Eitt annað, tær hava lagt merki til, er tann stóra trygdin sum er í fólkatinginum. Har er, sum Rebekka tekur til, "high security". Fólkatingið er rættiliga stórt, og tí er neyðugt við vaktarhaldi allastaðni [...] reiðiliga vita, hvat arbeiðspláss tey hava hug at fáa størri kunnleika um. Men fyri Rebekku Petersen og Malan Djurhuus úr 9. E í Eysturskúlanum í Havn var eingin ivi: Vit vilja vita, hvussu arbeiðið er í danska [...] okkum, sigur Rebekka í telefon úr fólkatinginum við Sosialin. Og tað er als ikki óhugsandi, at hon seinni fer inn í politikk. -Tað er so stuttligt, tá ein sær at ein gjøgnum tað politiska arbeiðið kann
har hann hevði staðið, og fekst síðani at landi í Ánunum, nakrað seinni enn ætlað. Enn er ógreitt um nakar skaði er komin á botnin, men roknað verður kortini ikki við stórum skaða. Fyri at tryggja seg fult [...] á brúnni, har skiparin skuldi greiða frá tí, sum hendi kvøldið fyri. Sum skilst á monnum í Klaksvík er ein møgulig orsøk til óhappið í stuttum hon, at umstýringin sveik umborð. Fullfermt Skipið var at kalla [...] aftur, sigur Símun Pauli Viðbjørg. Sum skilst skuldi manningin mynstra umborð á middegi í morgin. Men er hetta útsett av góðum grundum. Eftir skráningi Upprunaliga var ætlanin, at Navigator skuldi koma at
Framleiðslukervið hjá okkum er niðurslitið, kapasiteturin at framleiða er avmarkaður, og kappingin við útlendskar rognaveitarar er hørð. Hon sigur, at tað at framleiða rogn tó bara er ein partur av virkseminum [...] rognkelsum og at kanna biofiltur. Eisini, tá ræður um at granska og menna vitan innan burðardygga aling, er felagið ein sentralur aktørur í vinnuni. Stjórin vísir á, at eitt nú eru einar 15 ymiskar grans [...] umsóknir um granskingarstuðul inni hjá Granskingarráðnum og altjóða granskingargrunnum. - Næstu árini er ætlanin at halda fram við at fyrireika uppaftur fleiri spennandi granskingar-og menningarverkætlanir
heldur, at líkamikið um talan er um tveir ella ein stovn, er neyðugt og týdningarmikið at hava tvær redaktiónir. - Tað er altíð ein styrki at hava tvær redaktiónir, og tað er eisini tað, Danmarks Radio hevur [...] tó sínar áskoðanir um, hvat ein møgulig samanlegging kann elva til og ikki. - Eg dugi ikki at síggja, at tær stóru peningaupphæddirnar verða spardar við eini samanlegging, og tað er eftir mínum tykki ikki [...] júst tí tað altíð er ein fyrimunur, at tíðindi verða vurderað á tveimum støðum, sigur Jógvan Jespersen. Við hesum sigur ovasti myndugleiki útvarpsins, at við núverandi støðu í Føroyum er tíðindaflutningurin
hugsaði, hvat er tað sum ger, at vit skulu hava alt at passa inn í fýrakantaðar karmar. Eg veit væl, fólk siga tað er effektivt og praktiskt, men tað er snedigt, at vit gera tað við alt. Heimurin er rundur [...] frá lutinum og eftir er formurin. Annika Jensina á Lofti hevur áður sýnt fram á t.d. Ólavsøkuframsýningum, men talan hevur verið um vanliga myndlist, málningar og lista myndir. Hetta er hennara fyrsta framsýning [...] sjónvarp er fýrakantað, og tú fært eisini fýrakantaði eygu av at hyggja at sjónvarpi, sigur Annika. - Eg vildi gjarna sýna tað fram her inni á Glyptotekinum, greiðir hon frá. - Vetrargarðurin er organiskur
Norður um Fjall so nógv sum gjørligt. Tað er líkt til, at hetta er ein sjálvforsterkandi prosess, har flest allir politikkarar luttaka so ella so. Men álvaratos, hvat er tað, sum hevur slíkan skund, at politikkarar [...] gott latín at siga, at politikkur snýr seg um at skapa vælferð fyri fólkið, her býr. Nú er líkt til, at hetta einans er farið at snúgva seg um at bora tunlar. Sjálvt flokkar, sum siga seg arbeiða fyri fólksins [...] Víðari vísir hann á meðan kjarnuøkini í okkara vælferð berjast hvønn dag fyri at halda øllum uppi, so er einki mark fyri, hvussu nógvar hundraðtals milliónir verða umrøddar í samband við tunnlar. - Sjálvt
álit á avloysaranum. Dreymur og veruleiki Vit spurdu Høgna Debes Joensen, hvat tað er, sum dregur hann út á hav. - Í fyrsta lagi er tað dreymurin um veruliga at royna sjólívið og spenningurin at uppliva okkurt [...] okkurt nýtt og forvitnisligt. Eg kenni meg ógvuliga væl umborð, og tað er gevandi at uppliva tað samanhald, sum er. Hetta er hart og strævið likamligt arbeiði. Tú skalt hava góða heilsu, hava sjónáttúr [...] verksmiðjuni. - Her er nógv at takast við, tá fiskiskapurin er góður. Vit standa við pavnar og maskinur, vit pakka og arbeiða á frystarínum, sigur landslæknin, sum nú á triðja sinni er á veg upp í Barentshavið
hvussu man kann arbeiða, hóast arbeiðssteðgur er, og tað heldur hann verða pínligt. Maktdemonstratión Talan er ikki um fyrstu ferð, at Jóhan Petur Davidsen er komin upp á kant við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum [...] havi eg ikki verið við, tí vit tá gloyma, hvat sjúkrahúsverkið er til, sigur Jóhan Petur Davidsen, sum heldur, at sjúkrahúsleiðslan als ikki hevur føling við, hvat gonfur fyri seg á sjúkrahúsinum, og heldur [...] honum. Sjálvur heldur Jóhan Petur Davidsen, at skurðdeildin er ein vælvirkandi deild, har trivnaðurin er góður. Sambært uppsagda yvirlæknanum er stórur áhugi fyri at sleppa at arbeiða á deildini. Nú arbeiðir
- Hvat er tað næsta? Skal eg síggja eitt barn detta av brúnni áðrenn nakað hendir? Er tað veruliga tað, ið Tórshavnar kommuna vil? At ein ólukka skal henda áðrenn tey lyfta seg úr stólinum? Her má okkurt [...] við leikin. - Tá vistu dreingirnir hvat bilførarin vildi, so teir hoppaðu niður og runnu avstað. Men tá vóru teir komnir millum ein triðing og hálva brúnna, har tað er umleið sekstan metrar niður. Ada Bisp [...] ungdómi, ið er á veg heim frá býnum, so haldi eg, at okkurt má gerast beinanvegin. Ada Bisp valdi eisini beinanvegin at gera vart við seg og ringdi til kommununa, og greiddi teimum frá, hvat hon hevði sæð
postin út, er eisini ójøvn. - Tað er minni at gera mánadagar nú - nei, tað vil siga, at soleiðis var tað fyrr. Í dag er tað ikki so. - Tað vísir seg, at nú bløðini eru tikin burtur úr rutunum, so er allir dagar [...] Saksun, nú Sundalagsstevnan stendur fyri framman. Klokkan er farin at nærkast 10 og Lis er klár at fara víðari til næstu húsini í bygdini. Tað er ferð á henni og henni dámar arbeiðið sítt væl. Fólk eru altíð [...] húski Hvønn einasta morgun, tá onnur fólk júst er komin á føtur, er Lis Hansen longu møtt til arbeiðis á posthúsinum á Oyri saman við hinum postboðunum. Klokkan er ikki nógvar minuttir yvir 7, tá hon fer í