vit komu heim at vitja, hann var úti við Morning Star, og minnist meg rætt, kom hann aftur einar 3-4 dagar, eftir at vit vóru komin. Eg hevði gingið túr við soninum hjá mær, Stefan, tá eg fór inn á gólvið [...] teir kundu ikki geva babba eina by-pass operatión. Av tí at babba hevði tapt seg so nógv, hevði hann mist so nógvar kreftir. Hann mátti koma til kreftir áðrenn eina operatión, annars fór hann ikki at klára [...] Harrin signa og styrkja tykkum øll gjøgnum hesa sváru tíð. Men ringast er hjá tær, mamma, tú sum hevur mist tín mann. Tú vart ein góður stuðul hjá babba. Ígjøgnum hansara fýra mánaða sjúkralegu vart tú hvønn
hvør skuldi vantað tað, at tað bleiv so stutt tíð ímillum. Hjá okkum virkar tað so tómligt at hava mist tey bæði í sama ári. Mamma og Pápi komu saman á einari ólavsøku. Tey gingu nøkur ár saman, áðrenn [...] norður til Haraldssundar, so skuldi hon ikki siga nei. Tey fluttu so til Haraldssundar í 1955, tey fingu 4 børn, eina dóttur og 3 dreingir, tey búðu inni hjá abba og ommu. Abbi røktaði Fyri Uttan á Skarið. Tá
fingu einki gjørt. Hjarta á Eiriki orkaði ikki at bera hesa sjúku, og tí andaðist lítli Eirkur bert 4 ára gamal í 1985. Hettar var ein hørð tíð fyri tykkum, men tit royndu at standa sterk saman og fingu [...] hjarta heldur ikki meira. Hetta var sera tungt fyri okkum, ið her sita eftir við sorgini. Vit hava mist eina góða konu og mammu, og sigast kann, at tað er stórur saknur í tær og eitt stórt tómt hol í heimi
omma var gomul, og at man tí aldrin kundi vita, hvat hon kundi orka afturat, serliga eftir at hava mist 4 børn og abba, so trúði eg ikki, at tað var tað, eg skuldi vakna av leygarmorgunin. Eg var og vitjaði [...] omaná tað ikki altíð var lætt, so misti hon aldrin trúnna. Eg trúgvi, at nógv fólk kundu givið upp, mist vónina og trúnna. Men omma, hon hevði altíð trúnna á Gud við sær, og ivaðist onga løtu í, at hann
um. Jákup og tú fingu 28 ár saman og 4 børn. Góðu Jákup og børn, tit hava mist eina góða konu og mammu; tað dýrabærasta tit áttu. Paulus skrivar í 2.Tessalonikabrævi 4,13-14: “Men vit vilja ikki, brøður [...] 6 ára gamal. Heima hjá okkum var nógv barnagleði og áttu vit eitt sera gott og trygt heim. Tað vóru 4 ár ímillum okkum báðar, og vóru vit sera knýttar at hvørji aðrari. Tú vart bara 18 ár, tá tú flutti
mínum hjarta. Tú bleivst borin í heim 9. oktober 1934 á Oyrarbakka, tit vóru 6 systkin har tú var nr. 4 í røðini. Bert 11 ára gamal misti tú tína mammu, Elin Mariu Andreasen, og komst tú at vaksa upp i Tjørnuvík [...] stolt yvir. Góða mamma, Elmar, Dagbjart, Jónley, Hallgunn, William og Reidunn við familju. ? Vit hava mist ein góðan mann, pápa, verpápa og abba, men tað er gott at eiga vónina um, at vit ein dag skulu møtast
honum til gravar. Vit komu at kennast í 1978 og komu at hava tætt samstarv hvør við annan í eini 3-4 ár. Undirritaði hevði tá í nøkur ár starvast sum sølumaður fyri norsku verksmiðjuna Rapp, ið framleiðir [...] og aldri hevjaði seg sjálvan á nakran hátt, so verður í dag ásannað av øllum, at land okkara hevur mist eitt stórmenni á vinnuøkinum, verkini tala tíðiliga, og fyrimyndin lýsir bjørt. Men svárastur verður
stuðul í hesi sváru tíð. Tankar mínir fara eisini til tykkum Stefani, Jógvan, Ólavur og Joan, sum hava mist eina dóttur og systur á øðrum sinni. Svárt er tað hjá tykkum. Tómt er at sita einsamallur eftir her [...] takk fyri tíðina, vit høvdu saman. Hvíl í friði, góða Maud. Eg elski teg. Tín Pauli (1. korintbræv 13, 4?7) Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður
kennir pínuna av at hava mist. Men vit standa saman við tær og biðja Harran um styrki og troyst. Sjálvt um vit syrgja, so syrgja vit ikki sum hini, ið onga vón eiga" (1 Tess. 4,13). Vit skulu jú øll ein [...] henni, Fil. 3,13 "Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan." Hon gleddi seg eisini nógv í Sálma 103, 1-4 og Sálma 91. Tað hava verið nógv fólk, sum hava ringt til Ásu ígjøgnum hesa tíðina. Mangan vóru tað
hjartagóður. Eg havi mist mín yngsta bróður - “eg havi mist mína høgru hond”, sum tikið verður til. Kári verður djúpt saknaður av mær og mongum, og ikki minst av øllum hansara. Tit hava mist ein góðan pápa, [...] Kári Olsen, sum hann varð róptur, varð føddur 10/4 - 1949 í Vági. Kári var sonur Miu og Karl Olsen í Toftalíð í Vági. Hann varð róptur Kári, uppkallaður eftir Kára hjá Hannemiu og Sámal farbróður, tann