tryggum heimi, sum hon bert hevur alt gott at bera. Tað er kanska tað, ið hevur givið 44 ára gomlu Bjørghild Djurhuus áhuga fyri smábarnafamiljunum, sum hon í dagliga virki sínum hevur til uppgávu og ráðgeva [...] bonki Bjørghild Djurhuus er væl kend í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, har hon trúliga hevur vitjað á fundum. Hon hevur eisini verið fastur fúsur á landsfundunum hjá flokkinum. Um sín áhuga fyri politikki [...] tiltakið verður eindurtikið í ár - bara so bindikonurnar vita tað. Hon er útbúgvin sjúkrasystir, og hevur havt nógv ymisk álitisstørv innan umsorgan og ráðgeving. Hon var útlærd í 1982 og arbeiddi sum sj
Kambsdali hevur ikki gjørt nógv burturúr sær sjálvum. Men hóast teir hava arbeitt í tí stilla, eru teir blivnir ein av teimum-tíverru- fáu sólksinssøgunum í føroyskum vinnulívi. KJ Hydraulikk hevur seinastu [...] í tí viðurkenda fiskivinnublaðnum, er, at KJ Hydraulikk nú hevur fingið sín fyrsta ordra uttanlands. Tað er ein hetlendskur bátur, sum hevur verið í Fuglafjørði og er blivin umbygdur til at fiska við gørnum [...] Gregersen sigur, at KJ Hydraulikk hevur verið á fiskarímessum síðani 1995. Og hann heldur eisini, at hetta er eitt úrslit av tí. Tað, at vit hava verið við hvørja ferð, hevur víst áhugaðum keyparum, at vit
Vit hava valt teir at standa fyri tí hugsjónini, sum vit sjálvi hava, og hevur Óli P. fangað okkurt, sum tín maður/kvinna hevur gjørt, og ein skemtiligur broddur er í hesum, sæst hann/hon á aftastu síðuni [...] um eina løtu, er tankin kanska ein heilt annar. Tú kanska fert at taka synd í teimum, sum Óli P. hevur avmyndað. Nú kemur tað etiska fram, kærleikin, kenslurnar t. d. stakkals Óli Breckmann, sum verður [...] Pinochet fær sær eina omolett. Men so fara tankarnir víðari til tey stakkals offrini, sum Pinochet hevur steikt í sínum feitti. Í skemtimyndunum er væl ein broddur, men tað er sanniliga eisini ein moralur
Seinasta venjingin áðrenn steðgin verður deadlift. Vanliga hevur tað verið so, at tá ið kappast hevur verið við deadlift í Føroyum, so hevur tað snúð seg um at lyfta so nógv sum gjørligt, men soleiðis [...] og tað er Regin Vágadal, sum hevur givið Føroyum og føroyingum so ómetaliga nógva og góða umrøðu uttanlands. Bar ikki til á ólavsøku Tey trý undanfarnu árini, sum skipað hevur verið fyri at gerast Føroya [...] og Magnus. Í ár hevur leiðslan í Int. Promotion so valt at gera kappingina um at gerast Føroya Sterkasti Maður ístaðin fyri eina kapping við onkrum sterkum manni úr útheiminum. Lýst hevur verið við, at áhugaðir
og nógva hugflogið, sum hevur eyðkent KÍ spælið tey bæði seinastu árini. Nýggja filosofi KÍ hevur fingið nýggjan venjara, og á uppstillingini og spælinum sást, at hann hevur eina aðra fatan av, hvussu [...] úrslitini skulu fáast, enn hana, sum venjarin tey seinnu árini hevur havt. KÍ hevur undanfarin ár spælt 5-3-2 ella 3-5-2, men nú spæla teir 3-4-3. KÍ hevur trivist við at halda uppá bóltin og við at blanda skjótt [...] skjótt uppspæl við at vísa nógv tol í uppspælinum, sum eisini hevur gingið fyri seg aftarlaga á vøllinum. Nú eru teir í miðverjuni verjuspælarar burturav, og tað tykist sum um tað skal ganga skjótt fram um
Vinnan hevur ferð eftir ferð gjørt greitt, at hon vil hava tað almenna at blanda seg so lítið uppí sum møguligt, og at tann ógreiði leiklutur, ið tað almenna í Føroyum higartil hevur leikt, hevur minkað [...] vinnupolitikk hevur spurningurin um at áseta leiklutirnar hjá tí almenna, og harvið eisini tí privata, verið mettur sum ein ógvuliga týdningarmikil táttur. Eisini í orðaskiftinum, ið verið hevur um vinnupolitikk [...] Almenni leik- luturin higartil ? Almenni leikluturin í Føroyum higartil hevur mest snúð seg um býti og vøkstur, meðan nógv minni dentur hevur verið lagdur á stabilitet. Royndirnar frá áttati- og nítiárunum eru
eg, at Fólkaflokkurin við hesum hevur stungið fíggjarmálaráðharran í ryggin, sigur Heini O. Heinesen. Tí heldur Heini ikki so nógv um tann stuðul, sum Karsten Hansen hevur fingið frá Fólkaflokkinum. ? Hetta [...] Heini O. Heinesen hevur tó ikki bara rósandi orð til partamann sín, sum húsast á Argjum. Hann heldur ikki, at fótalagið hjá fíggjarmálaráðharranum gott kundi havt verið betri.enn tað hevur í hesi trætuni [...] Fólkaflokkurin hevur tað gott har hann situr nú. Hann hevði ikki kunna gjørt pettið annað enn tað, sum Karsten ger nú, og tað hevði Javnaðarflokkurin heldur ikki. Nú Fólkaflokkurin ikki hevur fíggjarmálini
landsliðnum, hevur Ítróttar-Sosialurin verið og njósast fyri at finna út av, hvat 22 ára gamli Claus Bech Jørgensen kann sum fótbóltsspælari. Vit skrivaðu í páskablaðnum, at spælarin, sum hevur føroyska mammu [...] mammu, men sum hevur búð í Danmark alt sítt lív, hevur fingið yrkissáttmála við enska felagið Bournemouth. Hann kann í prinsippinum spæla við føroyska fótbóltslandsliðnum, og Allan Simonsen ætlar at kanna [...] avbjóðandi Claus Bech Jørgensen, sum hevur spælt nógv sum álopssinnaður miðvallari, byrjaði hendan dagin í álopinum. 22 ára gamli spælarin er eingin kempa, men hann hevur fram úr teknikk, hann spælir við báðum
fiskavirkisskipanina, sum higartil bert hevur verið regulerað við sjálvari lógini og teimum umsitingarligu skipanunum hjá stovninum. Arbeiðsloysiskipanin hevur í hesum sambandið sett sær fyri at meta um [...] væl til hjá Arbeiðsloysisskipanini. Inngjøldini vaksa, og útgjøldini minka. Hetta hevur við sær, at skipanin nú hevur positivan eginpening og eitt gjaldføri, sum er størri enn skuldin til Arbeiðsmarkn [...] savnaðust hósdagin í Listaskálanum, har Arbeiðsloysisskipanin hevði henda stóra ársfund, nú stovnurin hevur fimm ár á baki. Har vóru umboð fyri fakfeløgini og arbeiðsgevarafeløgini, umboð fyri landsstýrið og
økinum, har føroysk vika hevur verið fyrr í hesum mánaðinum. Else Lang, sum eigur handilin, sigur, at tey kenna eitt sindur til Føroyar, men at hendan vikan, sum verið hevur, hevur ávirkað til, at tey nú [...] tað ber eins væl til at selja fryst til smáar kundar, heldur hann. Ein trupuleiki, sum hevur verið, tá talan hevur verið um at selja feskt, var tann, at so ringt var at fáa ta røttu nøgdina, tá hon skuldi [...] til at líta á.« Og hava tey so endiliga fingið fatur á fiski, er hann so dýrur, at at kalla eingin hevur ráð at keypa hann aftur úr diskinum. Tað ber ikki til, heldur Else Lang. Og grundin er tann, sigur