og tí er neyðugt at gera eina heildarloysn, har endalig støða verður tikin til, hvørji sjúkrahús skulu gera hvat. Hinvegin ásannar landsstýrismaðurin, at serlæknin í Suðuroy, Jóan Petur Davidsen, er urologur [...] spurningurin er, hvussu tað ber til at gagnnýta hann til fulnar. Floksfelagin hjá landsstýrismanninum, Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, sum eisini er kommunulækni, vísir á, at tað, sum umræður, er at gagnnýta [...] Tað er óvist, hvussu verður við framtíðini hjá Jóan Petur Davidsen, yvirlækna á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum eisini sæst á myndini. Hann er serlækni í urologi, men í Sosialinum mánadagin staðfesti hann, at
sítt øki. Har er olja funnin, og tað er tí sera áhugavert at vita, hvat feløgini fara at finna, nú tey ætlandi skulu til at bora enn nærri markinum. Eisini vita vit, at oljufelagið Mobil er í ferð við eina [...] føroyskum øki er nær tengd at júst marknamálinum, og tað framvegis ikki er loyst, so er greitt, at útbjóðingin, sum varð ætlað at fara í gongd í vár, helst kann blíva seinkað. SPURNINGURIN er so, hvørja ávirkan [...] longur norðuri. Hetta er áhugaverd gongd og undirstrikar vitjanin hjá Mærskskipinum í Havn í gjár nettup stóra álvaran í tí, sum er við at henda nær okkara marki. BAKSÍÐAN á medaljuni er so tann sannroynd
in er so, hvat hendir við stóra og spildurnýggja boriskipinum West Navion, sum nettupp er útgjørt til at bora á djúpum vatni. Statoil eigur ein part av felagnum, sum rekur skipið. Ein møguleiki er so eisini [...] Tað er ikki vist, at tað verða fleiri boringar á føroyskum øki næsta ár. Fleiri av feløgunum, sum hava fingið leitiloyvi, hava annars sagt, at tey ætla sær at bora næsta ár. Soleiðis sum støðan er á b [...] Statoil er tað felagið, sum longu síðst í 90-unum segði vera klárt til at fara undir boring. Nú kunnu tað so verða aðrar orsøkir til, at man vil bíða. Og ein kann verða tørvurin á boripallum. Hvat viðvíkur
bjargaðir, tá algerski herurin søkti at yvirgangsmonnunum. Tíðindastovan AP skrivar, at tað er framvegis ikki greitt, hvat er vorðið av 60 av teimnum útlendsku gíslunum. Teirra millum eru átta norðmenn og 10 bretar
roynt hevur verið at greiða myndugleikum frá, hvat er neyðugt fyri at kunna hava skiparakstur í Føroyum. - Skulu menn gera seg klókar upp á veiðiliðið, er neyðugt, at teir kenna samanhangin í rakstrinum [...] vánaligur seinnu árini, er vit skerdir í dagatali, eins og oljan er vorðin 4-5 faldað í prísi. Í ár hava vit keypt olju fyri umleið 1,25 miljónir krónur, sum hjá einum línubáti er ein stórur partur av eini [...] framtíðina í fiskivinnuni. Eitt er gongdin aftur og fram. Annað eru tey politisku inntrivini og signalini, har vit ár um ár missa fiskidagar – og síðan óvissan um, hvat fer at henda í 2018, tá rætturin
um hugsandi er, at vinnulívið í Vestmanna yvirtekur fiskavirkið, eins og alifelagið í Vági ger, siga vinnulívsfólk, at ov tíðliga er at siga nakað um tað enn. - Enn veit eingin við vissu, hvat nýggja samtakið [...] nakað ítøkiligt at vita um, hvussu verður við fiskavirkinum í bygdini. Spurningurin er, um tað verður samtakið, sum nú er skipað, ið letur virkið uppaftur, ella um tað møguliga verður onkur annar. Sum skilst [...] í Suðuroy skal yvirtaka stóra fiskavirkið frá samtakinum og brúka tað til kryvjivirki. Kryvjivirki er í Vági, men nú fær felagið nógv betri og rúmligari umstøður. Vestmanna? Seinastu dagarnar hevur ligið
næstformaður í Norðoya Tjóðveldisfelag Eg rokni við, at fleiri føroyingar eru ógvuliga spyrjandi um hvat veruliga er hent, og hvussu hetta kundi henda. Eru Føroyar eitt búgvið demokrati, tá eitt so týðandi mál [...] føroysku bløðunum av málinum um at gera Føroyar til eitt valdømi. Eg vil geva honum rætt. Av bløðunum er tað bert Norðlýsið, sum hevur roynt at lýst málið við at almannagera meiningarnar hjá politikarum [...] føroyingar um fyrimunir og vansar við broytingini, og eisini roynt at útgreina tað polittiska spælið, ið er farið fram síðani málið tók seg upp. Men tey hava heldur valt at vísa líkasælu í hesum málinum, kanska
tekur undir við, at prísur verður settur á, hvat ein nýføðingur kostar á Suðuroyar Sjúkrahúsi, afturímóti, hvat ein nýføðingur kostar á Landssjúkrahúsinum. Tað var Kringvarpið, sum í gjár roknaði seg fram [...] ljósmøður. Sjálvur heldur Høgni Hoydal, at hetta er vandamikið og óvirðiligt, tí slíkt má setast í ein størri samanhang. Og Karsten Hansen sigur, at tað er hann púra samdur í. Landsstýrismaðurin í heilsumálum [...] Tað er óvirðiligt at seta prís á nýføðingar í Suðuroy. Tað heldur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógini fyri næsta ár, spurdi Høgni Hoydal hann, um hann tekur
kinum er 27 ára gamli Gunnar K. Nattastad úr Miðvági. Hann er giftur við Helgu og tey búgva hjá 85 ára gamla abba hennara í Bø, sum er vakrasti blettur í Føroyum, sum Gunnar málber seg. Hann er uppaldur [...] fyri at minka blokkin. Tað er kortini munur á at kvetta her og nú, og at arbeiða fram móti at minka stuðulin. - Tað er eisini ein spurningur um, hvat vit vera trýst til og hvat vit moralskt halda vera rætt [...] fulla tíð. Politiska arbeiðið er umfevnandi og fer við nógvari tíð, men harfyri eru eisini stundir til frítíðarítriv. Tað er m.a. at virka í andaligum arbeiði. Gunnar K. er leiðari í einum ungdómsbólki
hon sigur er í eini kreppu. Men at hon er útbúgvin sum lærari speglar eisini hjartamál hennara, og eitt teirra er barnamentanin, sum ongantíð hevur fingið høga raðfesting í Føroyum. ? Tað er serliga innan [...] Barnamentan er bæði tónleikur og sangur, sjónleikur, list og bókmentir og eg vildi ynskt, at vit kundu fingið hesi viðurskifti inn í skúlan, sigur Katrin D. Jakobsen. ? Ítróttin er serliga frammi og hon er ógvuliga [...] á. Tað ber sum er ikki til at menna tær rættiliga, tí andin er ikki til tað. ? Fólkaskúlin eigur at fáa hægri raðfesting. Miðnámsútbúgvingarnar hava verið nógv frammi og stórur dentur er lagdur á tær, men