðger slík mál, og nevndin er ikki til at vika. Hon sigur, at tíðarfreistin fyri at kæran er farin, og tí verður einki broytt við dómaraseðlanum. Altso: Eyðun »Gullok« [...] stakk seðilin í lumman og hugsaði ikki um, at nakað skuldi vera galið við honum. Tá eg fyrst í hesi vikuni skuldi fara at gjøgnumganga seðilin, fann eg út av, at einki stóð uppi á mínum avriti. Bert nøvnini
Petersen sigur, at teir fundir, sum hava verið ímillum meistarar og handverkarar hava týðiliga víst, hvussu góður viljin er at lyfta handverkið uppeftir, og at vit vilja ger alt í okkara makt fyri at bøta um [...] Men tað er greitt, at vit kunnu heldur ikki góðtaka alt. At hótta við verkfallið fært tú meg ikki, tí eg meti at tað er óhugsandi at málið ikki er loyst áðrenn tað kann koma so langt, at tað verður ein møguleiki [...] verða tær at bíða til 2001. Tað er heilt avgjørt ongin møguleiki hjá nøkrum at gera at gera sáttmála um nakað, sum er umfata av sáttmálaøkinum Formaðurin í Føroya meistarafelagnum sigur, at allir partar
leitað eftir farmi at flyta hendavegin aftur fyri at fáa skipið at bera seg betri. Símun Gullaksen á Calder heldur, at góðir møguleikar skuldi verið at fingið skotskan upsa higar at arbeiða ávísar tíðir [...] trupulleikarnir er ikki størri enn so, enn at teir kunnu loysast. Hava ikki mist mótið Johan Páll Joensen sigur, at hann hevði ongantíð roknað við at virkið skuldi fara at fáa nakað burturúr hesi royndini. ? [...] væl, at vit hava ikki mist mótið- og langt frá tí. ? Vit hava staðfest, hvørji brekini eru. Og vit halda, at tey eru ikki størri enn so, enn at tey kunnu fáast í rættlag. Johan Páll Joensen sigur, at gongst
vit altíð gera, men eg rokni ikki við, at yrkisspælararnir úr Spania fara at leggja í at vinna so ógvuliga nógv. Og so vísir metmaðurin á, at royndirnar eiga at koma okkara monnum til góða: Helmingurin [...] hava spælt fleiri enn fimtan landsdystir. At spælararnir hava so nógvar royndir eigur at hava dyggan førning við sær, og tað eigur aftur at hava við sær, at vit fara ikki niður við høvdinum. Eg havi álit [...] var ikki í iva um, hvør høvuðsorsøkin var til hetta. Hon var, at ov nógvir av føroysku spælarunum vóru ov illa fyri. Landsliðsmálverjin helt, at venjingarstøðan var ov vánalig hjá fleiri, og harvið var hann